Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 188 - 29. september 2001 Nr. 188 - 29. september 2001 11 Óli Jacobsen Tað er eitt eyðkenni fyri føroyskan politikk, at tað kunnu verða tiknar tær mest margháttligu avgerð- irnar, uttan at tað ber til at fáa eina frágreiðing. Ein slík hending var, tá javnað- arflokkurin var við til at útihýsa manningarfeløgini frá almennu viðgerðini av fiskidøgunum. Hetta varð gjørt við at staðfesta, at fiskidagaskipanini var bert viðkomandi hjá reiðara- feløgum! Og sjálvt her legði flokkurin seg útí hvønn hesi feløg kundu velja í fiskidaganevndina. Hóast nógvar royndir hevur ikki borið til at fáa nakra almenna frágreiðing um ta ullintu støðu, sum flokkurin hevur havt til hetta mál. Frágreiðingin kom frá Hjalta. Men nú hevur Hjalti í Jákupsstovu svarað hesum spurningi í grein hann hevði í bløðunum í august. Her sigur hann m.a. Skal uppfatanin hjá fiski- manninum takast við í metanina av støðuni í fiskastovnunum og sostatt ásetanina av talinum av fiskidøgum, kann tað eftir míni fatan bert verða teir, sum eru á sjónum, ið skulu spyrjast. Ymsu fakfeløgini og veiðibólkarnir eru í Fiskivinnuráðnum og fáa har høvi til at føra fram síni sjónarmið. Hjalti mælir í veruleikan- um til her, at t.d. fakfeløg, sum t.d. FF, og áhugabólkar í veruleikanum skulu úti- hýsast frá viðgerðini av støðuni í fiskastovnunum og ásetan av fiskidøgum. Tað skal sláast fast, at møguleikin at føra síni sjónarmið fram í fiski- vinnuráðnum aftaná við- gerð í landsstýrinum, er ikki meira vert enn møgu- leikin at senda sjónarmiðini beinleiðis til løgtingið, og tað kann ein og hvør gera. Og ávirkan gevur hetta so ikki. Tað skal eisini sigast, at tað er einki í vegin fyri, at sovæl virknir fiskimenn, sum teirra feløg eru reelt við í viðgerðini av fiski- døgum. Hjalti er sloppin av teir annarleiðis hugsandi! Tað sum liggur aftanfyri hesi sjónarmið hjá Hjalta er, at hann við fiskidaga- nevndini er sloppin av við alt, sum eitur mótspæl til hansara egnu støðu sum “orakul” á fiskifrøðiøkin- um. Skipanarnevndin var ein sera kompetent nevnd. For- maðurin var ein viður- kendur fiskifrøðingur, hvør arbeiðshátt eingin kundi seta fingurin á. Men hann var ikki populerur á FRS, og tí skuldi hann burtur. Vinnuumboðini høvdu sera góðan kunnleika til økið, sum skuldi viðgerast. Fleiri av teimum vóru enntá við til at tilevna fiskidaga- skipanina, og vistu so heilt avgjørt hvat teir tosaðu um. Og hesir hava so avgjørt kunnleika til fiskastovn- arnar, sum kundi verið til nyttu í eini og hvørji við- gerð. Spurningarnir sum nú eru køvdir. Takkað verið vinnuumboð- anina í skipanarnevndini hevur m.a. kunnað verið víst á: a. Tað hevur púra einki samanhang verið mill- um tilmælini hjá ICES/ FRS ár um ár. Tað sum t.d. varð sagt í ár var nakað heilt annað enn tað sum varð sagt sein- asta ár. Sum bert eitt dømi kann vísast til upsarokið sum nú er sammett við tað, sum fiskifrøðingar søgdu fyri bert tveimum árum síðani. b. FRS hevur á ongan hátt medvirkað til at at fáa fiskidagaskipanina at rigga. Sum t.d. við at gera upp gongdina í veiðuorkuni, sum er ein partur av fiskidagaskip- anini, sum júst vinnum- boðini hava viljað havt. Ístaðin hevur FRS sent manipulerandi spurn- aðarbløð umborð í skip- ini “til egna nýtslu”. c. Vinnuumboðini hava á fundi kunnað loftað beinleiðis skeiv tøl fyri veiðuorku sum FRS hevur lagt fram. d. FRS hevur alment roynt at sáa iva um útrokning- argrundarlagið fyri fiskidagaskipanina. Lut- víst hevur hetta greitt verið víst aftur av for- manninum og vinnuum- boðum í nevndini sum tilevnaðu fiskidagaskip- anina. Og útrokningar hava eisini víst, at her var einki at finnast at. o.s.fr. Hesi punktir eru væl og virðiliga dokumenterað í FF-blaðnum. Og ikki eitt orð hevur verið víst aftur. Í eini slíkari støðu eru tveir møguleikar. Tann fyrri er at fara í orðaskifti við vinn- una, so møguligar misskilj- ingar kunnu avklárast. Ella stig kunnu takast fyri at bøta um arbeiðsgongdina. Tann seinni møguleikin er at fáa sett teir út fyri dyr, sum eru ov nærgangandi í sínum spurningum. Trupulleikin loystur saman við Heina og Henrik. Hjalti valdi tann seinna møguleikan. Hjálptur av Heina O Heinesen og Hen- rik Old er nú eydnast hon- um at fáa sett øll uttanfyri, sum kundu verið ein javnvág til ráðgevingina hjá ICES/Fiskirannsóknarstovu na, og sum kunnu seta relevantar spurningar til, hvussu tað verður arbeitt. So gjøgnumførd er henda útreinsan, at Hjalti hevur syrgt fyri at útihýsa FF úr tí forum, har felagið fyrr hevur verið umboðað, og sum ger tilmæli til lands- stýrismannin um nýtslu av játtan til royndir á fiski- vinnuøkinum, hóast hetta einki hevur við fiskidagar at gera. Og hóast neyvan nakað felag hevur verið so virkið á hesum øki sum FF. So tað er neyvan ivi um, at formaður og næstfor- maður í vinnunevndini hjá løgtinginum eru heiður- gestir úti á Debesartrøð hereftir! Tillukku við tí. Kann hetta vera javnaðar- og andstøðupolitikkur. Sum tað sæst er fullkomi- ligt samanfall millum sjón- armiðini hjá Hjalta og “po- litiska viljan”. Tað einasta sum ikki kann sigast við vissu er, hvørt talan er um “tankayvirføring” ella um eina ráðagerð. Men tað kann næstan gera tað sama. Tí tað áhugaverda er, at ein toppembætismaður og po- litikkarar úr bæði sam- gongu og andstøðu draga somu línu, tá tað snýr seg um at útihýsa “tvørlig” sjónarmið, sum ikki hóska hesum kreftum. Og hetta er svarið uppá spurningin um veruliga orsøkina til um- røddu løgtingssamtykt. “Denne lov gælder ikke for Færøerne.” Javnaðarflokkar hava allar dagar staðið á varðhaldi at verja fólkaræðislig grund- reglur, ikki minsta tá tað snýr seg um fakfeløg. Men opinbart “gælder denne lov ikke for Færøerne”. VIÐMERKINGAR Svarið komið uppá fyrispurningin um javnaðarflokkin/fakfeløg: Talan er um útreinsing! Elibel von Krogh pedagogur Er stundin komin, at vit mugu tosa um undirvísing í atburði? Eg arbeiði við frálæru her í Føroyum og havi lagt til merkis ein vaksandi ampa um tørvin á morali og virðismeting hjá børnum. Úr øðrum londum síggja vit, at vantandi moralur og harðligur at- burður er ein ørkymlandi og vaksandi samfelags- trupulleiki, sum serliga kemur til sjóndar í skúlan- um, og vit hava í seinastuni sæð dømi um, at ringur atburður er við at taka seg upp í okkara egnu skúlum. Her í Føroyum kunnu vit halda, at trupulleikarnir framvegis eru smáir, men hvussu kunnu vit vera vís í, at gongdin ikki verður tann sama her? Eg hevði viljað víst á ein møguligan hátt at skilja trupulleikan og finna svar uppá spurningin. Til tess at finna vegin fram, kann tað vera ein hjálp at skilja atburðin søguliga. Hvaðani hava vit okkara virðismetingar? Menniskju funnu tíðliga fram til, at skuldu tey vera før fyri at koma undan, so máttu tey samstarva, og tískil tóku tey seg saman í bólkar. Grundarlagið undir at kunna virka í bólki var umbýti: Eg gevi tær okkurt, og tú gevur mær okkurt afturfyri. Og tá summi dugdu okkurt betri enn onnur, hevði tað við sær, at uppgávurnar vórðu ymisk- ar. Men til tess at hetta umbýtið kundi halda fram, máttu tænasturnar ella vør- urnar, ið umbýttar vórðu, vera líka nógv verdar og uppaftur meira týdningar- mikið var, at tey máttu kunna líta á, at báðir partar gjørdu sítt besta og at avtalur vórðu hildnar. Hvat hendi, um annar parturin helt umbýtið vera órætt- víst? Antin helt sambandið uppat, ella helt tað fram, meðan annar parturin leið undir tí. Av tí at gott sam- band var grundarlagið undir tí friðarliga samskift- inum í bólkinum - og sam- starv var lykilin til at yvirliva - so varð atferðar- mynstrið bygt á álit og sínamillum ávirkan. Treyt- irnar kundu vera harðar; ættfaðirin í familjuni, ið helt uppá sítt, ella bólka- leiðarin, sum bardi innan- hýsis mótstøðu og misálit niður. Men bólkurin noydd- ist at halda saman til tess at koma undan og mátti hava álit á leiðaran, at hann leiddi tey, hóast hann kanska gjørdi tað við harðari hond og óttanum sum vápni. Øll skiltu ta grundleggjandi javnvágina: Misálit = ófrið í bólkinum. Bólkurin syndrast = spjað- ing og deyði – og tey vildu liva. Vit eru framvegis menn- iskju, og mátin at hava sam- band við onnur er hin sami. Í veruleikanum er tað so, at um okkara grundleggjandi álit á onnur menniskju varð fullkomuliga burturbeint, so týndust vit! Vit høvdu ikki torað at havt nakað við onnur at gera og høvdu verið offur fyri okkara egna misáliti: t.d. høvdu vit borið ótta fyri at fari ein túr, ella fyri at eta okkurt á eini matstovu, tí vit óttaðust fyri, at maturin kundi verið eitraður. Tað hevði leitt til eina ónda ringrás av upp- loysn, sum førdi til ótta, strongd og avbyrging. Vit kunnu eisini hyggja at ymiskum sambandi í okk- ara egna lívi: Tey, ið byggja á álit, standa við, meðan tey, ið ikki hava hesa dygd, sum frálíður halda uppat. Lat okkum so hyggja utt- anum okkum við hesum í huga. Er sambandið millum menniskju í dagsins sam- felag gott? Líta vit á grannan? Hvønn hava vit álit á og hvønn ikki? Er álitið á einstaklingar og stovnar vaksandi í okkara samfelag? Um svarið er játtandi, so kunnu vit slappa av, men er svarið noktandi, so kunnu vit fara at tosa um atburðarfrálæru, og hvussu vit aftur fáa gott samband millum menn- iskju. Uttan tað seta vit trygdina í váða, friðin og framtíðina hjá okkum sjálvum og samfelagnum. Mín egna niðurstøða er, at beint nú munnu vit vera í so upptikin av øðrum ting- um, ið samfelagið hevur at bjóða (stuttleika, góðgrip- um, makt, víðgitni –). Tað er ikki í sjálvum sær nakað ringt í tí, so leingi tey ikki myrkja fyri, hvussu týdn- ingarmikið tað er at tryggja gott menniskjansligt sam- band. Vit síggja, hvat sam- felag tað er, vit liva í, gjøgnum tað, sum børn okkara læra um menniskj- ansligt samskifti, og hetta samskiftið síggja tey alla- staðni: heima við hús, í sjónvarpi og gjøgnum aðrar miðlar og í samfelagnum sum heild. Og sum eg síggi tað, so læra vit ikki okkara børn at hava álit á onnur menniskju og geva sítt besta í sínum menniskjans- liga sambandi, ella kanska at líta á summi, men ikki á onnur. Hvat eru so avleið- ingarnar av tí? Tak misálit, vantandi virðing, tørvin á støðugum undirhaldi og legg eitt sindur av vaksandi harðskapi, og tú sært støðuna, sum eg meini við. Hóast ta troystaleysu framtíðina, sum lýst er omanfyri, hava vit evnini til at elska og virða hvønn annan, og vit hava møgu- leikarnar (undirvísing til øll), sum kunnu broyta støðuna – um vit vilja. Og tað er her, eg haldi, at avbjóðingin liggur: Tað er ikki nóg mikið, at einans foreldur og skúlar gera sítt. Vit hava øll ábyrgd av at geva okkurt dygdargott og skapa álit í øllum viður- skiftum og hvørjum einasta samskifti við bólkin, vit eru partur av. Undirvísing í atburði Ragnar í Vík er byrjaður uppá sína næstu fløgu. Ætlanirnar eru komnar somikið langt, at tá hann um eina viku setir seg í eitt flogfar á veg til Nashville, vendist ikki aftur og Ragnar verður í fyrstu syftu minst einar 200 túsund krónur fátakari, men nøkur upplivilsi og nakrar upptøkur í country- býnum ríkari TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Jú, rætt er tað, at coun- trysangir ofta snúgva seg um tað, ið er farið og mist. Ein skemtisøga, sum coun- tryfjepparar við sjálvironi halda nógv av, sigur nakað soleiðis: spælir tú eina countryplátu aftureftir, so fært tú hús, bát, bil, konu, børn og hund aftur. Altso alt tað mista. So galið gongur neyvan hjá Ragnari í Vík og skal hetta als ikki samanberast ella leggjast honum til last. Men countrysangarin úr Vík er farin til verka og næsta fløga hansara er nú komin nakað ávegis. Og slíkt er ikki ókeypis. Dýrt Sum áður nevnt, stevnir Ragnar um eina viku — tann 5. oktober — til USA. Hann og konan Alis seta kós móti Nashville, mæt- asta countrybýi av øllum. Ragnar hevur samband við Mike Headrick, sum hevur upptøkuhøli skamt frá Nashville — í South Pitsburg, Tennesee. Mike er upptøkumaður, country- fjeppari, promotor og framúr tónleikari. Síðani februar hava Ragnar og Mike tingast um fløgu- ætlanina hjá Ragnari og um eina viku fara teir í upp- tøkuhølini. Ragnar roknar við, at ætlanin í alt kemur at liggja um einar 450 túsund krón- ur. Men enn er ætlanin bert komin til upptøkurnar og ferðina til USA og ljóðar fíggjarætlanin hesum vi- ðvíkjandi upp á einar 200 túsund krónur. So er eftir at marknaðarføra og geva út og hetta kostar eisini nógv- an pening. Helst aðrar 200 túsund. Men fyrsti partur av ætl- anini er fígging fingin til við láni og stuðuli. Og fyri at venda aftur til skemti- søguna í byrjanini, so sigur Ragnar: - Gongur tað ikki, so verði eg nokk ikki blakaður út úr húsum mínum, men livifóturin má so lækkast!! Kend fólk við Sigast kann, at Ragnar við at fara til USA og Nash- ville, rættiliga ger um seg. Og tað er veruliga at taka tarvin við hornunum, at fara til miðstøðina hjá teimum røttu neytadrongj- unum. Mike Headrick hevur, umframt studio, eisini eitt lýsingaraparat, ið minnir um tað hjá Steve Cameron, ið hevur sonevndu Hot- discarnar. Ragnar hevur verið við á hesum Hot- discum og er harvið komin til útvarpsstøðir kring allan heim og á ymsar topplistar. Annar fyrimunur við Mike er, at hann sjálvsagt hevur góð sambond. Og tað er eydnast Ragnari og Mike at fáa eitt nú gamla steel- guitarleikaran hjá Hank Williams við, nevniliga Booby Helms. Hesin ferð- aðist við Hank og er eldri maður nú, men játtaði beinanvegin at leika við hjá Ragnari. Ragnar sigur, at hann hevur fingið sera positiv viðmæli, tá hann hevur tosað við fólk úti í heimi um Mike. Tey siga einmælt, at hjá Mike er ein í góðum hondum. Klassikarar og nýtt tilfar Fríggjadagin 5. oktober fara Ragnar og Alis til Nashville. Upptøkurnar byrja mánamorgunin klokkan 9 stundisliga. Heimferð er aftur tann 19. oktober. 16 løg eru á skránni. Fleiri eru kendir klassik- arar, men eisini nýtt tilfar er við. Kitty Prince, sáli, ið hjálpti Ragnari ikki sørt við fyrru fløguni, eigur tvey av løgunum, Mike eigur 5 løg,og eitt hevur Jógvan Tróndarsson gjørt, meðan Ragnar eigur orðini. Millum tey kendu løgini eru t.d. løg hjá Slim Dusty, sum m.a. eigur Sweeny og Pub with no beer. Hvør gevur út, er enn ógreitt, eins og fíggjar- ætlanin enn bert fevnir um fyrsta part av ætlanini, nevniliga upptøkurnar í USA. Heldur ikki er út- gávudagurin lagdur fastur, men talan hevur verið um einaferð í mars komandi ár. Men hví eina fløgu aft- urat? - Tað ætlaði eg ongantíð. Men fólk søgdu tá, at eg kundi geva eina út og so var tað frá hondini. Men geva eina fløgu út, tað kann ein als ikki, tí soleiðis er tað ikki. Nú spyrja øll eftir næstu fløguni, sigur Ragnar í Vík. Og næsta fløgan verður ein framleiðsla úr country miðstøðini Nashville, við kendum løgum og kendum fólkum, sum vita, hvat tey gera. Og so skuldi verið lag á víkarmanni at sungið … catch all the fish in the bayou … Country, kredittur og klassikarar Í kvøld verður Ítróttarhøllin á Kambsdali karmur um stórt dansi- tiltak, sum Ítróttar- felag Fuglafjaðrar skipar fyri. Tað er ikki uttan orsøk, at heiti á tiltakinum er fótbóltsdansur. Tað er nevnliga í dag at sein- astu, av mongu, fót- bóltsleikarum í Føroy- um leika sín seinasta landskappingardyst. Og fyrireikararnir halda, at hetta skal enda við ein- um braki av einum dansitiltaki, har Moon- shots og Ársins DJ- Show undirhalda. Vælumtókti dansi- bólkurin Moonshot, sum næstan hvørt vikuskiftið spælir í onkrum av dansihølunum kring landið, eru kendir fyri at spæla góðan og kendan dansitónleik til allar aldursbólkar. Teir spæla bert løg hjá øðrum før- oyskum og útlendskum bólkum. Og tað eru teir góðir til! Til yngra ættarliði undirheldur Ársins DJ- Show, við nýggjastu og “hottastu” disko- og dansitónleiki, og stórum ljós- og roykshowið. Ársins DJ-Show hevur undirhildið fyri fullum húsum kring alt landið, tó serliga í Havnini, har teir eru sera væl um- tóktir. Vanliga eru mong í dansikvøldið, tá lands- kappingin í fótbólti endar. Og fyrireikararnir vóna, at í kvøld ikki verður nakað undantak. Fótbóltsdansurin í Ítrótt- arhøllini á Kambsdali er ætlaður øðrum enn bert fótbóltsleikarum, og fyrireikararnir bjóða øllum vælkomnum. Í samband við dansi- tiltaki á Kambsdali í kvøld koyra bussar frá Bygdahúsinum á Strondum og keiini á Toftum kl. 23.30, og út aftur eftir dansin. Dansi- tiltaki á Kambsdali byrjar kl. 23.00. Fótbóltsdansur á Kambsdali C M Y K 11 10 Sálarfrøðingur Óli Strøm, Cand. psych. aut., 826 Trongisvági.Tlf. 223905. E-post: ohstrom@post.olivant.fo – psykoterapi – ráðgeving – frálæra - kanningar til einstaklingar, familjur og stovnar.