Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 188 - 29. september 2001 Nr. 188 - 29. september 2001 13 Faroe Salmon fer at lata laks til danskt roykivirkið, sum føroyska felagið hevur keypt seg inn í ALIVINNA Eyðun Klakstein Klaksvík: Stóra alifyritøk- an í Norðoyggjum, Faroe Salmon, hevur keypt bróð- urpartin av danska royki- virkinum Vendsyssel Dan- mark. Lokalblaðið Norðlýsið skrivar í gjár, at Faroe Sal- mon, sum hevur heimstað í Klaksvík, hevur keypt helvtina av partapeningin- um í danska felagnum, men at felagið hevur meirilutan í nevndini, og tí eisini hevur avgerðarrættin. Lata laks til virkið Vendsyssel Danmark er ein virdur framleiðari, sum er kendur fyri at gera góðar vørur. Fyritøkan hevur havt fíggjarligar trupulleikar, og tí er Faroe Salmon komið við í felagið. – Ætlanin er at vit skulu lata laks til danska royki- virkið. Vit halda ikki, at tað er rætt framhaldandi at selja kruvdan laks óvirkað- an, tí prísirnir eru so svika- ligur, sigur stjórin í Faroe Salmon, Jón Purkhús, við Norðlýsið. Søludeild í Spania Faroe Salmon er í løtuni í holt við at byggja stórt kryvjivirkið ár vestara kaiøki í Klaksvík. Men tað er ikki bert á heimavølli, at felagið veks- ur um sítt virksemi. Nú Faroe Salmon hevur keypt danska roykivirkið, fara teir eisini at gera eina nýggja søludeild í Malaga í Spania, har seks fólk koma at starvast. Føroysk børn í Sødertalje og spæla sjónleik – Í dag fara tveir bólkar av barna- sjónleikarum til Sødertalje í Svøríki at vera við í einum norðurlendskum sjónleikafagnaði. Níggju bólkar eru við, og eru Føroyar einasta norðan- land, ið hevur fingið tveir bólkar við. SJÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Tilsamans 25 børn og vaksin fara komandi vikuna at vera við í norðurlendskum sjón- leikarafagnaði í Svøríki. Av hesum 25 eru 19 børn, og kemst tað av, at hesin sjónleikafagnaður er fyri børn. Við á fagnaðinum eru 150 børn frá ávíkavist Svøríki, Noregi, Dan- mark, Finlandi, Føroy- um og Íslandi. Byrjað verður sunnu- dagin 30. septembur, og børnini koma heim aftur til Føroya tann 6. oktober. Hetta tiltak var fyrstu ferð á skránni í 1994, og var tað Nordisk Amatør- råd, sum tók stig til tess. Málið við tiltakinum er at stuðla og menna barnasjónleik, har børn eru sjónleikarar og spæla fyri øðrum børn- um. Dramaverkstaðið hjá Hjørdis Johansen hevur 10 børn og trý vaksin við, og tey fara at fram- føra leikin »Fremmanda Gentan«, ið Oddvør Johansen hevur skrivað. Hann er um, hvussu er at vera flóttafólk í fremmandum landi. Leikurin varir 17 min- uttir. Barnaskúli Havnar Sjónleikarafelags v/ Hedvig Westerlund fer við níggju børnum og trimum vaksnum at spæla »Snjódrottning- in« eftir H.C Andersen. Hesin leikur er um Kaj og Gerdu, sum lurta eft- ir søgum, ið omman sig- ur frá. Yndissøgan er tann um snjódrottning- ina. Báðir leikirnir verða spældir á føroyskum. Faroe Salmon keypt danskt roykivirki Faroe Salmon er í holt við at byggja nýtt og stórt kryvjivirkið á vestara kaiøki í Klaksvík Óla Jákup Rólantsson er givin á Rás 2 av persónligum orsøkum. Hann væntar tó, at rásarúm er fyri Rás 2 í fram- tíðini, tí politikarar og onnur eru farin at tosa um at betra umstøðurnar hjá einasta kappingar- neytanum hjá Útvarpi Føroya ÚTVARP Stefan í Skorini Í meira enn hálvtannað ár hevur Óla Jákup Rólants- son verið programmleiðari á Rás 2, og hann hevur verið við frá byrjanini í januar mánaði í 2000. – Mítt arbeiði hevur verið at fáa fólk at dáma Rás 2, tí uttan undirtøku frá fólkin- um ber ikki til at hava eina privata útvarpsrás, sum kappast við almenna Út- varp Føroya, sigur Óla Jákup Rólantsson. Hann heldur sjálvur, at tað hevur hepnast hampu- liga væl at fáa undirtøku millum manna. Framtíðin er bjørt – Eg vóni og vænti eisini, at Rás 2 hevur eina framtíð fyri sær. Annars er alt mítt arbeiði farið fyri skeyti. Vit síggja, at politikarar eru farnir at tosa um at geva rásini betri umstøður at arbeiða undir, og tað er at frøast um, sigur Óla Jákup. Hetta ber boð um, at áhugi er hjá myndugleik- unum at hjálpa Rás 2 á veg, og tí er framtíðin ljósari hjá rásini. Hann heldur eisini, at tað er sera umráðandi hjá rásini at fáa størri útbreiðslu í Føroyum og størri undir- tøku. Óla Jákup Rólantsson metir, at síðan Rás 2 fór at senda, er Útvarp Føroya broytt ómetaliga nógv, og tað er eisini blivið nógv betri. Útvarp Føroya arbeiðir í løtuni við at gera eina nýggja heimasíðu. Ein partur av hesi síðuni verður, at skrivlig tíðindi verða løgd á netið. Hetta fer at økja um kappingina um føroyskan tíðinda- flutning á netinum TÍÐINDAFLUTNINGUR Stefan í Skorini Útvarp Føroya fer nú eisini at bjóða brúkarum sínum skrivlig tíðindi. Hesi fara at liggja á heimasíðuni hjá útvarpinum, har øll kunnu lesa tey uttan at gjalda. Jógvan Jespersen, stjóri í útvarpinum, sigur, at hetta er ein náttúrlig menning í tíðindaflutninginum hjá stovninum. – Brúkarin kann í dag lurta eftir tíðindum á netin- um, og tað at leggja skrivað tíðindini á netið er so ein nýggj tænasta, sum vit fara at bjóða, sigur Jógvan Jesp- ersen. Tíðindafólk í útvarpinum skriva øll tíðindini til send- ingarnar, og tí er tað lætt at leggja tey áhugaverdastu tíðindini á netið umframt. Hetta fer tískil ikki at økja stórvegis um arbeiðsbyrð- una hjá tíðindafólkunum. Kapping Í dag eru fleiri føroyskar heimasíður, sum leggja seg eftir at hava tíðindi, og tær fáa nú kapping frá útvarp- inum. – Tað er ikki meira enn náttúrligt hjá okkum at fara inn á hetta økið, og harvið veita vit okkara brúkarum í Føroyum og uttanlands eina betri tænastu, sigur stjórin, sum enn ikki veit, um talan verður um at leggja øll tíðindini út á netið ella bara tey mest áhugaverdu. – Vit røkka ikki okkara brúkarum ígjøgnum há- talaran einans, men eisini um internetið. Longri frammi í tíðini verður internetið eisini ein partur av okkara sendineti. Av- markingarnar liggja í nýtslukostnaðinum, og hvussu væl internetið virkar, sigur Jógvan um framtíðarútlitini hjá útvarp- inum á internetinum. So hvørt sum internetið verður brúkaravingarligari, økist talið av teimum, sum nýta internetið sum sendinet. Nýggja heimasíðan verð- ur væntandi klár um ein mánaða, og hon hevur eitt heilt nýtt snið og útsjónd. Arbeitt hevur verið við heimasíðuni í nakrar mán- aðir, og nú verður hon skjótt klár at leggja fyri almenninginum. Teir stóru peninga- stovnarnir hava boðað frá, at teir lækka rentuna á flestu lánum. Orsøkin er, at danski Tjóðbankin hevur lækkað rentuna RENTA Stefan í Skorini Føroya Banki boðar í tíðindaskrivi frá, at bankin lækkar rentustig síni við 0,25-0,50 pro- sentum. Henda lækking- in kemur í gildi frá 1. oktober. Grundgevingin hjá bankanum er, at danski Tjóðbankin hevur lækk- að sína rentu við hálvum prosenti. Rentustigini viðvíkj- andi meginpartinum av útlánum bankans lækka við 0,25 prosentum. Rentan á vanligum inn- lánum verður ikki lækk- að. Føroya Sparikassi lækkar eisini rentustigið við 0,50-0,75 prosent- stigi. Grundgevingin er eisini, at danski Tjóð- bankin hevur lækkað rentuna. Rentan á van- ligum konti lækkar ikki. Til tess at eggja til størri uppsparing, áðrenn fólk seta føtur undir egið borð, hevur Sparikassin valt ikki at lækka rentuna á bústað- arkonto. Renta á billánum í Føroya Sparikassa lækkar við 0,75 prosenti og er nú millum 5,75 og 7,75 um árið. Rentan lækkar Peningastovnarnir hava lækkað rentuna á flestu lánum Útvarpið kappast móti skrivligu miðlunum Útvarp Føroya fer nú at leggja skrivlig tíðindi á netið. Soleiðis fer útvarpið at kappast við skrivligu miðlarnar Óla Jákup Rólantsson: Rás 2 hevur eina framtíð Óla Jákup Rólantsson heldur, at Útvarp Føroya er nógv broytt, síðan Rás 2 fór undir at senda C M Y K 13 12