Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 • leygardagur • 29. september 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Í Vági halda teir tað ikki vera nóg gott, at teir í síðsta umfar- inum ikki skulu stríðast um meiri enn bronsuna FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Føroyameistararnir og steypavinnararnir úr B36 fara seinnapartin í dag at fáa gullkrónur og Føroya Bjór steypið handað á Vágs eiði. So verður farið norður aftur til Havnar við Smyrli, og tað verður gjørt ikki so lítið burturúr. Ársveitslan verður leygardagin 13. ok- tober, men tað verður høvi at heilsa upp á spælararnar í kvøld. Tá B36 ferðalagið verður aftur í Havnini, fer Tórshavnar býráð at taka ímóti teimum. Bæði tá B36 var FM vinnari í 1997, og tá HB var FM vinnari í 1998, handaði býráðsfor- maðurin kekk á trappuni frammanfyri gamla komm- unuskúlan ella umsitingar- bygningin hjá býráðnum, og soleiðis verður tað iva- leyst eisini hesa ferð. Tað hevur verið roknað við, at nógv B36 viðhalds- fólk skuldu til Vágs at fylgja við. Ætlanin var, at spælararnir skuldu fara suður fyrrapartin í dag. Men tann ætlanin varð broytt mitt í vikuni. Veður- maðurin boðaði frá lands- synningi. Tað er ringasta ætt, og tí skuldi B36 liðið fara suður í gjárkvøldið. Liðformaðurin ivasamur Tað er greitt, at Bjarni Prior ikki verður á FM liðnum í dag. Hann fekk ímóti HB triðja gula kortið og er tískil leikbannaður. Tað er eisini greitt, at Pól Thor- steinsson verður við ímóti gomlu liðfeløgunum í VB. Hann var leikbannaður síðsta sunnudag. Ímóti HB noyddist Jákup á Borg tíðliga at taka seg av vøllinum. Hann hevði fingið tað, teir kalla eitt trælær, men nú er alt í lagi aftur. Liðformaðurin hjá B36 eitur John Petersen. Tað verður hann, sum skal taka ímóti FM steypinum í dag. Men í gjár var eitt sindur ivasamt, hvussu væl hann verður førur fyri at spæla. Ímóti HB var tað týðuligt, at John hevði trupulleikar við beininum, og tað hevur hann enn. Tá B36 ólavsøkudag vann finaluna um løgmans- steypið, varð eingin mynd tikin. Veðrið var so vána- ligt, at illa komnu spælar- arnir skundaðu sær undir tak. Men teir hava tikið løgmanssteypið við suður til Vágs, so tað verður á myndini, sum verður í blaðnum týsdagin. Ikki nóg nógv Í fjør vóru tað vágbingar, sum í Gundadali vórðu fagnaðir sum meistarar, meðan teir í B36 vóru eygnavitni til rómin. Í dag eru leiklutirnir býttir um. Og tað er einki at liggja omaná, at teir í Vági iðra seg um, at tað bara er møguleiki hjá teimum at vinna bronsu krónurnar: – Vit hava fleiri ferðir spilt okkum so rudduliga burtur. Í Miðvági vóru vit á odda 2–0, tá bara átta minuttir vóru eftir, men kortini taptu við 3–2. KÍ hevur ikki verið væl fyri í ár, men kortini hava vit tapt báðar dystirnar ímóti teim- um. Serliga tapið á heima- vølli var sera harmuligt, tí tá áttu vit alt spælið. Hetta sigur Kári Poulsen, sum er liðleiðari hjá VB, og sum tískil hevur fylgt lið- num alt árið. Nú vóna bæði liðleiðarin og øll onnur, sum eru góð við VB, at KÍ fer at gera sítt: – Um vit skulu fáa fatur á bronsukrónunum og harvið á Intertoto Cup plássinum, so skulu vit vinna á B36. Vit rokna avgjørt við, at tað er møguleiki fyri tí, nú B36 ikki skal stríðast fyri meist- araskapinum. Men um roknistykkið hjá okkum skal ganga upp, so skal KÍ vinna á B68. Tað vóna vit, at teir fara at gera. Endar tað soleiðis, sum vágbingarnir vóna, so fer at standa á jøvnum í stigum ímillum B68 og VB, men vágbingar fara at fáa bronsuna, tí teir hava staðið seg betri í innanhýsis dyst- unum. Á Toftum vann VB í 2. umfari 4–1, og í 11. um- farinum endaði tað 1–1, tá B68 var í Vági. Hjá VB eru allir spælar- arnir tøkir, sum hava verið við tær seinastu ferðirnar. Hetta verður seinasti dyst- urin hjá Popczynski á VB liðnum. Komandi kapping- arár skal maðurin, sum var tann fyrsti at gera VB til meistarar, spæla við gøtu- monnum. Tá B36 og VB í 9. um- farinum tókust í Gundadali, endaði B36 omaná. Úrslitið var 3–2. Móttøka í Havn Býráðið í Havn skipar fyri móttøka í gamla kommunuskúlagarðinum leygarkvøldið Tað verða óivað nógv viðhaldsfólk hjá B36, sum leygardagin fara suður til Vágs at hyggja at landskappingardystinum millum VB og B36. Tá ið Smyril kemur norðuraftur til Havnar, um hálvgum átta tíðina leygarkvøldið, verður skipað fyri móttøku at heiðra føroyameistarunum í 1. deild í fótbólti. Byrjað verður á havnaøkinum, har harmoniorkestrið GHM fer at spæla. Eftir at leikarar og viðhaldsfólk eru komin í land, verður farið í skrúðgongu við GHM á odda niðan í gamla kommunuskúlagarðin, har býráðsformaðurin, Jan Christiansen, tekur ímóti B36 leikarunum og fer at flyta fram røðu. Eisini fer formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, at halda røðu. B36 hevur skreytið við til Vágs John Petersen sleppur í dag at taka ímóti FM-steypinum 15 14 Nr. 188 - 29. september 2001 Í kvøld verður nýggj- asta uppsetingin hjá Grímu framførd fyri fyrstu ferð. Leikstjór- in lovar ein skemti- ligan leik fyri øll SJÓNLEIKUR Heri á Rógvi Tað er ikki lítið av virksemi á gamla Meiarínum. Síðani húsið fór at virka sum eitt slag av leik- og mentunar- húsið hevur eitt sindur av hvørjum verið at síggja og hoyra í húsinum. Serliga sjónleikurin »Eitur nakað land weekend« vakti ans millum føroyingar, sum í hópatali vitjaðu sýningarn- ar. Ætlanin er, at umframt henda sjónleikin skal ein sjónleikur afturat framfør- ast áðrenn ársskiftið. Februar mánað komandi ár stendur einki minni enn Macbeth á skránni. Tað verður ein leikur við leikar- um úr fleiri londum. Seinastu vikurnar hava flestu leikararnir hjá Grímu vant ein nýggjan føroyskan sjónleik. Sjónleikurin eitur »Fótur í hosu«. Slagið er kanska ikki tað, ið vit í Før- oyum hava sæð mest til, men hetta er tó heldur ikki fyrstu ferð, at hetta slagið av sjónleiki verður skrivað og framført í Føroyum. Slagið tosað verður um er glantrileikur ella farsa. Hetta er fyri so vítt eitt slag av skemtileiki. Leikurin byggir fyri so vítt eisini á nógv og gott skemt, siga fyrireikararnir. Tað eru systkini Hans og Súsanna Tórgarð, sum hava skrivað leikin. Tað var eftir, at tey vóru á einum skeiðI hjá Eyðun Johannesen og Jørgen Ljungdahl, har tey lærdu eitt sindur um at skriva sjónleik. Burturúr hesum skeiðinum spurdist ein so mikið spennandi sena, sum tey bæðI síðani valdu at arbeiða víðari við, og úrslitið gjørdist so hesin nýggi leikurin, Fótur í hosu. Tað tók tó bert eina viku at skriva leikin, men tá varð eisini arbeitt bæði nátt og dag. Leikurin var eisini við í leikrita kappingini hjá Leikpalli Føroya, men leik- urin varð ikki skrivaður við hesum fyri eyga, sigur Hans Tórgarð. Søgan í leikinum snýr seg um, at systkini Jákup og Maritu og ein danskur hýruvognsførari finna tvær avskornar føtur. Hetta verð- ur beinanvegin sett í sam- band við Bankastjóran, og skjótt endar alt í einum ruðuleika. Leikurin líkist eisini einum krimileiki í nógvar mátar, og leikurin er eisini vorðin kallaður fyri eina krimifarsu. Hóast leikurin er ógvu- liga skemtiligur, so skortar tað heldur ikki við samfel- agskritikki. Leikstjórin, Hans Tórgarð, undirstrikar tó, at eingin verður bein- leiðis hermdur eftir í leikin- um, men heldur eru tað nakra typur, sum verða fluttar á pall. Fólk kunnu tó gjarna kenna seg rakt, sigur leikstjórin. Leikurin fer eisini fram í nútíðarsamfelagnum, og staðið er Havnin. Persón- arnir í leikinum eru sum áður nevnt kendar typur, ið fólk óivað fara at kenna aftur. Tað er sum áður nevnt Hans og Súsanna Tórgarð, sum hava skrivað leikritið. Sjálvur hevur Hans Tórgarð eisini leikstjórna henda leikin. Hetta við at tað nú er hann, sum leikstjórnar, er ikki nakað óvanligt hjá Grímu, tí tey eru so von við at skiftast um uppgávur, sigur Hans Tórgarð. Ein onnur Tórgarð spælir eisini við í leikinum, Ria Tórgarð. Tveir av teimum, sum eis- ini sluppu framat í "Eitur nakað land weekend" eru eisini við hesaferð. Talan er um Høgna Johansen og Kára Øster. Eisini spæla Egi Dam, Kristina Hansen, Aksel Joensen og Birita Mohr við í sjónleikinum. Frumsýningin verður í kvøld kl. Og spælt verður á Meiarínum eina tíð fram. Ætlanini er eisini at fara at ferðast við leikinum. Tey snýta hvønn annan upp úr skónum Tað verður reinur ørskapur, tá Gríma í kvøld fer á pallin við teirra nýggja sjónleiki, Fótur í hosu Mynd: Jens Kristian Vang Heili seks frá frá Dan- marks Radio vitja í Føroyum í løtuni. Ætlanin er at tvær heilt ymiskar send- ingar skulu spyrjast burturúr SENDINGAR Heri á Rógvi Áhugin fyri Føroyum í donsku fjølmiðlunum er eitt sindur skiftandi, men nú tykist av álvara at vera komin vend í. Í løtuni eru ikki færri enn seks frá Danmarks Radio í Føroyum. Ørindini eru at gera sjónvarpssendingar. Fýra mans fáast við at gera eina sending, sum fyribils koyrir undir arbeiðsheitin- um »Rigsfælleskapet«. Hin sendingin er til DR 2, og er talan um eina sending í ein- ari røð av sendingum, sum viðgera ymisk søgulig evni. Sendingin »Rigsfælles- skabet« kemur at snúgva seg um tað modernaða før- oyska samfelagið, soleiðis sum tað sær út í dag. Eisini er ein líknandi sending gjørd um Grønland. – Ætlanin er at gera eina so góða og greiða frágreið- ing frá tí modernaða før- oyska samfelagnum sum gjørligt. Ætlanin er at nýta góðar myndir og hoyra frá tí »vanliga« manninum, sigur Henning Olsson, sum til dagligt er politiskur redaktør á Christiansborg fyri Danmarks Radio. Sendingin kemur at vera ein hálvan tíma til longdar, og er sendingin stíla sum ein feature reportasja. – Vit hava verið kring oyggjarnar, og vit hava sæð, at tað er meira í tí før- oyska samfelagnum enn bara spurningurin um sjálv- stýri, eitt nú oljan er sera spennandi, sigur Henning Olsson. Teir hava leingi havt ætl- anir um at gera hesar send- ingarnar, men orsaka av avlýstu fólkaatkvøðuni eru teir ikki komnir fyrr enn nú. Henning sigur seg vænta, at sendingin verður send innan ársskifti. Hin sendingin, sum verð- ur gjørd í løtuni skal send- ast á DR 2. Sendingin er partur av einari røð. Í send- ingunum verða ymisk tema tikin upp úr søguni, og nú var túrurin komin til at vitja Føroyar. Tað er Anton Gammelgaard, sum stílar fyri sendingini. Sendingin er skipað so- leiðis, at tvær duelantar siga sína útlegging av ymiskum málum innan søguni. Í hesum førinum eru tað Sjúrður Skaale og Rolf Guttesen, sum siga frá sínari útleggingini av søg- uni viðvíkjandi spurning- um um tey ríkisrættarligu viðurskifti. Tað er kanska óneyðugt at siga, at tað er Sjúrður Skaale, sum sigur frá teimum loysingarsinn- aðu sjónarmiðunum, og Rolf Guttesen hevur eina meira sambandssinnaðu út- legging. Eisini hava teir báðir hvør sítt vitni. Rolf Gutte- sen nýtir Anju Andreasen, søgufrøðing, og Sjúrður hevur leitað sær hjálp frá einum íslendskum profess- ara í Svøríki. Sendingin verður send í viku 43 á DR 2. Danmarks Radio stóran áhuga fyri Føroyum Anton Gammelgaard og hansara myndamaður hava ferðast runt í Føroyum saman við Rolf Guttesen og Sjúrði Skaale, sum skulu duelera um ymisk viðurskifti innan føroyska søgu C M Y K 14