Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 - 29. september 2001 17 Men gøtumenn ætla sær øll stigini ímóti sandoyingum, sum hava alt fólkið tókt FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen B71 fer til Gøtu seinna- partin í dag. Tá teir fara til hús aftur verður tað við vissuni um, at teir komandi ár skulu spæla í 2. deild, ella við vissuni um, at fjall- gongan fer at vera órógvað av tveimum dystum ímóti Skála. B71 er væl fyri. Teir hava allar teir tøkar, sum hava verið við nógvu tær sein- astu ferðirnar. – Vit fara at gera okkara besta. Um tað verður nóg mikið er eisini treytað av, hvussu tað fer at gangast hjá vágamonnum í Gunda- dali. Um hvørki teir ella vit fáa stig, so flyta teir niður. Men teir mugu ikki fáa meiri burturúr degnum, enn vit fáa. Annars verður galið hjá okkum, staðfestir Eli Hentze, liðformaðurin og toppskjúttin hjá B71. Fleiri eru burturfrá Í Gøtu er tað greitt, at Óli Hansen ikki verður við. Hann er leikbannaður. Í gjár var eisini sera ivasamt, um Henning Jarnskor og Poul Ennigarð vera við ímóti B71. Teir eru báðir staddir á flatlondum. Tey seinastu nógvu vikuskiftini hava teir flogið aftur og fram. Nú er alt avgjørt í toppinum, so tað kann vera, at teir báðir binda frið í vikuskiftinum. Sámal Joensen hevur vant bæði í síðstu viku og í hesi vikuni. Um hann verð- ur førur fyri at spæla í dag, vistu teir í Gøtu ikki fyrra- partin í gjár. Men teir undirstrikaðu, at GÍ fer at gera sítt. Alt annað hevði verið ov vánaligt – bæði ímóti gøtufólki og vága- monnum. Nógv bendir á, at fyrrverandi NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, komandi ár skal venja EB/Streym FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tá EB/Streymur seinna- partin í dag fer á vøllin í Runavík at avrunda besta kappingarárið hjá teimum nakrantíð, so verður tað samstundis síðsti dysturin hjá venjaranum, Bergi Magnussen. – Eg fari ongan veg, men eg ætli mær ikki at vera venjari komandi ár. Eg hevði ongantíð ætlað mær at vera venjari. Nú havi eg verið tað í tvey ár. Tað hevur verið hugaligt, men nú havi eg gjørt av at gev- ast, sigur Bergur Magnus- sen. – Vit hava verið sera fegin um, at Bergur tók liðið á seg í fjør, og at hann helt fram í ár. Hann hevur verið ein sera góður venjari fyri okkara lið. Vit skilja eisini, at hann gevst, men vit rokna við honum í framtíðini, sigur Magnus á Stongunum, sum er eitt av oddafólkunum í EB/ Streymi. Trygvi Mortensen, sum áður hevur spælt við og verið venjari hjá NSÍ, er upp á tal sum nýggjur venj- ari á Eiði: – Tað er rætt, at vit hava tosað við Trygva. Eingin sáttmáli er undirskrivaður, men tá vikuskiftið er farið afturum, rokna vit við, at tað verður greitt, um Trygvi verður hjá okkum, sigur Magnus á Stongunum, sum gleðist um, at fótbólturin hevur so stóran áhuga í Sundalagnum, og at áhugin fyri EB/Streymi nú tykist røkka til bygdir, har tey áður hava tikið á við øðrum feløgum. Hjá EB/Streymi eru allir spælararnir tøkir seinna- partin í dag. – Vit hava bara havt tvey leikbann í ár, og vit hava verið sera hepnir, tá tað ræður um skaðar. Vit hava bara vant tríggjar ferðir um vikuna. Tað vil siga, at spælararnir hava havt góða tíð at hvíla seg. Tað haldi eg hevur havt týdning, sigur Bergur Magnussen. Mannfall Dysturin í dag verður tann síðsti hjá Peturi Mohr – hann starvast dagliga á Eiði – sum venjari hjá NSÍ. Komandi ár verður Jógvan Martin Olsen venjari í Runavík. Talan kann verða um stórt mannfall hjá NSÍ. Gert Langgaard varð so mikið illa vøddaskaddur undir venjing í vikuni, at hann verður ikki við. Brynjolvur Nielsen og Arnfinn Langgaard hava ikki fingið vant í vikuni, og teir eru sera ivasamir. Tað er Ian Højgaard eisini. Djóni N. Joensen hevur ikki vant í fleiri vikur, men teir ætla at royna, um hann verður førur fyri at spæla. Hann hevur drigist við liðbandsskaða í fótinum. Kári Hansen hevur leingi verið skaddur, men hann hevur vant í vikuni, og teir vóna, at hann verður førur fyri at spæla. Tá NSÍ var á Mølini í 9. umfarinum, vann EB/Streymur 1–0. Mannfall er í Gøtu Báðir venjararnir siga farvæl í Runavík Ian Højgaard er ivasamur til dystin í dag, tá NSÍ rundar kappingina av í dysti móti EB/Streymi. Báðir venjararnir hjá feløgunum takka fyri seg Helgi Petersen og hinir í GÍ hava einki at spæla fyri, men B71 roynir at sleppa undan niðurflyting 17 16 Nr. 188 - 29. september 2001 Fleiri spælarar eru skaddir, og tað ger ikki uppgávuna lættari, tá vágamenn skulu vitja HB í Gundadali FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Mest kroysta liðið, sum fer at spæla seinnapartin í dag, er FS Vágar. Albert Ellef- sen, Jonhard Joensen og teirra menn skulu í Gunda- dal. Hvussu nógv tað akkurát verður neyðugt at fáa við vestur aftur er ikki heilt greitt. Men tað er greitt, at um FS Vágar skal hava nakran møguleika eisini komandi ár at spæla í bestu deildini, so skulu teir hava stig við til hús aftur. Um B71 einki fær í Gøtu, so verður tað nóg mikið hjá FS Vágum við javnleiki í Gundadali. Tá verður stiga- talið hjá FS Vágum og B71 tað sama, men FS Vágar verður hægri á endaligu støðutalvuni. Tað verða teir, tí teir hava staðið seg betri í innanhýsis dystunum. Tá FS Vágar í triðja um- farinum var á Sandi, vunnu vágamenn 1–0. Tá B71 í 12. umfarinum var í Mið- vági, var úrslitið 2–1 til heimaliðið. Skaðarnir Hjá vágamonnum stendur einki serligt til við fólki. Ímóti KÍ noyddist Tór– Ingar Akselsen at taka seg úr dystinum, tí hann hevði trupulleikar við fótliðnum. Tór–Ingar hevur ikki vant í vikuni, og hann verður ikki við í dag. Kim Poulsen sat skaddur uttanfyri ímóti KÍ, og hann er framvegis skaddur. Jón Nielsen var fyrr í vikuni noyddur at gevast at venja orsaka av skaða. Fyrra- partin í gjár vistu teir í Vág- um ikki, um hann verður tøkur í dag. Torkil Nielsen hevur ikki vant. Um hann kanska fer at hjálpa til, nú tað stendur heilt nógv upp á spæl, vistu teir ikki í gjár. – Vit vóna, at tað fer at eydnast at leingja kapping- arárið við tveimum dystum ímóti Skála, men tað verða ikki bara vit, sum skulu avgera, um vit skulu flyta beinleiðis niður ella ikki. Men vit vita, at tað verður neyðugt hjá okkum at fáa stig, ásannar Albert Ellef- sen. Hallur í vetrarfrí HB venjarin eitur framveg- is Ion Geolgau. Hann kennir væl annan av FSV venjarunum. Í 1999 var Albert Ellefsen hjálpar- venjari hjá rumenska venj- aranum í HB. Men Albert skal neyvan rokna við nakrari hjálp frá Ioni. Bæði hjá HB venjaranum og spælarunum ræður um at enda kappingarárið betri, enn tað hevur gingið nógvar tær síðstu ferðirnar. Hjá HB eru somu spæl- arar tøkir, sum hava verið tað tær seinastu ferðirnar. Undantakið er miðvallarin Hallur Danielsen. Gula kortið ímóti B36 hevði við sær, at hann er leikbann- aður og harvið farin í vetrarfrí. Tá HB í 9. umfarinum var í Miðvági, vann HB 4–1. Jákup er uppsettur Føroyski lands- liðsmálverjin, sum ikki enn veit, hvar hann skal spæla kom- andi ár, gleðir seg til topp- dystin ímóti Lillestrøm FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Í fyrsta dystinum, eftir at Jákup Mikkel- sen fyrr í summar kom til Molde, var mótstøðuliðið Ros- enborg. Ta ferðina endaði tað 1–1, og avrikið hjá Jákupi var góðtikið. Rosenborg er besta liðið í Noregi, og í morgin kemur næst- besta liðið, Lille- strøm, til Molde. Síð- ani fyrsta dystin hev- ur tað gingið upp og niður hjá Jákupi, men tað er eingin ivi um, at hann skal verja málið í morgin. – Felagið leggur stóran týdning í henda dystin, og mær dámar stak væl at spæla, tá nógv stend- ur upp á spæl, sigur Jákup Mikkelsen. Fyrr í vikuni bór- ust tíðindini, at Molde hevði skrivað sáttmála við 24 ára gamla svenska mál- verjan Eddie Gustafsson. Sagt verður um málverjan hjá Norrköping, at hann er kvikur á strikuni, og at hann stendur seg væl úti í brotsteiginum. Sáttmálin millum Molde og Eddie Gustafsson verður galdandi frá komandi kappingarári. Tað er eingin ivi um, at talan er um ein klassamál- verja, sum hevur skrivað sáttmála við Molde til og við 2004. Jákup Mikkelsen vil ikki siga nakað um, hvussu tað verð- ur við fótbóltsfram- tíðini hjá honum, men vit skilja á lag- num, at onkrir møgu- leikar hómast. Góð avrik í teimum fýra toppdystunum, sum eru á skránni tær næstu vikurnar, høvdu sjálvandi verið góð reklama. Bæði í B68 og í KÍ, sum sigur farvæl við Tomislav Sivic, eru allir spælararnir tøkir FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen B68 hevur ofta staðið seg væl í Klaksvík. Tey sein- astu árini hevur tað tó ikki gingið so væl. Men í dag vóna teir í B68, at tað í hvussu so er fer at eydnast teimum at fáa eitt stig. Um teir fáa stig, so vinna teir bronsumerkini, uttan mun til hvussu tað fer at spæla av hjá VB. Arnold Joensen er tøkur á gamla heimavøllinum, og tað eru allir hinir B68 spæl- ararnir eisini. Einki hevur enn verið at hoyrt um, um tað verður Jóannes Jakob- sen ella onkur annar, sum komandi ár skal standa á odda fyri B68, sum hevur ársveitslu í kvøld. Fleiri við aftur Tá KÍ sunnudagin var í Miðvági, var Jan Joensen ikki við, og yngri beiggi hansara, Allan Joensen, noyddist at taka seg av vøllinum. Tað noyddust Kurt Mørkøre og Alexand- er Djordjevic eisini. Úr Klaksvík frætta vit, at allir hesir hava vant í vikuni og tískil eru tøkir hjá Tomislav Sivic seinnapartin í dag. Dysturin í dag verður tann síðsti hjá KÍ við Tomislav Sivic við róðrið. Í Miðvági spældi Sivic sjálvur við. Hann var sera væl upplagdur, og hinir spælararnir hildu, at tað hevði verið hugaligt, um snillingurin hevði víst síni góðu evni í síðsta dystinum á heimavølli. Men tað verður ivaleyst torførari hjá KÍ og Tomislav Sivic at spæla ímóti toftamonnum, enn tað var at spæla ímóti FS Vágum. FS Vágar knýtir seg til vónina Toftamenn ætla sjálvir at avgera Rúni Nolsøe og hinir í HB skulu spæla ímóti FS Vágum, sum roynir at sleppa undan niðurflyting Tomislav Sivic verður fyri seinastu ferð at síggja á KÍ- liðnum, tá B68 vitjar í Klaksvík C M Y K 16