Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 188 - 29. september 2001 Tá tað sá út til, at liðið hjá Toda Jónsson var um at detta úr Europa Cup, var 35 ára gamli Heine Fernandez bjargingarmaðurin FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen FCK er framvegis við í UEFA Cup kappingini, og tað skulu teir vera glaðir fyri. Seinnapartin hósdagin vóru teir í Beograd. Í fyrra dystinum ímóti Obilic vann FCK 2–0, men í eina góða løtu hósdagin var stórur vandi fyri, at henda leiðslan ikki fór at verða nóg dygg at sleppa víðari í kappingini við. Umframt Toda Jónsson restaðu onkrir aðrir lykla- spælarar – eitt nú miðvall- arstríðsmaðurin Christ-ian Poulsen – og FCK arnir tóktust fyrsta lítla tíman rættuliga dølskir og sera lítið ágangandi. Heimaliðið kom á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá teir spældu seg ígjøgnum mitt fyri, og teir høvdu eisini aðrar møgu- leikar. Steðgurin mundi koma væl við hjá FCK, men bein- anvegin í 2. hálvleiki fingu teir ein orduligan framm- aná. Obilic økti til 2–0, og talan var um rættuligt pilta- liðs mál. Ein av heima- monnunum gyppaði av síðulinjuni í vinstru – hann var staddur miðskeiðis á FCK hálvuni – langt og høgt. Eingin vandi tóktist vera, tá FCK málverjin, Magnus Kilhlstedt – hann hevði onkrar góðar bjarg- ingar – fór út í bortsteigin at taka bóltin, men ólukku- tíð fyri FCK og serliga málverjan, so misti hann bóltin afturum seg, og so prikaði ein av heima- monnunum hann í málið. FCK spælararnir vóru rættuliga skelkaðir. Tí kom tað væl við, at luftin fór úr heimaliðnum, tá teir vóru komnir framum 2–0 og harvið høvdu javnað í samantaldu støðuni. FCK fekk spakuliga høvdið fyri seg aftur. Tað hevði stóran týdning at fáa útivallar- málið, sum Obilic ikki hevði fingið í Keypmanna- havn, og tað eydnaðist hjá FCK. Ikki bara eina men tvær ferðir. Heine Fernadez var bæði í dystinum í Parkini og í fyrradagin í álopsplássin- um hjá skadda Toda Jóns- son, sum var eftir í Keyp- mannahavn. Og 35 ára gamli veteranurin hevur nøs fyri málmøguleikum. Í Keypmannahavn skoraði hann bæði málini, og í Beograd var hann aftur upp á spæl. Tá eitt korter var eftir, minkaði hann um munin við góðum stútara, eftir at innskifti Carsten Fredgaard hevði lagt inn- fyri úr vinstru, og so javnaði hann við fluktara við handara stólpan, eftir at Carsten Fredgaard hevði lagt fríspark innfyri úr høgru. Danska pressan skýrdi í gjár Heine Fernandez fyri Holger Danska hjá FCK. Tá neyðin var størsti bóðu teir gamla mannin hjálpa til, og tað hjálpti! Marginalirnir ímóti Í Danmark eru teir ikki nøgdir við úrtøkuna í UEFA Cup hósdagin, sjálvt um eisini Brøndby spældi seg víðari. Brøndby megn- aði bara málleysan javnleik á heimavølli ímóti Olimpija Ljubljana, sum teir høvdu vunnið 4–2 ímóti á útivølli. At tað ikki eydnaðist hjá Brøndby at fáa øll stigini á heimavølli kann hava týdn- ing fyri, hvussu nógv pláss Danmark fer at fáa í UEFA cup kappingini komandi árini. FCK hevði tapt 3–0 á heimavølli ímóti Sporting Lissabon, men á útivølli stóðu teir seg væl. Tað var um reppið, at teir fingu stig. Eftir at hava verið aftanfyri 2–0, javnaðu teir, og portugisisku áskoðar- arnir vóru ikki blíðir við sínar egnu. Kortini eydn- aðist tað skelkaðu portugis- unum at skora til 3–2. Silkeborg hevði tapt 3–0 í Zaragoza, mena heima- vøllinum hilnaðist betri. Tá fimm minuttir vóru eftir stóð á jøvnum 1–1, men so ætlaðu teir í Silkeborg sær at vinna dystin. Zaragoza sektaði álopsroyndina og fór avstað við 2–1 sigri. Todi bíðar Í landskappingini fer FCK í morgin at spæla á heima- vølli ímóti Lyngby. Todi Jónsson verður ikki við í morgin, men hann vónar, at tað kanska fer at bera honum til at spæla, tá landskappingin aftur verður á skránni, eftir at Danmark komandi leygardag hevur spælt landsdyst ímóti Ís- landi. Felagið hjá Johan B. Hansen, OB, fær í morgin vitjan av Vejle, og Esbjerg, felagið hjá Christian Høgna Jacobsen, fer at vitja AB. So fæst at síggja, um góða gongdin hjá Esbjerg sein- astu vikurnar fer at halda fram. Botnstríðið hesa ferð verður í Århus, har Silke- borg fer at vitja AGF. Odda- liðið Brøndby fer at spæla á útivølli ímóti FCM, og í Viborg verður grannaupp- gerð, tá AaB kemur at vitja. Ein stórur partur av pengunum, sum Peter Schmeichel setti í felagið hjá Óla Johannesen, eru burtur FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Í morgin fara Óli Johanne- sen og liðfelagarnir í Hvid- ovre eitt sindur norður um Keypmannahavn at spæla landskappingardyst. Far- um, sum hevur stórar ætl- anir um superligufótbólt, og sum er við í toppinum, fer at taka ímóti. Eingin ivi er um, at heimaliðið verður roknað sum stórur favo- rittur. Hvidovre hevur bara sjey stig fyri fyrstu átta dyst- irnar, og teir stríðast fyri at halda seg omanfyri niður- flytingarstrikuna. Tað er langt frá dreymunum um superligu fótbólt og so til niðurflyting til 2. deild. Og nú ljóðar frá peningatroti í Hvidovre. Í 1999 keypti Peter Schmeichel meirilutan av partapeninginum. Málið var uppflyting, og at Hvid- ovre skuldi vera við til at seta dágsskránna í fremstu røð. Men síðani hevur tað roynst illa bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Helmingurin av partapeninginum er burtur, og um felagið ikki skal hava nýggjan parta- pening fyri neyðini, so s k u l u teir hava yvirskot í hesum árinum. Tað er óvist, um hetta fer at eydnast. Um Peter Schmeichel verður sinnaður at spýta meiri í er ikki greitt, men tað verður ikki mett serliga sannlíkt. Hann tók seg fyrr í ár úr nevndini, men ad- vokaturin hjá honum um- boðar framvegis Schmei- chel. Undir øllum um- støðum verður ikki roknað við, at Hvidovre fer at spæla nakran serligan leik- lut í donskum fótbólti. Og Schmeichel tykist trívast best, tá hann er við í toppinum. Gerandiskostur At donsku fótbóltsfeløgini eru fíggjarliga illa fyri tykist vera gerandiskostur. Í donsku pressuni hevur fyrr í summar verið at hoyrt um trupulleikar í AGF og Lyngby, í gjár hoyrdist, at B93 er illa fyri, og nú sást eisini, at Herfølge, sum Jákup Mikkelsen gjørdist meistari saman við fyri einum góðum ári síðani, er rættuliga illa fyri. Tað hevur verið tosað um, at felagið skuldi leggja saman við Køge, sum er hitt stóra felagið í Køge kommunu, men tær ætlanirnar eru lagdar til síðis, meðan John Faxe Jensen og teir stríðast við at loysa fíggjarligu trupulleikarnar. Talan hevur m. a. verið um lønarlækk- an. B93 skal í morgin spæla á útivølli ímóti Fredericia, og Randers Freja fær í morgin vitjan av Frem. FCK hekk í klønum tráði Hvidovre hevur trupulleikar Danska pressan skýrdi í gjár Heine Fernandez fyri Holger Danska hjá FCK. Tá neyðin var størsti bóðu teir gamla mannin hjálpa til, og tað hjálpti! Felagið hjá Óla Johannesen er í fíggjarligum trupulleikum Dystir og dómarar GÍ-B71 Lassin Isaksen KÍ-B68 Niklas á Líðarenda HB-FS Vágar Páll Augustinussen VB-B36 Oddmar Andreasen NSÍ-EB/Streymur Suni Johansen Allir dystirnir byrja klokkan 14.00 1. deild menn 1. B36 17 +41 46 2. GÍ 17 +30 39 3. B68 17 +14 30 4. VB 17 +18 27 5. NSÍ 17 0 25 6. KÍ 17 -11 24 7. HB 17 +3 20 8. EB/S 17 -12 16 9. B71 17 -32 10 10. FSV 17 -51 9 C M Y K 18 Nr. 188 - 29. september 2001 19 Oljufeløgini, sum bora við Føroyar í ár, hava gjørt sítt ítarsta fyri at forða, at leigan á sethúsum og íbúð- um er vorðin ov stór og hevur tað eydnast at halda hana niðri á einum rímuligum støði sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri OLJUVINNA OG ÍBÚÐIR Jan Müller - Tað er ikki rætt, sum tað fleiri ferðir hevur verið sagt, at oljufeløgini eru við til at trýsta prísirnar á íbúðarmarknaðinum upp og harvið eru við til at skapa stórar trupulleikar í føroyska samfelagnum. Hetta sigur føroyski stjórin í bretska oljufelagnum BP, Hjarnar Djurhuus við Sosialin. Hann heldur at- finningarnar móti olju- feløgunum vera órættvísar og ósakligar og metir hann tað vera spell, at eisini fólkavaldir politikarar nú birta uppundir hetta sama. - Teir áttu at vitað betur og kundu kannað viðurskiftini, áðrenn teir líkasum vilja hongja oljufeløg út. Við hesum sipar Hjarnar Djur- huus m.a. til fyrispurn- ingin, sum tingkvinnan Anita á Fríðriksmørk hevur sett Eyðun Elttør, lands- stýrismanni um sosialu árinini av oljuvinnuni. Hjarnar Djurhuus heldur tað vera í fínasta lagi, at vit fáa eitt orðaskifti um hesi viðurskifti men so skal tað eisini byggja á vitan og veruleika. Hann vísir á, at vit enn eru í einum leiting- arskeiði, sum ikki hevur serlig árin á samfelagið annars. Og hvat íbúðar- spurninginum víðvíkur, so eru oljufeløgini sera bevíst um teir trupulleikar, sum kunnu koma fyri, um tey ikki bera seg rætt at. Tí hava føroysku stjórarnir í BP, Statoil og Amerada Hess eisini tosað saman um at ansa eftir ikki at yvir- bjóða og trýsta leiguprísir- nar upp, so tað kann hava negativ árin fyri allan íbúðarmarknaðin. –Vit hava alla tíðina tosað um prísir og hava verið samdir um at halda prísunum niðri. Hjarnar Djurhuus upp- lýsir, at BP hevur leigað tvey hús, eitt í Havn og eitt inni á Nesi í Eysturoynni og síðani tríggjar íbúðir. Meðalprísurin er 6.800 kr. og tá eru íbúðirnar væl útgjørdar og í sera góðum standi. Hetta heldur hann vera ein sera rímuligan prís. Hjarnar Djurhuus sigur seg annars hava hoyrt nógvar søgur um methøgar leigur, ið tó púrt einki hava við veruleikan at gera. BP stjórin loyvir sær eisini at ivast í, um so fá hús ella íbúðir eru at fáa til leigu. –Vit hava í hvussu er fingið eina rúgvu av húsum boðin, sum vit kortini ikki hava viljað havt, deils tí at vit hava ikki havt brúk fyri teimum og tí tey hava verið alt ov dýr. M.a. hava fólk ringt og bjóðað hús fram til 20.000 kr. um mánaðin. Skeiv adressa. Ikki veruleiki Í fyrispurningi sínum til Eyðun Elttør sigur ting- kvinnan Anita á Fríðriks- mørk m.a.: “Vónirnar til eina komandi oljuvinnu hava longu sett gongd á tað avleidda virksemið, sum m.a. hevur verið við til at økt um fólkavøksturin og verið við til at eggja fólki og serliga føroyingum til at flutt heim til Føroya. Henda brádliga øking í fólkatal- inum hevur elvt til rættiligt trýst á húsamarknaðin og húsaprísirnar, og tað er ikki óhugsandi, at júst hetta kann koma at vera við til at økja um stættarmunin í okkara samfelag.” Hjarnar Djurhuus ristir á høvdið og sigur, at hetta hevur einki við veruleikan at gera. -Sum sagt hava vit í oljufeløgunum tosað sam- an um hetta og eru samdir um at halda prísinum niðri. Hvat viðvíkur økta fólka- vøkstrinum orsakað av vónunum til oljuvinnuna sigur Hjarnar Djurhuus, at hetta heldur ikki er heilt beint. - Eg kann bert úttala meg vegna eitt oljufelag. Vit hava samstarv við Atlantsflog, Faroe Dane, ESVAGT Tór oo. og eg dugi illa at ímynda mær, at hetta samstarvið hevur økt munandi um manningina. Á skrivstovuni eru vit bert tvey føst fólk, restin eru útlendingar, sum bara eru her fyri eina tíð. Hví verður ikki heldur sett fokus á eitt nú øll tey nýggju størvini hjá tí almenna og aðrastaðni í vinnuni sigur hann og spyr, hvørjar kanningar annars undirbyggja niðurstøðuna hjá tingkvinnuni. - Herfyri úttalaði Randi Frederiksberg, sum hevur gjørt serritgerð um árin frá oljuvinnu seg til Sosialin og segði, at longu vónirnar til eina oljuvinnu kunnu síggjast aftur í samfelag- num so ella so. Og at alt ov lítið verður gjørt við at kanna og tosa um sosialu árinini frá hesi vinnu. Og sambart skránni hjá Sjón- varpinum sigur Suni á Dalbø, samfelagsfrøðingur og oljuráðgevi í eini send- ing í SVF mánakvøldið, at vit hava ongan oljupolitikk og øll orsøk er til at rópa varskó. Heldur tú, at orsøk er til at rópa varskó? - Sjálvandi skulu vit vera til reiðar at møta teimum nýggju avbjóðingunum, men eg fari at siga sum løgmaður í ólavsøkurøðuni, at vit skulu taka tað eitt sindur róligt og ikki leypa fram av hvørki so ella so. Hjarnar Djurhuus vísir annars á, at tað eru sjálv- andi útlendsk feløg, sum hava samstarv við vinnuna her og sum hava fólk her, men hann kann illa hugsa sær, at hetta skal hava havt nakrar týðandi avleiðingar og serligan fólkavøkstur við sær. -Vit mugu gera okkum greitt, at talan er um royndarboringar, sum vit ikki vita geva nakað. Tí kann eg illa ímynda mær, at feløg og virki hava gjørt so nógv burtur úr longu, at hetta hevur havt við sær stóra øking í fólkavøkst- rinum. Hjarnar Djurhuus heldur vit mugu ansa eftir ikki at yvirmeta týdningin av eini leiting. Verður nakað funn- ið ganga kanska upp til fimm ár til ein framleiðsla byrjar. –So eftir míni metan er eisini góð tíð til at fara undir at fyrireika okkum betri og at seta í verk ein oljupolitikk eftir tí tørvi tá verður fyri slíkum – tá oljan er staðfest. Men verð- ur olja funnin, so er greitt, at tað skal ganga rímuliga skjótt at taka avbjóðingar- nar upp. Føroyingar við Hann heldur annars, at før- oyingar hava verið ótrúliga nógv við allastaðni á messum, skeiðum, fundum ol. har møguleiki hevur verið at kunna seg við hesa nýggju vinnuna. Nú seinast í Hetlandi. Og haraftrat hava fakfólk úr útlandinum verið her. - Politikararnir hava eisini verið nógva staðni og kunnað seg um hesa vinnu, so at siga, at fólk og politikarar eru ófyrireikað meti eg ikki at vera rætt. Hjarnar Djurhuus skilur heldur ikki atfinningarnar móti teimum, sum stýra oljuvirkseminum í Føroy- um. – Eg kann bert siga, at fólk, sum hava verið innan oljuøkið í nógv ár, eru rættiliga ovfarin av, hvussu væl oljufyrisitingin hevur kunnað handfarið tingini og hvussu skjótt hon innan fyri eitt stutt tíðarskeið hevur kunnað klárað alt hetta við lóggeving, skatti ol. Tí er tað nokkso skuffandi, at politikarar og fólk, sum áttu at havt innlit í hesum, eru so negativ. Hjarnar Djurhuus vísir á, at BP hevur tikið stig til eina frágreiðing av nettupp møguligum sosialum árin- um og er hon so gott sum liðug. Ætlanin er at kunn- gera hana í vetur, møguliga á oljuráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahús- inum í november. Tað er bretski stovnurin Menas, sum stendur fyri arbeiðin- um og hevur hann sam- starvað við Fróðskapar- setrið. Tá fokus verður sett á útlendsku oljufeløgini og teirra leiklut og ávirkan á føroyska samfelagið, held- ur Hjarnar Djurhuus, at tað átti at verið ein góð trygd hjá samfelagnum, at hesi feløgini hava sett føroy- ingar í ábyrgdarstørv sum stjórar oa. Hesir vilja kunna gera sína ávirkan galdandi, har tað er tørvur á tí. - Men so vil onkur siga: at skulu tit velja, so tæna tit heldur útlendsku áhuga- málunum enn føroyska samfelagnum! - Eg kann sjálvandi ikki úttala meg fyri onnur, men tað er púra greitt, at eg eri fyrst føroyingur og so arbeiði eg fyri eitt ella annað felag. BP-stjóri: Vit trýsta ikki leigurnar upp Hjarnar Djurhuus 19