fríggjadagur 27. februar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 • 27. februar 2009
21
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús drekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Boschendal, Western
Cape, Chenin Blanc 2007
Uppruni: Turt hvítvín úr
Suðurafrika
Ummæli: Gulgrønur glógvandi
litur. Frískligur angi við brá av
grønum súreplum, lime, melón
og fersku. Leskiligur og turrur
smakkur við tónum av grø-
num steinfruktum og ikki sørt
tropiskt eftirbragd av ananas.
Men eisini ein keðiligur beiskur
eftirsmakkur og tey 14 prosen-
tini brenna nakað í gómanum.
Røkkur ikki til meira enn tríg-
gjar.
Kostnaður: Kr. 83,50
Skoðsmál:
Mezzacorona, DOC Tren-
tino, Pinot Grigio 2007
Uppruni: Turt hvítvín úr Italia
Ummæli: Bleikur glógvandi
gulur litur. Lættur og elegan-
tur angi av grønum súreplum
og okkurt appilsin-kent. Lætt,
leskiligt, fruktakent og turt vín
við subtilum tóna av onkrum
royktum. Neyvt og reint. Rími-
ligur prísur. Fullkomna vínið til
ein Cesar Salat, Salade Niçoise
ella ein góðan ost (ikki ov
ræstur).
Kostnaður: Kr. 86,00
Skoðsmál:
Espiritu de Chile,
Cabernet-Carmenère
Uppruni: Turt reyðvín úr Kili
Ummæli: Djúpur kirsuber-
reyður litur. Kraftmikil angi av
sólber og sjokolátu og so eitt
ordans gúpp av sprellivandi
bromberum og lakres. Smakku-
rin er sum so oftani í posavíni
nakað bleytur og saftkendur,
men Carmenère-drúvan heldur
í oyruni á hesum víni , at tað
ikki smokkar saman. Væl úr
hondum greitt til rímiliga prísin.
Fýra stórar.
Kostnaður: Kr. 213,00 (3L=4
fløskur)
Skoðsmál:
Gran Familia, DOC
Rioja
Uppruni: Turt reyðvín úr
Spania
Ummæli: Kirsuberreyður litur.
Her bresta saman tónar av
berfrukt, krydd og so vanilja frá
fatlagring. Smakkurin somu-
leiðis illa samansjóðaður. Her
hendir ov nógv í senn, sum
tíverri ikki spælir saman. Frísk
myrk berfrukt, heit kryddarí og
ein næstan vamlisligur vanil-
jutóni. Óharmoniskt.
Kostnaður: Kr. 75,00
Skoðsmál:
Hvat vín hóskar at drekka
afturvið salatum?
Hendan spurning fái eg ikki
so oftani. Vit knýta vanliga vín
til ein góðan búff, men tað
kann sanniliga vera leskiligt
við løttum elegantum hvítvíni
afturvið spennandi salat.
Mest týdningamikla fyrivarni
í mun til at velja vín er dres-
singin. Er nógv edika, sinnop
ella hunang í dressingina kann
tað køva fruktina í vínið.
Italsku hvítvíns-sløgini av Pi-
not Grigio-drúvuni har norðuri
í Trentino-Alto Adige hepnast
serliga væl sum salat-vín. Tey
kunna vera løtt og gerandislig,
men í summum førum dansan-
di elegant og kortini eiga magn
í sær, sum matchar flestu olju/
ediku-dressingar.
Kommunulæknin hjá mær,
ið er íðin fjalla-klintrari, plagar
at ferðast til Dolomitturnar
í Trentino-Alto Adige lands-
partinum. Hann fortelur altíð
hugaheitur um hesi sjáldsama
vøkru fjøll og dalar. Og hann
gloymir ongantíð at siga frá
mat- og vín-upplivingarnar.
Fríska grønmetið, spennandi
ostarnir og so ikki minst leski-
liga Pinot Grigio-hvítvínið.
Pinot Grigio-drúvan kenna vit
eisini í Fraklandi (Alsace) sum
Pinot Gris og í Týsklandi sum
Grauburgunder.
Salat-vín