fríggjadagur 27. februar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 41 - 27. februar 2009
Í Beitinum
Felagshúsini hjá Vága Dansifelag, húsini í Beitinum
í Miðvági, hava seinnu árini staðið undir umvæling.
Nú er komið so mikið áleiðis, at farast kann undir at
fáa innbúgv til vega. Eitt innsavningartiltak verður í
Keypssamtøkuni í Miðvági leygardagin 28. februar
Húsini hjá Vága Dansifelag í Beitinum í Miðvági hava
verið gjøgnum eina rættiliga umfatandi og
kostnaðarmikla umvæling. Nú byrjar so smátt endi at
síggjast á, og eftir er nú at innrætta húsini. Men tað
kostar eisini pengar, so nú er at leita eftir einum ella
fleiri góðum sponsorum.
Í dansihølinum í neðra er opið upp í tróðrið, sum alt
er klætt við timbri, eins og bitarnir eisini eru. Gólv og
veggir eru eisini úr timbri.
Í húsinum er ein dansistova, og so er avskildrað inn í
køkin, eins og ein lítil gongd inn til wc er beinleiðis úr
dansistovuni. Garderoba er í dansistovuni, og eitt
goymslurúm inn frá køkinum.
Fyrsta takið verður nú at fáa innbúgv, sum skal vera
borð og stólar, í dansistovuna, og køksútgerð so sum ein
ella tveir komfýrar við eimhettu, eitt køliskáp og ein
mikrobylgjuovn, so farast kann undir at leiga húsið út
fyri at fáa nakað av brúkta peninginum innaftur.
Leygardagin 28. februar kl. 09.30 skipar Vága
Dansifelag fyri tombola í Føroya Keypssamtøku í
Miðvági. Hendan dagin er ókeypis at koyra gjøgnum
Vágatunnilin.
Nú hevur Pastell í Sandavági
skift teir gomlu antikk
møbl arnir út við skógvar.
Handilin, sum av fyrstani
tíð var antikkhandil, er nú
broyttur til ein skógva og
stell handil.
Fyri stuttum lótu báðir
skógvahandlarnir, sum vóru
í Vágum aftur, og hevði
hetta við sær, at eigarin av
Pastell, Turid Davidsen, fór
at hugsa aðrar leiðir við
sín um handli, tí hon helt, at
ein skógvahandil átti at vera
í Vágoynni.
Handilin, har Pastell hús
ast, er tí júst umvældur og
er nú ein sera snotiligur
skógva handil, sum bjóðar
skógvar til allar aldurs bólk
ar.
Merkini, sum handilin
umboðar, eru Khrio, Bella
Moda, Marco Tozzi, Blend,
Kawasaki og Kennedy.
Øll merkini eru ikki
komin í handilin enn, men
eru tó ávegis. Longu nú ber
tó til at síggja myndir og
bíleggja
skógvarnar
frá
Pastell, áðrenn teir koma til
landið. Hetta kann gerast
við at vitja heimasíðuna
pastell.fo
Pastell er einasta umboð
fyri Khrio, Bella Moda og
Blend og verða bert fá pør
av hvørjari stødd bíløgd
heim í handilin, soleiðis at
kundin ikki nýtist at verða
bangin fyri at síggja fleiri í
sama slagi av skóm, sum
hann sjálvur.
Pastell selur eisini tað
væl umtókta italienska stell
ið, Deliciouse, frá Rice og
har afturat serligt kaffe og
te.
Tá ókeypis er at koyra
gjøgnum tunnilin kemur
nógv fólk á gátt hjá Pastell,
og verða tey tá boðin at
smakka kaffi, sum handilin
selur, og fáa fær okkurt gott
aftur við.
Í samband við tunnils
dag in eru góð tilboð í
Pastell, og enn er nakað av
antikkmøblum í handlinum,
og verða teir seldir við 40%
í avslátturi.
Pastell í nýggjum hami
Vælkomin vestur
leygardagin
vit hava opið
til kl. 22.00
Nógv Nýtt til várið komið
Sorella
í Bygdini 3
380 Sørvágur
Tel. 333641
FO-370 Miðvágur · Tel. 333011
nógv nýtt heimkomið
nógv góð tilboð
Leygardagin 28. februar er opið til kl. 23