fríggjadagur 27. februar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 • 27. februar 2009
Hvør dámar ikki vanilja? Hesin
aroma, ið finst í fleiri matvørum
og -rættum og sum kann lyfta
dessertir uppá hægstu tindar.
Men hvussu sansa vit vanilja?
Tað er ein spurningur um lukt!
Tað er hann sjálvur, olfactorius,
luktinervin úr heilanum, ið
sansar, at okkurt er í luftini.
Hóast vit halda okkum smakka
vanilja, so er tað also nøsin, ið
fremur uppgávuna.
Eg havi nevnt tað fyrr.
Menniskjað í dag kúgar
luktisansin hjá sær!
Vit eru alt ov lítið tilvitaði
um hvussu matur og drekka
luktar. Alt verður bara svølgt.
Vælsignaði gevið tykkum
stundir at lukta til tað, ið tit
eta og drekka, meðan tit eta
og drekka. Leggið til merkis
hvussu nógv meira samansett
heildarupplivingin gerst.
Vanilja er luktur í heimsflokki.
Parfumu-ídnaðurin brúkar
vanilja í stórum stíli.
Menniskjað roynir tíverri eisini
at eftirgera alt sum náttúran
gevur okkum. Serliga um tað
er sjáldsamt og dýrt. Soleiðis
er við vanilju. Mat-ídnaðurin
dugir at gera vanillin, sum er
eftirgjørda útgávan. Hetta er
tað, sum er í forlornu vanilju-
dropunum.
Ektað vanilja er sera samansett
krydd við hundraðtals
aromatiskum tónum. Einfalt
eftirgjørt vanillin kann ongantíð
samanberast við ektaðu
vaniljuna.
Ektað vanilja er fermenteraði
og turkaði bjølgurin av orkidé-
plantuni, Vanilla planifolia.
Tað er drúgt og umfatandi
at framleiða vanilju. 12-15
mánaðir tekur tað til vøran
er liðug. Upprunaliga stavar
henda orkidé frá Miðamerika,
men í dag veksur hon
nógvastaðni í tropunum, -
serliga á oynni Madagaskar út
fyri Afrika. Kendast er ivaleyst
Bourbon-vanilja, ið stavar frá
fronsku oynni Réunion í indiska
havinum (Bourbon er gamla
heitið á oynni). Skal góðskan
vera í topp, so er polynesisk
vanilja heilt framúrskarandi
og ørandi forførandi.
Polynesiskar vaniljustengur eru
fingratjúkkar, leðurkendar og
lekrar hjómutar at nema við.
Hevur tú ikki roynt ektaða
dygdar-vanilju áður, men
hevur svorið til droparnar, so
er vandi á ferð. Fyrstafloks
vaniljustengur hava kollveltandi
eginleikar. Tað er ikki
óhugsandi at polynesisk vanilja
kann elva til paradigmu-skift
í tínum hugaheimi í mun til
hvussu tú fert at hugsa um
matvørur framyvir. Tað er so
stórur munur á topp og botn
her, at tað er skelkandi.
Sum nevnt stavar vaniljan
upprunaliga úr Miðamerika.
Tað ger kakao-bønan eisini.
Maya-indianarir gera ein drykk
burtur úr hesum báðum.
Havi sjálvur roynt hann, tá
ið eg búði í Miðamerika. Tað
er ein av mest fantastisku
samansetingum, ið finnast her
á fold.
Roynið sjálvi! Keypi fyrstafloks
myrka sjokolátu, eitt nú
Valrhona Guanaja, Manjari
ella Caraibe. Bráðna varliga
í vatnbað og rør síðani góða
mjólk í og eina polynesiska
vaniljustong. Unnið tykkum
hesa uppliving eina ferð í
lívinum.
Men hvussu brúka vit
vaniljustongina í matgerð?
Tað er fyrst og fremst evarsku
lítlu krunkasvørtu fræini inni
í myrkabrúna bjølginum, ið
vit nýta. Sker bjølgin sundur
eftir longd og skava síðani
kornini úr við einum knívi.
Gloym ikki bjølgin! Hann er
eisini á tremur við aroma. Eitt
nú hóskar hann væl til at gera
vaniljusukur burturúr. Stoyt
melis ella fínt rør-sukur í eina
glas-krukku (við lufttættum
loki) og sker so “tómu”
brúktu vaniljustengurnar í
bitar og blandið væl saman.
Tú fert aldrin at keypa liðugt
vaniljusukur aftur!
Skoðsmálini í dag eru latin í
mun kraftleika og samanseting
í anganum.
22
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mortan í Hamrabyrgi
um mælir mat úr føroysku
matvøru handl unum.
Skoðsmálini eru latin í
mun til góðsku.
Fuerte Ekstrakt
(Miklagarður)
kr. 18,95/80 mL (kr. 236,88/L)
Eftirgjørdir vaniljudropar.
Fari bert at siga sum gamli
matematikk-lærarin hjá mær í
Hoydølum plagdi at taka til, tá
ið matematikk-prógvini vóru
meira enn ivasom: Uha!
Urtekram Vistfrøðilig
(Miklagarður)
kr. 46,95/6 g (2 stk) (kr. 7.825/kg)
Tvær tunnar, troyttar og inn-
turkaðar stengur. Men í lætta
anganum eru tó einstakar
volatilar dygdir.
Chokolade Compagniet
Polynesisk (Miklagarður)
kr. 51,95/8 g (1 stk) (kr. 6.494/kg)
Ein stór saftspent “leður”-pylsa
av tí aðru verð! Tummil-tjúkk,
saftspent og lekkur at nema
við. Super-samansettur angi,
ið ikki kann lýsast, men skal
upplivast. Polynesisk vanilja er
heimsins besta.
Änglamark Vistfrøðilig
(FK)
kr. 19,95/3 g (1 stk) (kr. 6.650/kg)
Kløn og turr stong. Sera lættur
angi, tó við ávísum dygdum.
COOP
(FK)
kr. 19,95/6 g (2 stk) (kr. 3.325/kg)
Meira sevjumiklar stengur.
Meðal kraftmikil angi, men ikki
so samansettur.
Dr. Oetker Essens
(Miklagarður)
kr. 13,95/38 mL (kr. 367,11/L)
Eftirgjørdir vaniljudropar. Eitt
lot av “the real thing”, men
annars: gloym tað!
Tørsleffs
(Miklagarður)
kr. 22.95/6 g (2stk) (kr. 3.825/kg)
Saftigar stengur við rættiliga
kraftmikla parfumu. Hóast
angin ikki er heilt so samanset-
tur, so er talan um góða vøru.
Dr. Oetker Vistfrøðilig
(Miklagarður)
kr. 29.95/6 g (2stk) (kr. 4.992/kg)
Nakað tunnar og turrar sten-
gur. Angin hevur miðal kraft,
men er eftir mínum tykki “skei-
vur”. Eftirbragd av onkrum
vamlisligum rosinu-kendum.
Ræstar orkidéir – vanilja