mánadagur 2. mars 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 42 - 2. mars 2009
Fríggjadagin var
reiðaríið Framherji
á Toftum drigið fyri
rættin. Ákærurnar
ljóða uppá, at skipini
hjá reiðarínum, Fagra
berg og Høgaberg, í
august 2006 verða løgd
undir at hava veitt
614 tons ov nógv av
norðhavssild. Anfinn
Olsen, reiðari, metir
báðar partar vera í eini
óhepnari støðu
RættaRmál
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Kravið frá ákæruvaldinum
var, at veiðan verður kon
fiskerað, og at skipini skulu
sektast við bót, tí tað í 2006
hevur fiskað 614 tons fleiri
av norðhavssild, enn hvat
kvotan hjá reiðarínum var.
Bótin, ið kann koma, kann
ljóða uppá umleið ein milli
ón krónur.
Hetta ætlar reiðaríið at
gjalda um tað verður dømt,
men Anfinnur Olsen, reið
ari, metir, at báðir partar
standa illa, tí hetta er ein
trupulleiki, ið kann henda
fyri øll skip.
Vit hava eina kvotu á
umleið 12.000 tons av norð
havssild, og at vit fara 200
tons framvið er ikki nógv.
Hin møguleikin er, at vit ikki
kunnu fiska kvotuna upp,
staðfestur reiðarin. Restin av
hesum 614 tonsunum komu
sambært reiðaranum í einum
øðrum háli, har teir veiddu
eftir svartkjafti.
Vit kunnu ikki gera við,
at svartkjaftur og sild ferð
ast í nøkulunda somu støð
um, so eg dugi ikki at
síggja, hvussu vit skulu
verja okkum fyri, at fáa sild
í, tá vit veiða svartkjaft, vís
ir Anfinnur Olsen á.
Fylgja lógini
Anfinnur Olsen vísir somu
leiðis á, at hann ikki hevur
nakran trupulleika við Fiski
veiðieftirlitinum,
ið
tók
skipini.
Teir mugu sjálvandi
fylgja lógini, so eg veit ikki,
hvat mann skal gera. Lógin
er innrættað soleiðis, at
antin kann mann ikki veiða
alla kvotuna, ella veiðir
mann ov nógv, staðfestir
Anfinnur Olsen, sum vísir
á, at tað hevði verið ein fyri
munur, um mann kundi far
ið eitt sindur framvið kvot
uni, tí tað er ógjørligt at
vita upp á tonsið, hvussu
nógv er í trolinum. Hann
heldur somuleiðis, at mann
kundi gjørt soleiðis, at
skipini fingu eina skipan, at
tað mann fiskaði ov nógv
árið frammanundan, fekk
mann minni árið eftir.
Eg veit ikki, hvat eg
skal siga. Eg haldi bara, tað
er ein óheppin skipan, sigur
reiðarin.
Aðrar fyritreytir
Ein møguleiki, ið kann syrgja
fyri, at málið koppar til
fyrimuns fyri Framherja, er,
at tað fyrr hevur verið loyvt
at flyta sildakvotur ímillum
tað, ið er norðanfyri 62 stig
og tað ið er sunnanfyri, har
reiðaríið hevur havt loyvi at
veiða eini 2000 tons.
Tí skal Fiskivinnumála
ráðið eisini upp í málið, tí
soleiðis kann mann stað
festa, um nakar møguleiki
er fyri, at skipið í veruleik
anum ikki hevur veitt 614
tons ov nógv.
Málið útsett
Tá málið var fyri í rættinum
fríggjadagin, var ein trupul
leiki, at vitnið frá Fiskiveiði
eftirlitinum hevði forfall.
Hetta hevði við sær, at
avgjørt var at útseta málið.
Tað vil siga, at ein nýggjur
rættarfundur verður.
Bólturin liggur hjá
ákæruvaldinum nú, og tað
vil siga, at málið ikki var
ordiliga greitt frammanund
an. Nú fingu vit so ein upp
lýsandi fund, og so mugu
vit síggja hvat hendir, tá
málið kemur fyri aftur, vísir
Jóannes Madsen, dómari í
málinum, á.
Tað var fríggjadagin, at reiðaríið Framherji við skipunum Høgabergi og Fragrabergi varð drigið
fyri rættin, fyri at hava veitt 614 tons ov nógv av sild í 2006
Framherji kravdur eftir
einari millión krónum
www.2improve.fo
Lean-skeið
Les meira á
SUM LEAN STJÓRI
- á fremstu menningarleið
Lean hugsanin
Organisationsformur og mentan
Úrslit við Lean
Stjóraleikluturin