Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 42 - 2. mars 2009 Sum fyrsti bankin í Føroyum kann Føroya Banki nú bjóða kundum sínum banka tænastur um fartelefonina. Tað er før oyska fyritøkan Globi Sp/f hjá Regin Dals gaard, sum hevur ment skipanina BANKATÆNASTA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað byrjaði mest sum púra til vildarliga, tá Regin Dals­ gaard og Súni Schwartz Jacob sen komu at sita sam­ an umborð á flogfarinum til Dan markar. Tá nýtti Regin Dals gaard, sum er stjóri í KT­fyritøkuni Globi Sp/f , høvið at greiða stjóranum í Føroya Banka frá einum hug s koti hann hevði um at menna eina sms­tænastu til net bankan, sum kundi av greiða mest vanligu tænastur nar, sum banka­ kundar hava. Hálvt ár seinni setti bankin seg í samband við Regin aftur, og síðani tá hevur fyritøkan arbeitt við at menna hesa tænastuna, sum í morgun varð løgd fram á kunnandi fundi í banka num. Talan er um eina víðari menn ing av netbankanum, sum føroysku peninga­ stovna rnir fyri nøkrum árum síðani kundu bjóða kund um sínum. ­ Sjálv menningin av tele bankanum hevur tikið áleið tvey ár, og skipanin er øðr vísið enn tær líknandi tele tænastur, sum aðrir bank ar kunnu bjóða sínum kund um. Størsti munurin er, at hendan tænastan gongur um sms­skipanina. Hetta ger tænastuna munandi meira brúkara vinar liga, eins og trygdin er nógv betri enn tær skipanir, sum eru á marknaðinum í dag, sigur Regn Dalsgaard. Fyri bankan hevur tað havt týdning, at teir nú eru í fremstu røð, tá tað ræður um tænastur til kundar sínar. ­ Øll hava eina bankakonti í dag, og øll hava eina far­ tele fon, so tað er ein náttúr­ lig útbygging av net banka­ num, sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka. Virkar allastaðni Tað einasta, sum kundin skal hava, er netbanka og eina fartelefon, so kann hann koplast á nýggju skipan ina við tele banka­ num. ­ Við fáum undantøkum kunnu allar fartelefonir nýtast til hesa skipanina, og hevur tú netbanka framman undan, virkar tænastan alla staðni, har samband er til far telefonina, sigur Regin Dals gaard. Hetta merkir so, at tær ikki longur nýtist at hava eina farteldu við hondina, fyri at greiða mest vanligu banka ørindini. Tað, sum skipan in kann avgreiða, er at kanna saldo, gera flyt­ ing ar, síggja seinastu bók­ ingar og yvirlit yvir kontur. Tó er tað soleiðis, at tú framman undan skal hava tastað inn og góðkent tær konti, sum tú kanst flyta til. Um vegis skipanina hjá Globi verður so umbøn send um flyting til Elektron, og fá sekund seinni fær tú so boð aftur um, at flytingin er framd. ­ Hetta er ein skipan, sum í dag nøktar 80% til 90% av tí tørvi, kundin hevur á banka tænastum, sigur Súni Schwartz Jacobsen. Ofta eru nýggjar tænastur á fartelefonini vendar móti yngru brúkarunum, og tað verður hendan tænastan við tele bankanum fyri so vítt eisi ni, men kortini ikki ein­ síðugt. ­ Vit rokna ikki við, at okkara vinnukundar fara at brúka hesa tænastuna tað heilt stóra, í hvussu er ikki at byrja við, men vit hava 18.000 aðrar konti hjá privat fólki, og tað er fyrst og fremst fyri at veita hes­ um eina betri tænastu, at vit nú bjóða telebankan fram, sig ur Súni Schwartz Jacob­ sen. Stórar møguleikar Regin Dalsgaard, stjóri í Globi Sp/f, sum hevur ment hesa tænastuna, sær ógvu­ liga stórar møguleikar við henni. ­ Hetta er ein tænasta, sum virkar um sms­skipan­ ina. Tað gevur fleiri fyri­ munir, eitt nú ein munandi størri tryggleika, enn aðrar líkn andi tænastur kunnu bjóða. Hartil arbeiðir hend­ an skipanin eisini nógv skjótari enn aðrar líknandi tænast ur, sigur Regin Dals­ gaard. Hann vísir á, at tænastan hjá eitt nú Danske Bank virk ar við einari 40 sifraðari kotu sum gongur um gprs­ skipan ina, og sum kann av lurtast. Sama er við øðr­ um wap­skipanum, sum aðr ir bankar nýta. ­ Hendan skipanin um sms­skipanina er púra trygg og kann ikki avlurtast. Hon er eins trygg sum nýtslan av FR­VISA korti, sigur Regin Dalsgaard. Hann skýrir nýggju tænast una sum bæði slóð­ brót andi og kundavinarliga, og tað er eitt stórt frambrot inn an tøknina at kunna veita eina so kundavinarliga og trygga tænastu. Stjórin í Globi vónar, at aðrir bankar – eisini út lendskir – fara at leggja til merkis nýggju tænastuna, og hann sær stórar møgu­ leikar í at hendan skipanin kan gerast ein útflutnings­ vøra. ­ At hava fingið eina so góða og virðismikla referan su sum Føroya Banka hevur ógvuliga nógv at siga, og tað hevur sera stóran týdning fyri eina fyri tøku sum okkara, sigur Regin Dalsgaard. Skipanin byrjar at virka í dag, varð upplýst á kunn­ andi fundi í Føroya Banka í morgun. Føroya Banki bjóðar telebanka Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka, og Regin Dalsgaard, stjóri í Globi Sp/F, á kunnandi fundi um nýggju telebankatænastuna í morgun Mynd: Álvur Haraldsen Ganga og svimja til Norðpólin Leygardagin vórðu tríggir bretar settir niður á ísin einar 1.100 kilometrar norðan fyri kanadisku strondina. Oddamaður teirra er tann 46 ára gamli Pen Hadow, og við sær hevur hann 44 ára gomlu Ann Daniels og 40 ára gamla Martin Hartler, skrivar BBC. Ætlanin er, at teir skulu ganga og svimja haðani til sjálvan Norðpólin, og eftir ætlanini skulu teir koma á mál í mai mánaði. Við sær hava teir serliga útgerð, sum ger, at teir kunnu máta, hvussu tjúkkur ísurin er. Vísindafólk hava sagt, at við verandi gongd verður eingin ísur eftir á Norðpólinum innan ladarskiftið. Lýsa eftir sjúkrarøktar- frøðingum í Íslandi Herfyri skrivaðu vit, at norska heilsuverkið lýsir eftir læknum úr Íslandi. Nú skrivar Morgunblaðið, at eitt norskt felag, sum leitar eftir fólki til ymisk arbeiði, er farið at lýsa eftir íslendskum sjúkrarøktarfrøðingum. Harafturat hevur norska felagið boðið íslendskum sjúkrarøktarfrøðingum á kunnandi fund í Reykjavík. Sum skilst er talan um tíðaravmarkaðar starvssetanir, tí sambært einari semju millum íslendingar og norðmenn skal norska heilsuverkið ikki eggja íslendskum røktarstarvsfólki til at fáa sær varandi starv í Noregi.