mánadagur 2. mars 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 42 - 2. mars 2009
Hóast praksis í
Danmark er, at talan
er um sjúku við løn
ella dagpeningi, tá ið
talan er um kunstiga
ísáðing sum viðgerð
móti barnloysi, so
er tað ikki nakað,
lønardeildin hjá
Fíggjarmálaráðnum
vil bukka seg undir
Sjúkrafrávera
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Eitt mál um sjúku, við ella
uttan løn, er blivið til eitt
mál um sjúku ella ikki
sjúku.
Dagliga arbeiðir Maj-
Britt Dam Jacobsen hálva
tíð hjá Nærverkinum, og
hálva tíð gongur hon í
skúla.
Maj-Britt og maki henn-
ara hava trupult við at fáa
børn. Tí verður neyðugt við
kunstigari
ísáðing,
ella
sokallaðari
IVF-viðgerð,
skal hon gerast við barn.
Í november mánaði í
2008 var tíðin komin, at
Maj-Britt
skuldi
fáa
kunstiga ísáðing í Íslandi. Í
tí sambandi verður hon
sjúkrameldað í 1 mánað,
frá hálvum november til
hálvan desember.
Maj-Britt fer til Íslands í
teirri góðu trúgv, at tá hon
hevur eina læknaváttan í
hondini
og
er
blivin
sjúkrameldað, so hevur hon
rætt til løn henda mánaðin.
Tá hon kemur aftur úr
Íslandi, og hevur fingið
viðgerð, fær hon tó ein
hvøkk.
Leiðarin hjá henni í
Nærverkinum følir seg ikki
hava rætt til at gjalda henni
løn fyri fráveruna, og tá tey
spyrja eftir, sigur Fíggjar-
málaráðið, at hon ikki hevur
rætt til løn.
Eftir stendur Maj-Britt
við næstan ongum pengum
í jólamánaðinum og eini
miseydnaðari roynd at ger-
ast við barn.
Sjúka í Danmark
men ikki her
Tá leiðarin hjá Maj-Britt
Dam Jacobsen ikki følir seg
hava rætt til at gjalda henni
løn,
hóast
hon
hevur
læknaváttanir og er blivin
sjúkrameldað
í
góðan
mánað, taka tær sambandið
upp við Almannamálaráðið,
ið varðar av Nærverkinum.
Almannamálaráðið fer at
kanna málið, og svarar
soleiðis aftur:
»Almannamálaráðið
hevur
fingið
eitt
mál
viðvíkjandi
IVF-viðgerð
(kunstig
ísáðing),
har
sjúkraváttan
frá
lækna
fyriliggur.
Við
tað
at
Fíggjar-
málaráðið/lønardeildin áður
hevur tulkað mál í slíkum
føri, har ið støða Fíggjar-
málaráðsins hevur verið, at
talan ikki er um sjúku, tá ið
fólk verða sjúkraskrivaði
fyri ísáðing.
Almannamálaráðið hevur
kannað
praksis
í
t.d.
Danmark, har ið Personale-
styrelsen hevur svarað, at
talan er um sjúku við løn
ella dagpeningi, tá talan er
um ísáðing.
Í hesum sambandi vilja
vit vísa til Funktionærret 3.
Útgáva eftir Lars Svenning
Andersen, síðu 328 (avrit
er hjálagt), har eisini verður
mett, at talan er um sjúku í
samband við ísáðing.
Almannamálaráðið
vil
heita á Lønardeildina at
taka støðu í hesum máli,
við tað at Fíggjarmálaráðið
hevur
tulkingarrættin
í
slíkum førum.«
Fíggjarmálaráðið
sigur nei
Maj-Britt fekk fyri kortum
munnligt svar frá Fíggj-
armálaráðnum um henda
spurningin.
Lønardeildin
hevur,
vegna
Fíggjarmálaráðið,
tulkingarrættin í slíkum
málum,
og
hevur
lænardeildin tulkað hetta
sum ikki verandi sjúku, og
at hon tí ikki hevur rætt til
nakra løn í sjúkrafráveruni.
- Hetta er ikki til at skilja.
Hevði eg búð niðri, var tað
eingin trupulleiki. Hevði eg
koygt fótin ella fingið ilt í
ryggin, so hevði eg kunna
fingið frí við løn. Men eg
kann ikki fáa viðgerð móti
barnloysi, og tað er eingin
greið lóg á økinum í
Føroyum, sigur Maj-Britt
Dam Jacobsen.
Í eini vegleiðing um løn
undir sjúku, ið Lønardeildin
hevur sent út til allar
almennar stovnar, stendur
staðfest undir punkti 3.2
um ikki lógligt forfall, at
»undantøk til meginregluna
um lógligt forfall eru sjúka
fingin við vilja ella grovum
ósketni.
Hesi undantøk eru tó
trupul at allýsa fullkomiliga.
Dømi
um
ikki
lógligt
forfall, sum verður mett
sum sjálvgjørd sjúka, eru
víst niðanfyri:
• forfall vegna sjúku í
sambandi
við
nýtslu/
misnýtslu av rúsdrekka ella
rúsdrekkakoyring
• forfall vegna sjúku í
sambandi við bardaga ella
harðskap, ið ein sjálvur
hevur elvt til
• forfall vegna sjúku í
sambandi við sterilisering
ella kosmetiska skurðvið-
gerð, ið ikki er læknaliga
grundað, men bara framd
eftir ynski starvsmansins.«
Tað er eftir triðja og
seinasta
punktinum,
at
hesin
spurningurin
var
tulkaður, og at avgerðin
varð tikin um, at Maj-Britt
Dam Jacobsen, og harvið
eisini øll hini, ið vilja søkja
viðgerð
fyri
barnloysi
uttanlands, ikki hava rætt til
nakra løn, meðan tey eru
burtur, óansæð um tey
verða sjúkrameldaði, hava
læknaváttanir og annað at
vísa á.
Barnloysi ikki ein sjúka
í Føroyum
Barnloysi er eftir øllum at døma ikki ein sjúka í Føroyum. Í grannalondum okkara, eitt nú í Danmark, verður løn givin í
sjúkratíðini, tá kunstig ísáðing verður givin
Fleyg ígjøgnum gásaflokk
Eitt Fokker-flogfar hjá íslendsaka flogfelagnum Flugfélags
Íslands kom í ein gásaflokk yvir Öskjuhlíðinni nærhendis
Reykjavík leygardagin. Óhappið var stutt fyri klokkan átta
leygarkvøldið, tá flogfarið gjørdi seg til at seta seg á flogvøllin
í Reykjavík við 44 fólkum umborð. Morgunblaðið skrivar, at
gásaflokkurin órógvaði flogfarið so mikið, at lendingin gjørdist
eitt sindur harðari enn vanligt. Fólkaskaða var eingin, men
flogfarið skal á verkstað, áðrenn tað kann fara aftur á flog,
skrivar Morgunblaðið.
Qaanaaq-fólkið skal kannast
Danski heilsumálaráðharrin, Jakob Axel Nielsen, boðaði í síðstu
viku frá, at hann tekur undir við, at fólkið í grønlendsku bygdini
Qaanaaq fær eina heilsukanning fyri at vita, um tey eru heilsuliga
ávirkað av tilburðinum, tá eitt amerikanskt bumbuflogfar datt
niður har í 1968. Grønlendski fólkatingslimurin Juliane
Henningsen sigur seg fegnast um avgerðina hjá ráðharranum,
hóast hon heldur, at kanningin skuldi eisini umfata djóralívið í
økinum. Veiðimenn á Qaanaaq-leiðini siga seg hava dømi um
kópar, sum hava havt óvanligar innvølir.