mánadagur 2. mars 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 42 - 2. mars 2009
Gott, sunt og skjótt
er endamálið
við Etika, sum er
letur upp 1. mai í
hølunum, har Jinx
var fyrr
Býarlív
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Meðan onnur snara lykli
num skeiva vegin, snarar
Hotel
Føroyasamtakið
lykl i num rætta vegin.
1. mai letur eitt øðrvísi
mat og vínstað upp, sum
hevur fingið navnið Etika.
Ætlanin er at bjóða lættan
og sunnan mat og gott vín
afturvið. Eitt nú sushi og
lættir sandwish’s, sum eisini
kunnu keypast við út, og
vín, smoothies, djús, kaffi
og coffie to go.
Tað serliga við víninum í
Etika er, at tað kemur úr
stóra, nýggja vínkjallaranum
á Hotel Føroyum, og at tað
er slíkt, sum ikki fæst til
keyps í Rúsuni enn. Har
vera millum 16 og 24 ymisk
sløg, sum so verða skift út
hvønn mánað.
Vín úr sjálvtøku
Vínið verður at fáa úr einari
sjálvtøku, ella einari vín
maskinu, har kundin keypir
sær eitt kort við kassan
áljóð andi eina ávísa upp
hædd. Eftir hetta ber til at
keypa sær vín úr maskinuni,
við at draga kortið ógjøg
num eina slisku.
Við hesum vóna vit, at
tað verður eitt sindur meira
spennandi at drekka vín í
Føroyum. Tí tað ber eisini
til at keypa sær ein lítlan
smakk, og soleiðis at royna
seg fram. So fyri einar 100
150 krónur ber til at fáa eitt
gott vínupplivilsi, sigur 28
ára gamla Winnie Simonsen,
sum verður leiðari á Etika.
Hon er bachelor í føðslu og
heilsu við sergrein innan
catering.
Japanskur fiskur
til føroyingar
Sushi, sum hevur verið sera
vælumtókt í granna lond un
um
seinastu
árini,
er
japansk ur fiskarættur við
ráum fiski, serligum rísi,
tara og grønmeti. Fólkini
handa n Etika ivast ikki í, at
sushi fer at fella í góða jørð
í Føroyum, tí føroyingar
ferðast nógv, og hava roynt
tað aðrastaðni. Tey hava
havt tað á matarseðlinum á
Hotel Føroyum í nøkur ár
og hava fingið nógvar fyri
spurningar um Sushi á hin
um
matstøðunum,
sum
hoyra til samtakið.
Men vit fara eisini at
selja góðar sadwish’s, sum
eisini verða at fáa í Borð
króki í Norðurlandahúsinum
og í Café Vágsbotn, sum
eins og Etika, letur upp tann
1. mai.
Eisini uttandura
Sum sagt verður ein partur
av virkseminum hjá Etika
‘take away’, men tað ber
eisini til at sita og njóta mat
og vín á staðnum. Og í
summar er ætlanin at seta
nøkur borð útum eisini,
treyt að av, at tey fáa uttan
dura skonkiloyvi.
Vit rokna við, at hetta er
eitt konsept, sum fer at
loysa seg. Tað liggur væl
fyri mitt á Áarvegnum og
vit trúgva upp á, at úrvalið
hevur eitt breitt kunda
grundarlag. Og so hava vit
eisini stórdriftsfyrimunir, tí
vit eru partur av einari stór
ari fyritøku, sigur Winnie
Simonsen.
Aftur skjóting í Keypmannahavn
Triðja samdøgrið á rað var aftur ein skottilburður í Keypmannahavn í nátt. Hesaferð
var tað uttan fyri eina kaffistovu á Amager. Fýra fólk vórðu rakt av skotum. Tey
vórðu flutt á sjúkrahús alt fyri eitt, men eitt teirra doyði stutt eftir. Eygnavitni hava
greitt løgregluni frá, at ein maður bleiv noyddur at leggja seg niður á vegin. Síðani
bleiv hann skotin, men slapp við lívinum. Síðani fóru teir báðir gerningsmenninir inn
í kaffistovuna, har teir skutu frá hond. Trý fólk vórðu rakt, og eitt teirra doyði. Enn
hevur løgreglan einki sagt um álopsmenninar, ella um tilburðurin kann hava nakað
samband við uppgerðina millum ymisk harkalið, sum hava herjað Keypmannahavn í
seinastuni. Í gjárkvøldið bleiv ein 38 ára gamal maður stungin á einari matstovu á
Nørrebro. Hann er ikki í lívsvanda, sigur løgrerglan.
Vín og sushi á Áarvegnum
Winnie Simonsen verður leiðari á Etika, sum millum annað fer at selja vín úr einari sjálvtøku, har kundin kann smakka seg fram millum fleiri spennandi sløg av
víni úr stóra vínkjallaranum á Hotel Føroyum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Fekk fiska-
kassa í
høvdið
Fríggjadagin um mid
dags leitið fekk politiið
frá boðan um eitt arbeiðs
óhapp á Vestaru Bryggju
í Havn. Ein 17 ára gamal
drongur fekk ein kassa í
høvdið, tá teir hivaðu
tóm ar fiskakassar um
borð á Vestmenning við
einum krana. Drongurin
fekk skaða í høvdið og
varð sendur á sjúkrahúsið.
Óvist er, hvussu stóran
skaða drongurin fekk.
Bilur útav,
kona innløgd
Fríggjakvøldið
koyrdi
ein bilur útav vegnum
mil lum Langasand og
Nesvík. Fólk komu fram
á bilin og boðaðu alarm
sentralinum frá. Ein kona
í 50unum fekk skaða og
varð innløgd á Lands
sjúkrahúsið við skaða.
Ljótan fingur
móti
politinum
Ein ungur maður skikk
aði sær so illa móti
politinum leygarnáttina,
at hann verður skuldsettur
eftir politiviðtøkuni og
fær eina bót. Millum
annað vísti drongurin
longutong og bannaði.
Tvey pør
í bardaga
Tveir tilburðir av húsa
ófriði vóru fráboðaðir í
Havn um vikuskiftið.
Annar leygarnáttina, har
maðurin í húsinum varð
tikin inn á støðina at sova
rúsin av sær, og hin
mána náttina,
har
ein
kona varð tikin við á
støð ina at sova rúsin út.
Talan var ikki um sama
par, men í báðum førum
var rúsdrekka trupul
leikin.
Modellmynd