mánadagur 2. mars 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 42 - 2. mars 2009
Kvinna umsita heilsumál
Barrack Obama, forseti, hevur gjørt av at velja guvernørin í
statinum Kansas, Kathleen Sebelius, til heilsumálaráðharra.
Tað sigur ein kelda í Hvítu Húsunum við AP, og keldan veit
eisini at siga, at tann 60 ára gamla Kathleen Sebelius hevur
tikið av tilboðnum. Undir uppstillingarvalunum hjá demo
kratunum styðjaði Kathleen Sebelius Obama, og hon hevur
fleiri ferðir verið nevnd sum ráðharraevni. Obama valdi fyrst
Tom Daschle, men hann tók seg aftur, tá tað kom fram, at
hann hevði goldið ov lítið í skatti.
Olmert aftur í eldinum
Ríkisákærin í Ísrael hevur boðað Ehud Olmert, forsætis
ráðharra frá, at ákæruvaldið ætlar at reisa enn eina ákæru
ímóti honum um korrupsjón. Ísraelskir fjølmiðlar hava í
seinastuni gitt, at Olmert skuldi ákærast fyri at hava
falsað rokningar í sambandi við ferðir, men í gjár bleiv
fráboðað, at fráfarandi forsætisráðharrin ætlandi verður
skuldsettur fyri at hava tikið ímóti brævbjálvum við
pengum frá einum amerikonskum handilsmanni. Olmert
hevur verið til avhoyringar 15 ferðir, men noktar seg
sekan í øllum skuldsetingunum.
Regluligar trygdar
venjingar skulu verða
umborð á føroyskum
fiskiskipum, men
hesar eru undantaki.
Tað eru heldur ikki
allir fiskimenn sum
vita, hvar teirra
bjargingarvestur er.
Tað vísir ein spurnar
kanning, sum Føroya
Fiskimannafelag og
Skipaeftirlitið hava
gjørt í felag
Kanning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyri eini tíð síðan fóru
Føroya Fiskimannafelag og
Skipaeftirlitið í felag undir
eitt átak, sum hevur til
endamáls at kanna arbeiðs
og trygdarumhvørvið um
borð á føroyskum skipum.
Spurnarbløð vórðu send
út til limir í Fiskimanna
felagnum, har fiskimenn
vórðu bidnir um at siga sína
hugsan um viðurskiftini
umborð á teimum skipum,
teir hava siglt við seinasta
árið.
Teir fyrstu 11 spurning
arnir, sum fiskimenn høvdu
høvi at svara uppá, skuldu
svarast eftir eini stigatalvu
frá 1 til 5.
Fiskimenn kundu seta
tveir krossar fyri hvønn
spurningin – ein, sum sigur,
hvat
teir
halda
um
viðurskiftini – og ein, sum
sigur, hvussu fiskimenn
raðfesta hesi viðurskifti.
Í brævinum til limirnar lá
eisini brævbjálvi við porto,
so fiskimenn uttan kostnað
kundu senda svarini aftur.
Tá freistin at senda inn
spurnarbløðini var úti 20.
januar 2009, høvdu Føroya
Fiskimannafelag og Skipa
eftirlitið fingið tilsamans
227 svar. Seinni eru so
nøkur svar komin aftrat.
Andin í spurnarkanningini
er, at trygdin hjá fiskimonn
um samstundis er trygdin
hjá bæði Fiskimannafelag
og Skipaeftirliti.
Ymiskir spurningar
Teir fyrstu 11 spurningarnir
í spurnarblaðnum snúgva
seg eitt nú um bjargingar
venjingar, bjargingarútgerð
og
atkomuviðurskifti.
Í
spurninginum um atkomu
viðurskifti verður í fyrsta
lagi
hugsað
um
land
gongina.
Í spurnarkanningini verð
ur eisini spurt um trygd
arútgerðina, sum manningin
skal hava, tá hon arbeiðir á
dekkinum, eitt nú trygd
arhjalm og vestar.
Í øðrum lagi verður spurt
um standin á arbeiðsam
boðum umborð, og hvussu
standurin á skipinum er í
síni heild.
Síðan verður spurt um
maskinur, eitt nú kryvji
maskinur og spøl – og um
hesi eru avskermað og tryggj
að við neyðavbrótanum.
At enda verður spurt um
reinføri í manningarhølum,
hvílitíð og kost umborð á
skipunum.
Eingin
trygdarvenjing
Um eina tíð fara Føroya
Fiskimannafelag og Skipa
eftirlitið í felag at skipa fyri
framløgu av úrslitunum, og
ætlandi
verður
henda
framløga í Miðlahúsinum í
Vágsbotni.
Sosialurin hevur ikki sæð
endaliga úrslitið av kann
ingini, men stjórin á Skipa
eftirlitinum, Vilhjálmur Gre
goriussen, sigur, at svarini
eru ymisk – alt eftir, hvørjar
skipabólkar talan er um.
Hann vísir á, at spurning
arnir eru skipaðir soleiðis,
at fiskimenn fyrst verða
spurdir, hvussu støðan er
og síðan, hvussu teir kundu
ynskt sær, at støðan var.
Eitt, sum gongur aftur í
svarunum er, at trygdar
venjingar umborð á skipum
er undantaki. Vit síggja
eisini, at fiskimenn kundu
ynskt sær, at hesar vóru
regluligar, sigur hann.
Venjingar kravdar
Vilhjálmur
Gregoriussen
sigur, at regluligar trygd
arvenjingar skulu verða
umborð á føroyskum fiski
skipum, og hann fegnast
um, at fiskimenn síggja
fram til, at meira verður
gjørt við hesi viðurskifti.
Hann vísir á, at sambært
kanningini eru manning
arnar eisini ov lítið kunn
aðar um trygdarskipanir
umborð, eins og ein partur
(12%) heldur ikki veit, hvar
bjargingarvestarnir eru.
Spurdur,
hvør
hevur
ábyrgdina
av,
at
hesi
viðurskifti eru í lagi, sigur
Vilhjálmur, at tað í fyrsta
lagi er skiparin, sum hevur
ábyrgdina
av
skipi
og
manning.
Kanningin vísir greitt,
at vantandi bjargingarvenj
ingar umborð á føroyskum
fiskiskipum eru ein stórur
trupulleiki.
Stjórin á Skipaeftirlitinum
heldur, at høvdu trygdar
viðurskiftini umborð verið
betri, eins og betri kunning
hevði verið um trygdar
útgerð, hevði hetta skapt
størri nøgdsemi á øðrum
økjum eisini.
Eg trúgvi, at fiskimenn
eru vorðnir meira bevístir
um trygd, síðan flestu hava
verið á trygdarskeið, men
enn eru nógv viðurskifti,
sum kunnu gerast betri,
sigur hann.
Nøgdsemi ymiskt
Svarini í kanningini benda
á, at fiskimenn sum heild
eru
nøgdir
umborð
á
teimum skipum, sum geva
betri avkast.
Kanningin vísir, at
fiskimenn umborð á eitt nú
pelagisku
skipunum
og
verksmiðjutrolarunum
eystanfyri eru væl nøgdir
við viðurskiftini.
Vilhjálmur
sigur,
at
fiskimenn sum heild eru
nøgdir við kostin umborð,
og flestu halda eisini, at
kosturin er heilsugóður.
Men hetta er tó eitt
sindur
ymiskt
millum
skipabólkarnar, leggur hann
aftrat.
Fiskimenn
eru
eisini
ymiskir á máli um hvíli
tíðina.
Tað eru teir, sum kundu
hugsað sær meira hvíldartíð,
meðan teir eru umborð,
men tað eru eisini teir, sum
halda, at hvíldartíðin er ov
long.
Vilhjálmur Gregoriussen
sigur, at tað eru menn
umborð á pelagisku skip
unum,
sum
halda,
at
hvíldartíðin er ov long.
Nú er tað so, at tey, sum
seta spurningar, ikki altíð
hugsa um øll viðkomandi
viðurskifti um arbeiðsog
trygdarumhvørvi. Tí bjóð
aðu vit fiskimonnum at
gera
viðmerkingar
til
møgulig onnur viðurskifti á
baksíðuni á spurnarblaðn
um, sigur stjórin í Skipa
eftirlitinum.
Sosialurin fer at fylgja
hesum málinum upp, tá
framløgan
verður
í
Miðlahúsinum í næstum.
- Eg trúgvi, at fiskimenn
eru vorðnir meira bevístir
um trygd, síðan flestu
hava verið á trygdarskeið,
men enn eru nógv
viðurskifti, sum kunnu
gerast betri, sigur stjórin
í Skipaeftirlitinum,
Vilhjálmur Gregoriussen
Myndir: Karstin Vang/ Rógvi
Mouritsen
Trygdarvenjingar umborð á
fiskiskipum ein býur í Kina