mánadagur 2. mars 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 42 - 2. mars 2009
Sharialóg í Kekenia
Forsetin í Kekenia, Kadyrov, er nú talsmaður fyri at brúka tær illa lýddu
sharialógirnar at revsa lógbrótarar eftir. So seint sum í gjár vardi hann, at
kvinnur eru offur fyri ærudrápi. Orð hansara høvdu samband við, at sjey
kvinnur vórðu funnar deyðar í kekenska høvuðsstaðnum Grosnij fyri
stuttum. Tær vóru skotnar. Kadyrov segði í gjár, at tær sjey kvinnurnar
høvdu livað í lættsinni, og at teirra skyldmenn gjørdu tað rætta, tá teir
beindu fyri teimum. Politiskir eygleiðarar siga, at kekenski forsetin roynir
at styrkja sína støðu og at gera vart við mótvegis Russlandi.
Kreppan verri eystanfyri
Altjóða fíggjarkreppan hevur havt við sær, at munurin millum
Vesturevropa og Eysturevropa er vorðin størri, enn hann hevur
verið, síðani Berlinmúrurin og Jarntjaldið fullu. Tað skrivar
Politiken. Millum annað hevur kreppan havt við sær, at nógvir
vesturevrioepiskir bankar eru givnir at fíggja virksemi í teimum
eysturevropeisku londunum. Teirra millum eru fleiri norður
lendskir bankar sum Nordea, Danske Bank, Sweabank og SEB,
ið tilsamans hava veitt næstan 700 milliardir krónur í fígging í
gamla Eysturevropa.
Seinastu dagarnar hava
nógvar landingar verið í
Saltangará, og landarar hjá
Landingarmiðstøðini í hava
havt úr at gera
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Partrolararnir hava seinastu dagarnar
havt rokfiskiskap. Eftir fáum døgum
á fiskileið sigla skipini fullfermd til
lands, og í Saltangará hava teir 2535
menninir, sum hava við landingarnar
at gera, havt úr at gera.
Seinasta fríggjakvøld arbeiddu teir
soleiðis til klokkan 01.30, áðrenn
seinastu fiskarnir vóru komnir upp
úr skipunum.
Seks trolarar
Fríggjadagin landaðu ikki færri enn
seks skip í Saltangará.
Partrolararnir Bakur og Stelkur
høvdu 345.000 pund, Polarhav og
Stjørnan høvdu 480.000 og Jaspis og
Ametyst høvdu sløk 300.000 pund.
Leygardagin vóru aftur tvey skip
inni. Tað vóru Rókur og Lerkur
(mynd), sum høvdu sløk 350.000
pund.
Góður upsi
Í Saltangará siga tey, at partrolararnir
seinastu dagarnar hava siglt fullir
undir lúkurnar og upsin, sum skipini
fáa, hevur verið stak góður.
Í dag var eingin landing í
Saltangará,
og
týsdagin
verður
neyvan heldur nøkur landing.
Vit vænta Heyk og Falk sum teir
fyrstu bátarnar, og teir koma helst
inn at landa mikudagin ella hósdagin,
siga tey á Landingarmiðstøðini í
Saltangará.
Partrolarar
rokast í upsa
Leygardagin landaðu Rókur og Lerkur tilsamans 350.000 pund í Saltangará. Seinni í
vikuni koma Heykur og Falkur inn at landa
Mynd: Vilmund Jacobsen