Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 42 - 2. mars 2009 32 ára gamli Jens Petur Weihe úr Sørvági var leygarkvøldið púra skilaleyst offur fyri drápsroynd, tá hann var á veg til eina konsert í Keypmannahavn. Hann er nú støðugur, sambært læknunum á Rískissjúkrahúsinum DRÁPSROYND Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað ganga neyvan vikuskifti ímillum, at púra sakaleys fólk gerast offur fyri bandakrígnum millum Hells Angels og innflytarabandar í Keypmannahavn. Leygarkvøldið gekk tað so út yvir ein púra ósekan føroying, sum saman við einum vinmanni var á veg til eina konsert í innara partinum av Keypmannahavn. Av tí at menninir vóru ókendir á leiðini koyrdu teir eftir GPS-skipan, og komnir á hornið Korsgade og Griffenfeldsgade komu knappliga tríggir ungir mans á súkklum framvið og skutu eftir teimum báðum monnunum í bilinum. Jens Petur Weihe, sum sat á setrinum við síðuna av bilføraranum, varð raktur í ryggin av einum skoti, og hann varð í skundi fluttur á Ríkissjúkrahúsið, har læknarnir stríddust fyri at bjarga lívinum á føroyska grannskoðaranum. Støðan hjá 32 ára gamla Jens Petur Weihe verður søgd at vera stabil, men framvegis hættislig. Løgreglan tók seinni um náttina tríggjar mans av ørðum etniskum uppruna enn donskum og avhoyrdi teir. Allir tríggir, sum vórðu handtiknir í einum svørtum VW Polo, vóru ílætnir skottryggar vestar, men hóast løgreglan hevur illgruna um, at teir høvdu fatur í røttu monnunum, vóru prógvini tó so veik, at teir sóu seg noyddar at lata menninar leysar aftur. Bilurin, sum Jens Petur Weihe og vinmaður hansara vóru í, tá teir vórðu álopnir, sá ikki tespiligur út, og teljast kundu í minsta lagi tíggju skothol bara í hurðini á bilinum. Skothendingin fór fram bert 24 tímar eftir, at ein 25 ára gamal maður varð skotin til deyðis í Keypmannahavn fríggjakvøldið, og aftur sunnukvøldið var ein skothending, har fýra mans vórðu skotnir, hin eini so meint, at hann doyði av løstunum. Kelda: Ekstrabladet, donsk bløð Jens Petur var í lívsvanda eftir drápsroynd Ein av teimum trimum handtiknu verður her førdur inn í ein løgreglubil. Løgreglan mátti kortini lata teir tríggjar handtiknu leysar aftur seinni, tí prógvini vóru ikki av slíkum slag, at tey vóru fellandi Mynd: Eksrablaðið