mánadagur 2. mars 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 42 - 2. mars 2009
Jaspur Vang, løg
tingsmaður fyri
Sambandsflokkin,
vil ikki góðtaka, at
landsstýrið av sínum
eintingum sleppa
at gera av, hvussu
útbyggingarnar á
samferðsluøkinum
skulu raðfestast. Tí
krevur hann at fáa
málið fyri á sam
gongufundi, har hann
fer at krevja, at Hval
biarbergholið verður
raðfest í fremstu røð
SamferðSla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg góðtaki ikki, at ætlanin
at gera nýtt hvalbiarberghol,
verður raðfest aftur um all-
ar møguligar aðrar útbygg-
ingar á samferðsluøkinum.
Tað
staðfestir
Jaspur
Vang, løgtingsmaður fyri
sambandsflokkinum.
Ì farnu viku var støðan í
samgonguni rættiliga spent
í kjalarvørrinum á sparing-
unum á almannaøkinum.
Men nú tíðin nærkast, har
ein avgerð skala takast um,
hvar tunlar, vegir og Havnir
skulu gerast fyrst, er eisini
væntandi, at tað fer at bróta
í bæði borð í samgonguni.
Sum tað sæst í greinini
niðanfyri, hevur Annika
Olsen gjørt av, hvørjar tær
næstu útbyggingar á sam-
ferðsluøkinum, eru, sum
farast skal undir.
Hon fer eisini nú at leggja
uppskot fyri tingið um at fara
undir hesar útbyggingar.
Góðtekur ikki
framferðina
Men tað eru ikki allir ting-
limir í samgonguni, sum
svølgja hesum útspælinum
frá Anniku Olsen ráum.
Jaspur Vang sigur, at tað
er ikki nøktandi, at lands-
stýrið av sínum eintingum
stingur út í kortið eina tíðar-
ætlan fyri, hvussu undir-
støðukervið í føroyska sam-
felagnum skulu raðfestast.
Tí fer hann at krevja, at
tað verður tikið upp á sam-
gongufundi, hvussu íløgur-
nar
í
samferðslukervið
skulu raðfestast.
Hann vil sostatt hava, at
øll samgongan, sum hon er,
sleppur at siga sína hugsan
um, hvussu tær ymsu sam-
ferðsluútbyggingarnar
skulu raðfestast.
Tað, sum hann serliga er
ónøgdur við, er, at tað sær
ikki út til, at Hvalbiarberg-
holið yvirhøvur er raðfest
hesi næstu árini og tað kann
hann ikki góðtaka.
- Í mínari verð er ongin
sum helst ivi um, at Hvalbi-
arbergholið eigur at verða
raðfest í fremstu røð, sigur
løgtingsmaðurin fyri Sam-
bandsflokkin.
Talan er ikki einans um at
skapa virksemi kring land-
ið, men um at skapa vøkstur
í landsbúskapinum.
Men hvat hendir so,
skuldi tað hent, at tú ikki
fært undirtøku?
- Tað er ein støða, sum eg
má taka upp til tað tíð og tú
fær meg ikki at hótta við
samgonguslitið, ella nøkr-
um øðrum, tí eg halda ikki,
at hóttanir eru rætti mátin
at samstarvs upp á. Eg fari
fyrst at vóna, at vit og skil
ræður í samgonguni og tað
fari eg at gera mítt til Hval-
biarbergholið verður raðfest
í fremstu røð, tí í vánaligum
tíðum eiga vit at satsa upp á
tey vakstrarøki, vit hava og
har er Hvalba kanska eitt av
okkara fremstu vakstrarøkj-
um, sigur Jaspur Vang.
Halda vinnulívinum
niðri
Jaspur Vang sigur, at viðvíkj-
andi Hvalbiartunlinum er
ikki einans talan um at skapa
virksemi kring landið.
- Ein nýggjur Hvalbiar-
tunnil er rætt og slætt ein
íløga fyri at skapa vøkstur í
landsbúskapinum.
Hann vísir á, at Hvalbiar
sókn hevur eingi almenn
arbeiðspláss.
- Men við sínum umfat-
andi vinnuliga virksemi, let-
ur sóknin eitt týðandi íkast
til føroyska búskapin og
hon hevur tískil krav upp á
eina ávísa afturbering frá
almennu Føroyum.
Jaspur Vang er eisini púra
vísur í, at verður ein kost-
nyttu kanning gjørd av yms-
um samferðsluútbygging-
um, ivast hann onka løtu í,
at eitt nýtt Hvalbiarberghol
er tann íløgan, sum tað loys-
ir seg eina best at gera.
Hann ivast eisini stórliga
í um fyrireikingarnar til
onkrar verkætlanir, sum
landsstýrið ætlar at seta á
skinnarar nú, eru komnar
nakað serliga nógv longri
enn fyrireikingarnar til at
gera Hvalbiarberghol.
Svølgja ikki útspælið frá
Annika Olsen rátt
Átta
orsøkir til
at raðfesta
Hvalbiar
bergholið
fremst
Jaspur Vang hevur átta
ítøkiligar orsøkir til, hví
hann heldur, at ein nýggj-
ur Hvalbiartunnil eigur
at verða raðfestur fram-
um allar aðrar útbygging-
ar á samferðsluøkinum.
Talan er um eitt primer-
vinnuøki, sum verður
tarnað í sínari menning,
tí at tað almenna ikki
dagførir undirstøðukerv-
ið.
Talan er um elsta berg-
holið í landinum.
Tað búgva 800 fólk í
sóknini.
Fimm trolarar eru í
Hvalba, umframt flaka-
virki.
Flakavirkið, sum hevur
klárað seg hóast onnur
virkir ikki hava hóra
undan, hevur í dag stórar
trupuleikar, tí at kølingin
av úrdráttunum frá virk-
inum verður avbrotin av
tí at teir lastbilar, sum í
dag eru vanligir, ikki
sleppa gjøgnum berg-
holið.
Trolvirkið,
flutning-
fyritøkur og toskaalingin
í Hvalba hava stórar trup-
ulleikar av tronga berg-
holinum.
Talan er um almennan
veg, har tað snøgt sagt
ikki ber til at halda
ferðslulógina.
Sóknin er upplagt ferð-
amál, m.a. við sínum
kolaminum, vakurleika
og
søguligu
virðum.
Sum er, sleppa bussarnir,
sum vanliga verða nýttir
til
ferðafólkaflutning,
ikki gjøgnum bergholið.
Nú fer Annika Olsen
at leggja uppskot um
seks útbyggingar á
samferðsluøkinum
fyri Løgtingið
SamferðSla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skal tað eydnast at halda
tær ætlanir um samferðslu-
útbyggingar, sum eru ásett-
ar í fíggjarlógini í ár, er tað
neyðugt at uppskotini verða
løgd fyri Løgtingið nú.
Tað heldur Tórbjørn Jac-
obsen, tingmaður, og tí
vildi hann í Løgtinginum í
farnu viku hava at vita frá
Anniku Olsen, landsstýris-
kvinnu í innlendismálum,
hvørjar ítøkiligar ætlanir
hon ætlar at seta í verk bein-
anvegin.
Annika Olsen sigur, at
hon í hesi vikuni fer at
leggja verklagslógir um
seks samferðsluútbyggingar
fyri Løgtingið.
Í Norðoyggjum er talan
um at leggja uppskot fyri
Løgtingið
um
at
gera
tunnilin Norður um fjall og
uppskot um byrgingina um
Haraldssund.
Í Eysturoy er ætlanin at
leggja uppskot um vegin
omanfyri Rituvík og oman-
fyri Skálafjørð.
Ì Skúvoy er ætlanin at
leggja fram uppskot um
nýtt havnarlag og somuleiðis
er ætlanin at leggja uppskot
fram
um
brúnna
um
Streymin.
Seks samferðslu útbyggingar
leggjast fyri Løgtingið
Tað kann lættliga fara at bróta í bæði borð hjá samgonguni, nú ymsar útbyggingar á
samferðsluøkinum skulu raðfestast. Jaspur Vang góðtekur ikki, at Annika Olsen og landsstýrið
sleppa at taka alla avgerðina einsamøl.: Hann krevur málið til viðgerar á samgongufundi, tí
hann góðtekur ikki, at Hvalbiarbergholið er sett langt afturum fleiri aðrar verkætlanir
Samráðast bara við stjórnina
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Hans Enoksen, vil ikki tingast við ta
serligu Grønlandsnevnina hjá Fólkatinginum um at fremja sosialar ábøtur í
Grønlandi. Við fjølmiðlarnar sigur hann, at hevur nevndin nakað gott
uppskot, kann hon leggja tað fram umvegis donsku stjórnina. Hans Enoksen
sigur, at stór framstig eru hend á tí sosiala økinum, síðani heimastýrið
yvirtók málsøkið, og at tað framvegis verður arbeitt við at menna økið. Fleiri
danskir politikarar hava fýlst á, at hagtøl framvegis vísa, at nógv børn í
Grønlandi fáa ikki ta neyðugu umsorganina.