mánadagur 2. mars 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 42 - 2. mars 2009 ]
Kærkomin
kæra
Tað er púrasta
burtur við, at Kapp
ing ar ella Dóms
nevnd taka støðu til
prinsipp mál, so tað
er fyri neyðini, at
Neistin hevur gjørt
av at kæra úrskurðin
um dystin móti VÍF
ÍTRÓTTARKLUMMAN
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast tað eru seks vikur, síðani Neistin í sannari
málveitslu vann tepran 38-37 sigur á VÍF, er enn ikki
greitt, um hetta úrslitið verður standandi.
Kappingar- og dómsnevndin hava báðar gjørt
úrskurð um, at dysturin skal spælast av nýggjum, tí
dómaramistak fyri steðgin bar við sær, at VÍF misti
eitt mál, sum teir hildu seg hava vunnið.
Neistin hevði til í dag møguleika at kæra málið til
ítróttardómstólin, og tíbetur hevur felagið eisini tikið
avgerð um at kæra málið. Vanliga er júst tað at senda
kærur inn um dystir ikki at meta sum nøkur dygd,
men í hesum førinum er málið somikið prinsipielt, at
tað eigur at verða viðgjørt av hægst møguliga
myndugleika.
Tí tað er púrasta óskiljandi, at Kappingar- og
Dómsnevndin komu til sínar niðurstøður. Tað kann
væl vera, at avgerðin er røtt, men tað er óskiljandi, at
nevndirnar við hesum einsæris skapa fordømi.
Heldur skuldi bólturin skjótast gjørligt verið tveittur
til dómstólin við boðum um, at tað er uttan fyri
heimildirnar hjá Kappingar- og Dómsnevnd at skapa
fordømi av hesum slag.
Reglugerðin fyri dómsnevndir innan ÍSF staðfesta,
at hesar ikki hava heimild at broyta dómarans meting
undir dysti. Ein orðing, sum áður hevur verið tulkað
somikið strangt, at hetta eisini er galdandi fyri
mistøk, har talan ikki var um dómarans meting, men
um beinleiðis mistak, sum var ikki var í tráð við
reglurnar.
Tað málið, sum stavar frá dystinum millum B36 og
B71 í 2000, var beinleiðis orsøk til, at ferð aftur kom
á arbeiðið at skipa føroyskan ítróttardómstól. Enntá
ein dómstólur, sum fyri tveimum árum síðani
staðfesti, at tað ber ikki til hjá hvørki Kappingar- ella
Dómsnevnd hjá HSF at skapa nýtt fordømi, grundað
á einstakt mál. Ein læra, sum nevndirnar tó ikki
tykjast hava lært tað minsta av.
Hóast tað sá út til, at
Neistin fór at sleppa
málinum um kæruna
frá VÍF um dystin
tann 18. januar, hevur
Neistin kortini latið
Ítróttar dómstólinum
hjá ÍSF eina kæru um
úrskurðin hjá Dóms
nevndini í Hond bólts
sam bandinum. Eisini
er biðið um innlit í
máls við gerðina hjá
Dóms nevndini.
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Smáar tveir tímar undan
dysti num millum VÍF og
Neist an í Vestmanna seinna-
partin í gjár bar formaðurin
í
Neistanum,
Kjartan
Thoma sen, skrivstovuni hjá
ÍSF ein brævbjálva við ein-
ari kæru, sum taldi tilsamans
28 síður.
Sostatt gjørdist endin á
máli num um dystin millum
Neist an og VÍF í Havn tann
18. januar ikki, at úr skurð-
urin, sum Dómsnevndin hjá
Hondbóltssambandinum
gjør di
fríggjadagin
20.
febru ar, bleiv standandi
sum seinasta orðið. Var
hann tað, so skuldi dysturin
spælast umaftur innan 28.
mars – og tað hevði so verið
tað.
Hóast Neistin nú hevur
kært úrskurðin hjá Dóms-
nevnd ini,
ber
sjálvandi
fram vegis til, at útgangurin
av málinum verður tann
sami, men eingin veit nakað
um tað at siga, fyrr enn
Ítróttar dómstólurin hjá ÍSF
hevur viðgjørt kæruna frá
Neista num og er komin við
sín um úrskurði.
Kjartan Thomasen sigur
fyri Sosialinum, at nevndin
í Neistanum vildi halda
kort ini tætt at kroppinum
og einki siga um kæruna,
so hon ikki upp á nakran
máta skuldi ávirka spælar-
ar nar, sum í gjár skuldu
spæla dyst – júst ímóti VÍF,
sum byrjaði málið við
einari kæru um, at eitt mál
hjá VÍF var kolldømt í hálv-
leiks steðginum í nevnda
dysti.
Betri skil á
VÍF fekk fyrst viðhald frá
Kapp ingarnevndini
hjá
Hond bólts sambandinum,
sum mælti til at strika
dystin, sum Neistin upp-
runa liga vann við einum
máli,
og
spæla
hann
um aftur. Tann úrskurðin
kærdi Neistin til Dóms-
nevnd ina, sum stórt sæð
kom til somu niðurstøðu,
og tí er Neistin nú farin til
Ítróttar dómstólin við máli-
num.
Kjartan Thomasen sigur,
at hetta er blivið til eitt
prinsipp mál, har nógv ann-
að er at taka støðu til, enn
bara hetta kolldømda mál-
ið.
– Vónandi kann henda
kæran gera sítt til, at betri
skil kemur á Hond bólts-
sam bandið upp á longri
sikti, og serliga umsitingina.
Tað, sum umsitingin er
komin við í hesum máli,
hevur verri enn so verið
nøkt an di, sigur hann vísir
á, at Neistin tí eisini hevur
bið ið Hondbóltssambandið
um innlit í málsviðgerðina
hjá Dómsnevndini í hesum
serliga málinum.
– Millum annað hevði
Dóms nevndin dómararnar
frá dystinum inni til hoyr-
ingar, men vit hava ikki
fing ið nakra frágreiðing um
tað. Vit hava tí biðið um at
fáa kærufreistina longda, so
vit kunnu seta okkum inn í
tað tilfar, dómsnevndin enn
ikki hevur latið okkum.
Ivi sáddur um
limirnar
Í kæruni til Ítróttardómstólin
verður eisini ivi sáddur um
før leikan hjá Dómsnevndini,
og har verður millum annað
ført fram, at eftir donsku
reglunum fyri dómsnevndir,
hevur
helst
eingin
av
limunum í Dómsnevndini
hjá
Hondbólts sam bandi-
num neyðuga førleikan til
at sita har.
Men eisini heldur Neistin
fast við, at VÍF ikki undir
sjálv um dystinum tann 18.
januar á rættan hátt gjørdi
vart við seg.
– Eftir reglunum skal
mót mælast beinanvegin og
uttan íhald, men tað gjørdu
vest menningar jú ikki. Teir
fóru út til hálvleik og hvíldu
seg, og ikki fyrr enn teir
komu innaftur, fóru teir at
mót mæla.
Men
eftir
reglunum var tað ov seint,
so tað gera vit sjálvandi enn
eina ferð vart við í hesi
síðstu kæruni.
Neistin kærir til
Ítróttardómstólin
Walcott aftur á vøllin
Í dag fór ungi stjørnuspælarin hjá Arsenal, Theo Walcott,
undir venjingina aftur. Walcott hevur verið skaddur í
økslini í eina tíð, men nú er hann við at koma fyri seg
aftur. Haraturat kann Arsene Wenger fegnast um, at
liðformaðurin Cesc Fabregas nærkast comebacki. Walcott
og Fabregas verða mettir sum tveir av týdningarmestu
spælarunum hjá Arsenal.
Venjari bjóða døgurða
Tá ið Aston Villa tapti 2-0 ímóti CSKA Moskva á útivølli
í UEFA Cup var tað langt frá við sterkasta liðnum.
Venjarin hevði valt at spara 8 stuðulsspælarar, og tað eru
fjeppararnir, sum vóru við í Moskva, illir um. Nú hevur
venjarin boðið teimum 295 misnøgdu fjepparunum til
døgurða sum eina troyst fyri avrikið hjá liðnum í
Moskva. Fjeppararnir hava tikið av tilboðnum.