Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 42 - 2. mars 2009 ] Hiddink sær møguleikan Venjarin hjá Chelsea heldur, at hansara felag framvegis hevur møguleikan at taka seg fram um Manchester United í toppinum í ensku kappingini. - Vit hava framvegis møguleikan, men um tað framhaldandi verður soleiðis, at eingin megnar at skora ímóti United, so verður tað trupult, sigur Guus Hiddink, sum hevur ábyrgdina av Chelsea-liðnum fram til summarsteðgin. Fleiri dómarar á vøllin FIFA og tey fýra bretsku fótbóltssambandini hava gjørt av, at nú skal ein nýggj skipan við dómarum roynast í onkrari av teimum stóru landskappingunum. Ætlanin er, at ein dómari skal verða aftanfyri hvørt málið fyri at hjálp at døma støður frammanfyri málini. Harvið verða tað seks dómarar til at stýra dystum. Rógvi Holm heldur fram í Aberdeen til í 2010 Ungi verjuspælarin av Argjum, Rógvi Holm, verður verandi í skotska fótbóltsfelagnum Aberdeen FC til á sumri 2010. FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Rógvi Holm, sum er verjuspælari, fór í august í fjør fór til Aberdeen FC. Hann var tá triði føroyingur í felagnum, sum ein mánað frammanundan hevði gjørt sáttmála við tveir aðrar ungar før- oyingar, Gilla Sørensen av Tvøroyri og Hallur Hansson úr Havn. Millum annað hevði skotska felagið lagt merki til Rógva tær ferðirnar, hann við før- oyskum ungdómslands- liðum hevur verið við til Aberdeen Internati- onal Football Festival, og eftir eina royndar- venjing fekk hann bein- anvegin tilboð um sáttmála. Høvuðsvenjarin í Aberdeen FC, Jimmy Calderwood, segði seg herfyri vera ovfarnan av fótbóltsevnunum hjá 19 ára gamla Rógva og roknar hann sum ein spælara, felagið vil satsa uppá. At álvari lá aftan fyri orðini, vísir longdi sáttmálin. Ungi argjamaðurin var eisini í fyrraárið í eitt hálvt ár í danska fel- agnum, Brøndby, umframt at hann sjálv- andi hevur spælt fyri barndómsfelagið AB. Eftir at hava verið í føroyskum fótbólti í 10 ár, flutti Krzysztof Popczynski í fjør til Danmarkar, har ar­ beiðir sum venjari hjá Aarhus Fremad í trið­ bestu deildini. – Men eg sakni tað góða lívið í Føroyum og tað vin­ arliga fólkið, sigur hann FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hóast tey fægstu munnu duga at stava navnið, so munnu tey flestu duga at siga tað: Krzysztof Popczynski. Í 10 ár var hann ein sera sjónligur partur av føroyskum fótbólti, tá hann frá 1998 til 2008 var í fýra feløgum, harav hann gjørdi tvey til meistaralið og eitt til steypavinnara. Í 1998 kom Krzysztof Pop- czynski til VB, sum bleiv føroyameistari í 2000. Síðani helt hann fram í GÍ, sum bleiv steypavinnari í 2005, áðrenn hann fór til Havnar at venja HB, sum bleiv meistari í 2006. Miðskeiðis í kapping- arárinum 2007 fór hann so til TB, sum hann vandi til mitt í 2008. Í juli 2008 bórust so tíð- indi um, at Krzysztof Popcz- ynski flutti av landinum og skuldi verða venjari hjá danska 2. deilarfelagnum Aarhus Fremad í trý ár. Men hví valdi fryntligi polending- urin at leggja leiðina til Dan- markar eftir hesi 10 árini í Føroyum: – Tað var ein stór avgerð at taka, men hon var tikin í røttu løtuni, tí eg kendi á mær, at eg kundi ikki menna meg meira í Føroyum. Dan- mark er eitt størri land og hevur fleiri feløg, so har eru sjálvandi fleiri og størri møguleikar hjá mær at røkka mínum málum, sigur Krzysz- tof í telefonini úr Århus. – At tað júst gjørdist Dan- mark, hongur so eisini saman við, at eg hevði funnið mær danska unnustu, sum fegin vildi sleppa heimaftur til Århus, haðani hon er ættað. So tá hesin møguleikin kom, gjørdu vit bæði av, at vit skuldu flyta til Danmarkar. Líkar umstøður Um umstøðurnar sum venj- ari í einum donskum felag, sum er í triðbestu deildini, sigur Krzysztof, at tær minna nógv um umstøðurnar í HB, hóast sumt sjálvandi er øðr- vísi. Aarhus Fremad hevur tveir venjingarvallir og ein dystarvøll, umframt at ein venjingarmiðstøð er nærhend- is, men hann heldur karmar- nar annars vera rættiliga líkar teimum í HB. – Ein munur er tó lønin, sum ikki er so góð í 2. deild í Danmark, at tú burturav kanst vera venjari, so tí havi eg eisini eitt arbeiði aftur at venjarastarvinum. Í Føroy- um hevði eg bara fótbóltin at hugsa um og liva av, sigur hann. Tá Krzysztof Popczynski skal samanbera spælaratilfar- ið í Aarhus Fremad við tað, hann kennir úr Føroyum, heldur hann tað í nógvar mát- ar vera nakað tað sama. Tó heldur hann donsku spælar- arnir vera betur fyri tekniskt, men ikki so væl fyri taktiskt og kropsliga, sum føroyskir spælarar eru tað. – So eru viðurskiftini í Føroyum eisini so smá, at har kundi eg kenna næstan allar spælararnar, og tað ber jú ikki til í Danmark. Her er ikki so lætt hjá mær at vita nógv um mótstøðuliðini, men tað man fara at koma við tíðini, sigur Krzysztof, sum eisini nevnir veðrið sum ein annan mun. – Føroyska veðurlagið kundi serliga um veturin vera ein trupulleiki. Tá eg legði eina venjing til rættis, kundi eg ikki vera vísur í, at eg fekk gjøgnumført hana eftir ætlan, um veðrið vildi nakað annað. Heldur ikki sakni eg graslíkisvallirnar, tí einki er betri enn at spæla fótbólt á grasi. Saknar vinirnar Tey 10 árini í føroyskum fótbólti hava verið ein rætti- liga stórur partur av lívinum hjá Krzysztof Popczynski, sum um eina viku fyllir 40 ár, og hann viðgongur eis- ini, at hann saknar Føroyar viðhvørt. – Eg sakni tað góða lívið í Føroyum og tað vinarliga fólkið. Eftir hesi mongu árini í Føroyum havi eg tað soleiðis, at okkurt nú er burturi, sum hevur verið ein so stórur partur av mín- um gerandisdegi. Og eg havi sjálvandi nógvar vinir í Føroyum, sum eg sakni, sigur Krzysztof Popczynski, sum heldur ikki útihýsir, at hann eina ferð aftur kemur til Føroya sum venjari: – Ja, hvør veit? Eg vóni í øllum førum, at eg altíð kann vera vælkomin í Før- oyum og at dyr standa opnar fyri mær. Tú veitst jú ongan- tíð, hvat kann koma at henda í framtíðini. Krzysztof Popczynski sigur, at tað var ein stór avgerð at taka, tá hann í fjørsummar flutti til Danmarkar, men at tað var ein røtt avgerð, tí hann kendi á sær, at hann kundi ikki menna seg meira í Føroyum Mynd: Valdemar Jørgensen/Polfoto Krzysztof Popczynski saknar lívið í Føroyum