mánadagur 2. mars 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 42 - 2. mars 2009 ]
21
DBU vil hava lønarloft
Formaðurin fyri danska fótbóltssambandið heldur, at tað hevði verið
eitt gott hugskot við einum lønarlofti í fótbóltsfeløgunum. Í løtuni sita
ríkmenn við borðendan í nógvum stórfeløgum, og teir gjalda
ovurhondsstórar upphæddir til spælararnar. Allan Hansen heldur, at
lønarútreiðslurnar hjá feløgum eiga avspegla veruligu
inntøkumøguleikarnar hjá feløgunum.
Real Madrid nærkast
Eitt skifti í ár var Barcelona 13 stig frammanfyri Real Madrid
í sponsku landskappingini, men Barcelona hevur mist ferðina
seinastu vikurnar, og eftir dystirnar um vikuskiftið eru bert
fýra stig á muni millum feløgini. Barcelona tapti 4-3, og Real
Madrid vann 2-0. Harvið er rættiligur spenningur aftur í
sponsku landskappingini.
Við sigrinum í gjár
eru vestmenningar
bara eitt stig frá at
tryggja sær pláss í
finaluni. Neistin,
sum hevur verið stór
spælandi seinastu
vik urnar, liggja nú
brád liga á triðja
pláss inum
HONDBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Nú restar lítið í hjá VÍF.
Vest menningar, sum hava
verið einaráðandi í hesum
kappingarárinum, eru bara
eitt stig frá at tryggja sær
pláss í finaluni.
Tað varð greitt, tá VÍF í
gjár vann greitt á Neistanum,
sum vitjaði í oddadysti í
Vestmanna. Við stórspæl-
andi Sámali Joensen og
Agnari Joensen á odda var
heimaliðið ikki til at steðga
og vann, tá avtornaði, við
sjey málum – 29-22.
Omaná allatíð
Nógv ferð var á bóltinum
fyrstu løtuna. Leikararnir
tóktust allir at vera til reiðar,
men tað var skjótt, at heima-
liðið dró frá. Og teir vóru
frammanfyri allan dystin.
Serliga í verjupartinum
riggaði væl hjá heimalið-
num, og stóri og sterki
Jugo slav Djumic hjá Neist-
anum fekk lítið pláss. Serb-
in stóð í alt fyri tveimum av
málunum hjá Neistanum.
Í málinum vísti Eli Müller
aftur spæl í serklassa. Hann
vardi fyri óteljandi mál-
møgu leikum, og serliga
einu løtuna í fyrra hálvleiki
stóð hann serstakliga væl.
Tá eydnaðist Neistanum
bara at skora eina ferð eftir
tíggju minuttum.
Hálvleiksstøðan var 17-14.
Heimaliðið økti
Í seinna hálvleiki øktu vest-
menningar um leiðsluna.
Beinanvegin vunnu teir seg
seks mál framum, og síðan
var eingin ivi. Neistin
megn aði ikki at verja fyri
Sámali Joensen og Agnari
Joensen, sum skutu átta mál
hvør.
Ein av glottunum hjá
gest unum
var
Tróndur
Krage steen, sum saman við
Birgiri Poulsen var topp-
skjútti hjá Neistanum við
fimm málum. Hann stóð
seg aftur hesaferð væl á
bakk plássinum.
VÍF í finaluni
VÍF verður allarhelst partur
av mansfinaluni í 2009. Tað
eru framvegis seks stig at
spæla um, og vestmenningar
hava fýra stig fleiri enn H71
og Neistin. Tá høvuðs stað-
ar feløgini framvegis hava
ein dyst innanhýsis, kann
bara eina liðið vinna seg
framum í stigatali. Komandi
uppgávurnar hjá VÍF eru
StÍF, KÍF og Kyndil – og
tað er lítið sannlíkt, at teir
ikki fáa stig burtur úr
onkrum av dystunum.
Neistin, hinvegin, liggur
nú á triðja plássinum. Og
skal dysturin móti VÍF frá
18. januar spælast umaftur,
eru teir seks stig frá odda-
liðnum. Føroyameistararnir
og nýkosnu steypavinnar-
arnir eru í truplari støðu, tí
hoyvíkingar hava vunnið
sínar tríggjar seinastu dyst-
ir.
Neistin hevur ikki ráð at
tapa fleiri stig. Tí stendur
nógv á longu komandi
vikuskiftið, tá Kyndil helst
fer at gera alt fyri, at grann-
arnir ikki sleppa í finaluna.
Í einum týdningar
leysum dysti greiddi
StÍF sína skyldu, tá
botnproppurin KÍF
vitjaði
HONDBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Bæði StÍF og KÍF hava havt
millum lítið og einki at
spælt fyri seinastu vikurnar.
Tað
merktist
sanniliga
eisini í høllini á Skála í gjár.
Fáir áskoðarar og lág leik-
ferð var sereyðkenni, tá
strand ingar vunnu við trim-
um málum á kollfirðingum,
26-23.
Lítið bit í
Liðini fylgdust stóran part
av dystinum, hóast StÍF alla
tíðina var eitt vet omanfyri.
Teir vunnu sær eina leiðslu
beinanvegin í dystinum,
sum teir varðveittu restina
av tíðini.
Lítið bit var í verju spæl-
inum hjá báðum liðum, og
alt ov ofta var lætt spæl.
Tað bilti helst heldur einki,
at áskoðararnir fingu nógv
mál, tá spenningurin var
burtur.
StÍF vann uppiborið og
hevur nú 16 stig. Tað eru 10
stig fleiri enn KÍF, sum er á
aftasta plássinum.
StÍF-KÍF 26-23 (13-8)
StÍF: Rúni Niclasen 7,
Hávardur Trúgvason 5,
Christian Preda 4, Jóanes
Prestá 4, Bent Djurhuus 2,
Mortan Hansen 2, Bárður
Danielsen 1, Jørmund
Joensen 1
KÍF: Regin Petersen 5,
Niklas Reginsson 5, Suni
Johannesen 4, Ási Dam 3,
Teitur Joensen 3, Hallur
Hansen 1, Jákup Trúgvason
1, Rógvi Weyhe 1
StÍF-KÍF 26-23 (13-8)
StÍF greiddi sína skyldu
VÍF-Neistin 29-22 (17-14)
Nú restar
lítið í
Dysturin millum strandingar
og kollfirðingar hevði lítlan og
ongan týdning, men aftur fyri
vantandi spenningin fingu
áskoðararnir nógv mál
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF-Neistin 29-22 (17-14)
10 min: 7-5
20 min: 11-6
30 min: 17-14
40 min: 21-15
50 min: 24-18
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 8 (4), Sámal Joensen 8 (1),
Áki Olsen 5, Joen P. Høgnesen 3, Niels
Andreasen 2, Bjarti Hansen 1, Rúni Joensen 1,
Dávur Magnussen 1 (1)
Neistin: Birgir Poulsen 5 (3), Tróndur
Kragesteen 5, Karl Herup Olsen 4, Finnur
Hansson 3, Áki Mørk 3, Jugoslav Djumic 2
Brotskøst: VÍF 7, Neistin 3
Útvísingar: VÍF 5, Neistin 1
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun
Samuelsen
FAKTA um dystin
VÍF var ikki til at steðga í toppdystinum ímóti Neistanum í gjár, og nú
restar bert eitt stig í hjá VÍF, so er finaluplássið tryggjað
Mynd: Jens Kr. Vang