Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 42 - 2. mars 2009 ] Giggs er tann besti Portugisiski venjarin Jose Mourinho, sum er venjari hjá Inter, heldur, at Ryan Giggs mann vera tann besti spælarin, sum hevur spælt í ensku Premier League. - Hvat kann mann siga um ein spælara, sum hevur vunnið Premier League 10 ferðir. Hansara gullmerki eru prógvið. Hann er helst besti spælarin í søguni hjá Premier League, sigur Mourinho. Ribery á veg til Barca Týska blaðið Bild vil vera við, at franski stjørnuspælarin Franck Ribery er á veg til spanska felagið Barcelona. Ribery hevur sáttmála við FC Bayern í Týsklandi fram til 2011, men Ribery hevur sjálvur sagt, at hann roknar ikki við, at hann verður alt sáttmálaskeiðið í Bayern. Bild skrivar nú, at Barcelona er favorittur til at gera avtalu við Ribery. Hoyvíkingar greiddi sína skyldu, tá teir vitjaðu hjá Kyndli í gjár. Tvær útvísingar í seinna hálvleiki komu dátt við hjá heimaliðnum, og tá kundi H71 lætt renna undan. HONDBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tá bæði Hans Áki Dal- Christiansen og Janus Einar Sørensen miðskeiðis í seinna hálvleiki noyddust út at sita í tveir minuttir, fall avgerðin. Gestirnir øktu leiðsluna úr tveimum upp í fýra mál, og síðan kundu hoyvíkingar frøast um triðja sigurin upp í slag. H71 vann seg í gjár upp á annað finaluplássið. Við ósigrinum hjá Neistanum í Vestmanna, komu hoyvík- ingar upp á liðina á steypa- vinnarunum, sum hava verri málúrtøku enn H71. Fylgdust fyrra umfarið Kyndil hevur áður í hesum kappingarárinum stolið stig frá oddaliðunum. Hoyvík- ingar væntaðu sær sjálvsagt ein torføran dyst, og tað fingu teir sanniliga eisini. Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik. Í málinum hjá Kyndli stóð Erlendur Johannesen sera væl og vardi fyri fleiri atsóknum hjá gestunum. Serliga høvdu gestirnir úr Hoyvík torført at verja fyri Hans Áka Dal-Christiansen, sum var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. Støðan í hálvleikinum var 9-8 til Kyndil. H71 fer avstað Heimaliðið dugdi væl at taka ferðina úr spælinum hjá hoyvíkingum. Men stríðshuganum bilti einki hjá gestunum, og tað hjálpti sera væl í løtum, tá spælið ikki riggaði. H71 hevði fleiri valmøguleikar í álops- partinum, har Esbern Patur- sson, Halgir Dahl Olesen, Dánjal Torgarð og Bárður Brimvík royndust væl. H71 var á odda 15-13, tá Kyndil fekk tvær útvísingar. Gestirnir tóku av og avgjørdu við tveimum mál- um í hesum tíðarskeiðnum, so Kyndil ikki megnaði at svara aftur. Hoyvíkingar hava sjáldan ligið so væl fyri í odda- stríðnum sum nú. Komandi vikuskiftið vitja kollfirð- ingar í Hoyvík, og tá er kravið aftur tvey stig. Útvísingar- nar var ikki avgerandi Útvísingarnar av Janusi Einar Sørensen og Hans Áka Dal-Christi- ansen miðskeiðis í seinna hálvleiki gjørdu støðuna hjá hoyvíking- um væl lættari. Men tað var ikki avgerandi, staðfestir Dánjal Tor- garð úr H71: – Tað var ikki júst tað, ið gjørdi størsta munin. Vit spæla betur í seinna hálvleiki, og verjan stóð aftur sera væl. Men sjálvandi verður tað lætt- ari, tá vit eru fleiri, sigur landsliðsleikarin. Tit hava nú vunnið tríggjar ferðir upp í slag. Hvat skyldast góða gongdin? – Vit hava verið nógv meira avgjørdir seinastu dystirnir og hava tikið initiativ. Serliga hevur verjan riggað ótrúliga væl. Verður H71 í finaluni í 2009? – Eingin ivi, slær Dánjal Torgarð fast. uni Neistin skal ikki í finaluna Kyndil hevur seinastu vikurnar havt lítið og einki at spælt fyri, og tað merkist væl, staðfestir Torvald Abrahamsen úr havnarfelagnum: – Sjálvsagt er tað harmiligt, at dystirnir ikki hava stórvegis týdn- ing. Men vit fara altíð fyri at vinna og gera okkara besta. Annars er eingin meining við at spæla dyst, sigur Tor- vald Abrahamsen. Komandi vikuskiftið spæla tit móti Neistan­ um. Hvussu er útlitini fyri tann dystin? – Vit skulu í øllum førum syrgja fyri, at Neistin ikki kemur í fin- aluna, staðfestir Torvald Abrahamsen. uni Kyndil-H71 17-21 (9-8) H71 á finalukós Halgir Dahl-Olesen úr H71 roynir at skræða seg leysan av Hans Áka Dal-Christiansen úr Kyndli í dystinum í gjár, sum flutti H71 nærri finaluni Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Kyndil-H71 17-21 (9-8) 10 min: 2-4 20 min: 7-6 40 min: 13-12 50 min: 14-17 Málskjúttar Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 7 (2), Jónleif Sólsker 4 (2), Hans Arni Thomasen 3, Janus Einar Sørensen 2, Tummas Pauli Hanusarson 1 H71: Esbern Paturson 4, Dánjal Torgarð 4 (2), Halgir Dahl- Olesen 4, Bárðir Brimvík 3, Regin Joensen 2, John Petersen 1, Janus Sørensen 1, Hans Kári Hansen 1 Brotskøst: Kyndil 6, H71 2 Útvísingar: Kyndil 3, H71 3 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr FAKTA um dystin Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 17 13 - 1 - 3 447 359 88 27 2 VB 17 12 - 0 - 5 493 400 93 24 3 Tjaldur 17 10 - 3 - 4 465 394 71 23 4 Neistin 17 9 - 3 - 5 445 415 30 21 5 StÍF 17 3 - 1 - 13 416 505 -89 7 6 Kyndil 17 0 - 0 - 17 296 489 -193 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF *) 16 13 - 0 - 3 448 413 35 26 2 H71 17 11 - 0 - 6 451 389 62 22 3 Neistin *) 16 10 - 0 - 6 470 438 32 20 4 StÍF 17 7 - 2 - 8 407 417 -10 16 5 Kyndil 17 4 - 2 - 11 401 453 -52 10 6 KÍF 17 3 - 0 - 14 401 468 -67 6 *) Kappingarnevndin hevur ógildað úrslitið av dystinum millum Neistan og VÍF tann 18. januar, og tí er hesin ikki roknaður við á stigatalvuni