Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 42 - 2. mars 2009 ] 19 Pál fær 350.000 krónur Ítróttarsambandið hevur gjørt av, at svimjarin Pál Joensen skal fáa hevltina av játtanini til úrvalsítrótt, sum ÍSF hevur fingið at ráða yvir. Tað svarar til 350.000 krónur, sum ungi vágbingurin fær í stuðli. Hetta skrivar Kringvarpið. Jón Bjarnason, venjari, fegnast um, at evnaríki svimjarin fær stuðulin. Hann sigur,a t nú verða umstøðurnar hjá Páli Joensen at venja enn betur. Nú verður trupult Liverpool tapti um vikuskiftið ímóti botnliðnum Middles­ wbrough, og nú viðurkennir venjarin Rafael Benitez, at nú verður tað sera trupult at vinna meistaraheitið. ­ Tað var trupult áðrenn hendan dystin, og er tað blivið enn truplari. Nú mugu vit vita, hvussu tað gongur í næsta dystinum, men nú kann United avgera alt sjálvt, sigur Benitez. Bara so vánaligt Annika Ljósstein var toppskjútti hjá Neistanum ímóti sínum barndómsfelag, Stjørnuni, men fyri hana kendist tað sum ein stokkutur uggi eftir dystin: – Tað var so ikki nóg mikið til, at vit kundu taka Stjørnuna, tí alt tað, sum vit hava bygt upp í síðstuni, var púrasta burturi, sigur hon. – Vit høvdu hvørki geistin ella samanhaldið, sum vit hava havt ímóti Tjaldri og VB, og tí megnaðu vit heldur ikki at hótta Stjørnuna. Annika heldur, at dysturin sjálvur var einki at reypa av og líktist meira einum botndysti, enn einum toppdysti. – Tað var bara so vánaligt, og nú mugu vit dúva upp á onnur úrslit, tí vit kunnu ikki sjálvar gera av longur, um vit koma í finaluna ella ikki, sigur hon. hil Stuttligt at spæla – Alt riggaði, sum ikki hevur riggað síðstu dystirnar, og tað var stuttligt at spæla. Tað gjørdi heldur ikki mun, um vit skiftu nógv út, tí spælið væl koyrdi alla tíðina. Tað sigur ein av spælarunum hjá Stjørnuni, Bára Skaale Klakstein, ið bara kann koma í tankar um síðstu 10 minuttirnar í dystinum ímóti Neistanum, tá hon skal nevna okkurt, ið kanska ikki var so gott. – Tá vóru vit so mikið á odda, at tað gjørdi einki, um vit slakaðu ímóti endanum, tí tað hótti ikki sigurin upp á nakran máta, sigur hon. – Burtur sæð frá tí, so vóru vit 100 prosent uppsettar til dystin og megnaðu at halda fokus, so vit fingu víst, at vit eru betri, enn vit hava sæð út til at verið í síðstuni. hil Toppdysturin millum Stjørnuna og Neistan gjørdist ongantíð so góður og spennandi, sum vónir vóru um frammanundan. Stjørnan reistist aftur, meðan einki bar til hjá Neistanum HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Nú er alt aftur, sum tað plagar at vera: Endaspurturin í Sunset­kappingini snýr seg um, hvør sleppur í final una ímóti Stjørnuni. Fleiri ivaðust undan topp­ dystinum í gjár, tá Stjørnan tók ímóti Neistanum, men eftir dystin ivaðist eingin. Stjørnan er og verður odda­ liðið. Undan hesum dystinum hevði Neistin víst stórform, so tí var væntandi, at Stjørn­ an fór at fáa sítt at hugsa um eftir nøkur ivasom av ­ rik, sum kundu bent á møði og vantandi evni at koma fyri seg aftur. Men dysturin lagaði seg heilt øðrvísi, tí burtur sæð frá fyrstu løtuni, tá nervar darvaðu báðar partar, sat Stjørnan á tí heila. Umframt, at Stjørnan var betri, so megn aði Neistin í hesum rættiliga avgerandi dystin­ um slett ikki at vera nóg væl við. Øðrvísi verjuspæl Fyrst og fremst var sigurin hjá Stjørnuni grundaður á verjuna, sum fyri fyrstu ferð í vetur dekkaði 5­1, har Una var eittarin, ið órógv aði uppspælið hjá Neistanum. Tað skuldi pass að Neist anum væl, men tað gjørdi tað bara ikki. Hartil kastaði álopsspælið hjá Stjørnuni nógv meira av sær, enn tað hevur gjørt síðstu dystirnar. Ikki minst sluppu bakkarnir meira upp í part, og sum heild var meira ferð á spælinum hjá Stjørnuni. Í fyrra hálvleiki fylgdi Neistin so nøkulunda við, men í seinna hálvleiki hugdi Stjørnan ikki aftur um seg, men økti støðugt um munin, so hann ímóti endanum var ivaleysa stórur til, at liðið kundi loyva sær nøkur mistøk, so Neistanum slapp at pynta eitt sindur um úrslitið. – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 475500 Super Dekk Service Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið Miðvágur, tel 332727 Stjørnan aftur á slóðina Stjørnan-Neistin 30-21 (13-9) 10 min: 5-3 20 min: 8-6 30 min: 13-9 40 min: 17-11 50 min: 24-15 Málskjúttar Stjørnan: Simona Petersen 10 (4), Anna Kristina Samson 5, Durita Christophersen 3, Durita Ljósstein 3 (1), Joan Midjord Djordjevic 2, Edith Hansen 2, Bára Skaale Klakkstein 2, Una Olsen 2 (1), Judith Hansen 1 Neistin: Annika Ljósstein 7, Trine Mayland 5 (2), Heidi Maria Akselsen 3, Tordis Tróndarson 3, Nicoleta Radu Hansen 2 (1), Elin Stakksund 1 Brotskøst: Stjørnan 7, Neistin 5 Útvísingar: Stjørnan 3, Neistin 3 Dómarar: Hanus Kúrberg & Hannis Wardum FAKTA um dystin Stjørnan, sum hevur verið í lítlum aldudali, reistist aftur í toppdystinum ímóti Neistanum, sum slett ikki megnaði at liva upp til tað, liðið hevur víst í síðstuni Mynd: Álvur Haraldsen