mánadagur 2. mars 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 42 - 2. mars 2009 ]
18
Pena vrakaður á Argjum
Argentiski verjuspælarin Leonel Pena, sum skuldi styrkja AB í
ár, verður helst vrakaður á Argjum. Heimasíðan hjá AB skrivar,
at Pena ikki hevur livað upp til tað, sum væntað varð av honum,
og at útlendskir spælarar eiga at verða ein veruligur styrkur.
Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir, sigur, at helst fer Pena av
landinum aftur.
Malouda á veg úr
Chelsea
Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá franska Florent
Malouda, síðani hann kom til Chelsea í fjørsummar, og
nú verður tosað um, at Malouda er á veg úr felagnum,
tí hann er ikki fastur maður á liðnum. - Eg vil spæla
meira, og eg havi nú tríggjar mánaðir afturat til at
vinna mítt pláss á liðnum. Um eg ikki megni tað, má
eg taka ein støðu til, hvat so skal henda, sigur Malouda
við Sporting Life.
Vágskvinnur vóru
favorittar at vinna
dystin í Havn, men
miðskeiðis í dystinum
eydnaðist Kyndli at
spæla við og kløkka
VB, sum tó at enda
vann sannførandi
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
VB hevur framvegis góð
kort á hondini, nú bara trý
umfør eru eftir av Sunset-
kappingini. Sum væntað,
fekk VB bæði stigini í gjár,
tá mótstøðuliðið í ítróttar-
høllini á Hálsi var Kyndil,
sum
næsta
kappingarár
skift ir um pláss við VÍF, ið
kemur upp úr 1. deild.
Men hóast tølini siga, at
VB vann dystin við 13
málum, so var veruleikin í
eina góða løtu á vøllinum
ein annar, tí Kyndil megnaði
at bíta frá sær. Tá átta
minuttir vóru eftir av fyrra
hálvleiki, var bara eitt mál
á muni, og 10 minuttirnar
inn í seinna hálvleik vóru
bara trý mál á muni.
Men so setti VB ferð á og
skoraði fimm ferðir á rað,
uttan at nakað riggaði hjá
Kyndli, og so var tann dyst-
urin avgjørdur.
Skjótálop avgjørdu
Hjá Kyndli var tað serliga
málverjin, Tomma Petersen,
sum við fleiri góðum bjarg-
ingum gekk undan, og hinar
fóru fegnar eftir slóðini.
Kyndil fekk so víst, at liðið
eisini kann spæla við við-
hvørt.
Kann vera, at VB brúkti
henda dystin til at royna
ymiskt, ið dirvi kanska ikki
hevði verið til, um talan var
um
sterkari
mótstøðulið,
men tað tekur einki frá
Kyndli. Kyndil hevði heldur
ikki orkuna til at halda einum
so frægum liði sum VB, og
serliga gav Aukse Vysniau-
skaite verjuni trupul leikar, tá
hon fleiri ferðir fór ígjøgnum
mitt fyri.
Ímóti endanum skolaðu
skjótálopini ímóti málinum
hjá Kyndli, ið fekk lítið at
bera til í hinum endanum.
Gurið Mortensen vísti tá
onkur
av
sínum
bestu
kynstr um, so bólturin ikki
bara var skotin í málið, men
við stíli.
Kyndil-VB 18-31 (9-15)
Kyndil: Jacklin Durhuus
7, Ása Christiansen 2,
Barbara Egilstrøð 2, Linda
Johannesen 2, Jórun
Ludvig 2, Beinta Laursen
1, Súsanna Petersen 1,
Randi Wardum 1
VB: Aukse Vysniauskaite
8, Gurið Mortensen 6,
Daiva Toumaite 6, Laila
Jespersen 3, Una
Egilsdóttir 2, Monika
Samuelsen 2, Svava
Vestergaard 2, Theresa
Joensen 1, Bára Mortensen
1
Kvinnurnar hjá StÍF
tóku Tjaldur á bóli í
fyrra hálvleiki, men
funnu ongantíð rútm
una aftur í seinna
hálvleiki. Tjaldur
slapp tí innaftur í
dyst in og kláraði
javnleikin
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Síðstu fýra minuttirnar av
Sunset-dystinum á Skála í
gjár stóð púra fast hjá StÍF,
sum annars hevði havt
Tjald ur á knøunum. Ninna
Katrin Johansen, sum hevði
lagt StÍF framum 24-22,
fekk besta møguleikan við
brotskasti, men skjeyt við
síðuna.
Í staðin kundi Tjaldur við
tveimum
málum
aftrat
røkka upp á javnleikin, sum
sanniliga sá út til at vera
langt burturi, tá fyrri hálv-
leikur var av. Tá var StÍF á
odda við níggju málum, og
einki røktist fyri, at gestirnir
av eystara armi á fjørðinum
skuldu taka tey aftur.
StÍF hevur roynt tað fyrr,
at renna Tjaldur meira ella
minni um koll við skjótum
spæli, samstundis sum verj-
an er nærløgd. Og hetta
rigg aði til fulnar í fyrra
hálv leiki.
Sensatiónin kom ikki
Men StÍF fann ongantíð
rútm una aftur í seinna hálv-
leiki, tá Tjaldur sá út til at
hava tikið seg saman, tí
uppdekkingin hjá StÍF var
ikki líka góð, eins og tað
heldur ikki eydnaðist at fáa
sett ferðina uppaftur.
Og tá so Tjaldur eftir bert
einum korteri hevði fingið
javnleik
19-19,
fjaraði
sensatiónin burtur, hóast
StÍF stóð seg væl eftir hetta
og ímóti endanum hevði
fyrimunin, ið kundi gjørt
munin og givið sigurin.
Tjaldur reið stormin av
og er nú eitt stig aftan fyri
VB og eitt stig framman
fyri Neistan, sum eru tey
bæði liðini, tær gulu úr
Runavík kappast mest við í
løtuni, nú FM-finalan ímóti
Stjørnuni nærkast.
StÍF-Tjaldur 24-24 (15-6)
StÍF: Rebekka Justinussen
6, Louisa Andreasen 5,
Ninna Katrin Johansen 5,
Fríðrún Danielsen 4, Anna
Petersen 3, Súnfríð
Johansen 1
Tjaldur: Adina Petrea 8,
Marinela Patru 5, Jacoba
Langgaard 4, Annika
Thomsen 3, Alina Olaru
Anghel 2, Heidi Sevdal 1,
Sarah Ann B. Thomsen 1
Kyndil-VB 18-31 (9-15)
VB óvænt
aða mót
støðu
StÍF-Tjaldur 24-24 (15-6)
StÍF mundi tikið Tjaldur
StÍF var um reppið at skapa sensatiónina á Skála, tá
Tjaldur var hildið á pínubonkinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Beinta Laursen
úr Kyndli steðgar
Lailu Jespersen
úr VB
Mynd: Hilmar Jan
Hansen/Einslistir