mánadagur 2. mars 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 2. mars 2009
17
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Bæði Bjørk Herup
Olsen og Rúni
Seloy megnaðu um
vikuskiftið at gerast
danskir meistarar
í renning. Eisini
Rebekka Fuglø og Jóan
Karl Joensen vunnu
heiðursmerki
RENNING
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Føroyskir rennarar stóðu
seg framúr væl í Skive leyg
ardagin og sunnudagin, har
kappast var um donsku
meistaraheitini í innandura
renning. Úrtøkan gjørdist
tvey gull, tvey silvur og
tvey bronsumerki, umframt
eitt føroyskt met.
Bjørk Herup Olsen, sum
kappaðist í bólkinum gentur
1819 ár, vann sunnudagin
gull á 1.500 metra teininum
og gjørdist danskur meistari
við tíðini 4.28,27 minuttir,
sum var 15 sekund betri
enn tíðin hjá tí næstbesta.
Og leygardagin vann hon
silvur í 3.000 metra renning,
tá hon samstundis megnaði
at seta nýtt føroyskt met við
tíðini 10.16,93 minuttir.
Eisini Rúni Seloy gjørdist
danskur meistari, tá hann
leygardagin
í
bólkinum
dreingir 1415 ár rann 800
metrar við tíðini 2.06,68
minuttir. Og sunnudagin, tá
hann rann 1.500 metrar við
tíðini 4.22,57 minuttir, rakk
tað til eitt bronsumerki.
Rebekka Fuglø vann silv
ur leygardagin, tá hon í bólk
inum gentur 1617 ár rann
800 metrar við tíðini 2.24,48
minuttir,
og
sunnudagin
gjørdist hon nummar fýra á
400
metra
teininum,
umframt at hon leygardagin
gjørdist nummar 12 á 200
metrum.
Jóan Karl Joensen vann
sunnudagin bronsu á 1.500
metra teininum hjá monnum
2022 ár við tíðini 4.15,85
minuttir, umframt at hann
leygardagin gjørdist numm
ar fimm á 800 metrum.
Jan Elmar Sørensen í bólk
inum dreingir 1819 ár gjørd
ist leygardagin nummar sjey
á 3.000 metra teininum og
sunnudagin nummar 10 við
persónligum meti á 1.500
metra teininum, umframt at
pápi hansara, Guttorm Sør
ensen,
leygardagin
var
nummar 10 í 3.000 metra
renning hjá monnum.
Lesið meira um
renning í blaðnum í
morgin.
Bjørk og Rúni danskir
meistarar
Bjørk Herup Olsen vann
gull á 1.500 og silvur á 3.000
metra teininum, har hon
eisini setti føroyskt met
Rúni Seloy gjørdist danskur
meistari í 800 metra renning
og vann bronsu á 1.500 metra
teininum