Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 42 - 2. mars 2009 tíðindi Tá borgarstjórin í Esbjerg, Johnny Søtrup kvetti vígslu snórin á byggjuni í Esbjerg á middegi, nú Norrøna aftur er farið at sigla uppá Esbjerg, nýtti hann eisini høvi til at bjóða Havnini at gerast vinarbýur hjá Esbjerg Jan Müller úr Esbjerg Hóast bítandi kulda so hit­ aði Chanty­kórið upp til hátíðarløtuna á bryggjuni í Esbjerg á middegi, tá enn ein nýggj byrjan í longu søgu Smyril Lines fór av bakkastokki. Leiðslan í fyritøkuni hevur nevniliga gjørt av at sigla uppá Es ­ bjerg heldur enn Hanstholm í vetrarhálvuni. Og tað var við manér og hátíðardámi, at henda broyting á siglandi motorvegnum varð framd. Við borgarstjóranum í Es ­ bjerg, Johnny Søtrup á odda varð sett hol á hetta nýggja kapitullið í føroyskari sigl­ ingarsøgu. Við einum før­ oyskum grindaknívi skar hann snórin, sum varð festur í tvær ljósboyur. Hann beyð Smyril Line vælkomið aftur til Esbjerg. Borgarstjórin ikki bert fegn aðist um, at Norrøna nú aftur fer at sigla uppá Esbjerg. Hann helt fyri, at nú Esbjerg ongan vinarbý hevði í Føroyum, so vildi hann nýta hetta høvið, nú Norrøna var komin úr Havn ini til Esbjerg, at bjóða Tórshavnar Komm­ unu at gerast vinarbýur hjá Esbjerg. Eftir sang og tón­ leik og røður varð farið um boð á Norrønu til ein betri bita, har grind og frosk ar vórðu á matar­ skránni. Har varð so eisini høvi hjá fleiri av gestunum at siga nøkur orð. Meira verður at hoyra um hetta í vinnusendingini á Rás2 týsdagin og at lesa í Sosialinum í komandi viku. Eisini verða livandi myndir at síggja undir Kykmyndir á Portalinum í komandi viku. Esbjerg rættir Tórshavn vinarh Borgarstjórin í Esbjerg, Johnny Strørup kvettir snórin, sum er festur í tvær ljósboyur og hervið er nýggi motorvegurin millum Føroyar og europeiska meginlandið alment tikin í brúk Mynd Jan Müller Fýra av yvirmonnunum á Norrønu til móttøkuna umborð Mynd Jan Müller Ikki færri enn tríggir landsstýrismenn vóru við til vígsluna av nýggju rutuni millum Føroyar og Esbjerg, Jóannes Eidesgaard, Johan Dahl og Jørgen Niclassen Mynd Jan Müller Johan Dahl, vinnumálaráðharri hittir skiparan á Norrønu, Sverra Kjærbæk umborð Mynd Jan Müller Frá vinstru: Petur Holm, stjóri, Johnny Søtrup, borgarstjóri, Eyðdis Hartmann Niclassen, skrivari, Klaus Kjærulff, nevndarformaður, Kurt Skov, stjóri í Blue Water og Johan Dahl, vinnumálaráðharri Mynd Jan Müller