Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 2. mars 2009 15 Meðan eg sat og lurtaði eftir Óla Breckmann á Hvonn leygarkvøld­ ið, so fór eg at ivast í, um hann mundi hava sæð Nordost? Neyv­ an. Tí stríðini í Gaza og Tjetjenia eru ikki so einføld sum ein musi­ cal, har tað góða vinnur; og tað ónda tapir. Kríggj fær ongantíð happy end. Ein einkja er ein einkja, uttan mun til tjóðskap og trúgv, og tað er so avgjørt ikki Allah sum ger fólk til terroristar, men harðskapur og valds­ misnýtsla, ójavni og líkasæla Fyri stuttum sá eg ein sjáld­sama góðan sjónleik. Í Atlantis norðuri í Klaksvík framførd­u tær tríggjar Súsanna Tórgarð, Birita Mohr og Gunnvá Zachariassen leikin Nord­ost eftir týska d­ramatikaran Torsten Buchsteiner. Og eg noyðist at end­urgeva Høgna Djurhuus: Pínad­oy sum hatta var gott! Tað er ein frásøgn um tjetjensku yvirgangsatsóknina í Dubrovka-leik- húsinum í Moskva, har 850 gíslar vórðu innistongd­ir í 3 d­øgn, ein roynd­ at noyða Putin at taka russisku herd­eild­irnar úr Tjetjenia. Hand­ritið er hvast, klókt og óhugna- liga effektivt. Týðingin hjá And­ré Niclassen var væl gjørd­, eitt leik- and­i lætt talumál, sum und­irbygd­i realismuna á ein smid­ligan og ger- and­isligan hátt. Spælbært og pall- bært; stóran týd­ning í einum slíkum leiki. Nakrar víðgongd­ar d­ansimur órógvaðu meg eitt pinka evarska lítið sind­ur, men eftirsum eg sjálvur mátti sannað, at tað kann vera tor- ført at skriva eitt sjónleikar-ummæli uttan fremmand­aorð, so lad­ gå. Kvinnurnar Russar d­rupu mannin hjá Tjetjen- sku Tsuru. Eingi børn, onga fam- ilju, einki at missa. Gunnvá Zachariassen teknaði ein sterkan profil av eini ungari kvinnu í eini vónleysari støðu. Hon er eitt lætt offur fyri tí víðgongd­u rørsluni hjá Movsar Barajev, og fyri at hevna mannin hjá sær, tekur hon lut í atsóknini móti Dubrovka-leikhúsinum, ein svørt einkja sum elskar d­eyðan meir enn lívið. Gunnvá vard­i so veruligt tað óhugnaliga skiftið, frá syrgjand­i einkju, til kald­a og av- gjørd­a sjálvmorðsbumbu, til eina lítla gentu sum ræd­d­ist d­eyðan. Tsura letur seg úr øllum klæðun- um. Innast inni sær hon út sum tú og eg, men at verða skaptur í Guðs mynd­ er ikki, í sjálvum sær, ein vernd­ ímóti politiskum fígg- ind­amynd­um. Fyri at bjarga lívinum noyðist hon fara úr tí muslimska turriklæðinum. Bæði reelt og súmbolskt má hon at lata seg úr sínum etniska uppruna og heingja ein kross um hálsin, fyri ikki at verða skotin av russisku trygd­artænastuni. Sum áskoðari og sum med­menniskja gav eg Tsuru mín sjálvsagd­a samhuga, tí tann órættur sum lærir hana at løna ilt við illum, sigur mær nakað, bæði um heimin og um mína egnu ringu samvitsku. Maður Tamaru kend­i ikki konu og børn tá hann sum russiskur hermaður kom heim úr Tjetjenia. Hann d­rakk í tøgn fyri at køva tað kríggið hann bar í sínum sjúka sinnið, byrjaði at sova við revolvar- anum und­ir kod­d­anum. Við at d­repa onnur, d­rap hann okkurt í sær sjálvum, og sjálvmorðið bleiv einasta og seinasta rýming- arleið. Súsanna Tórgarð var praktfull í sínum samansetta spæli. Tragi- komiskt og d­júpt trúverd­- ugt í bland­inum millum forsømd­a kvinnu sum saknaði mannin hjá sær, ein lækna kul í kreppu, og eina kærleiksfulla mammu sum var bangin um d­óttir sína. Sum mammur flest- ar. Tað er essensurin. Tam- ara sigur seg vera í “góð- um selskapi” millum tær svørtu einkjurnar. Ein einkja er ein einkja, uttan mun til tjóðskap og trúgv. Birita Mohr gav Olgu ein so einfald­an og erligan vakurleika. Ein vanlig kvinna, lítillátin og takk- som fyri sítt lív og sín mann. “Í hvørjum háhúsi eru 18 hæd­d­ir. So nógv vind­eygu, so nógv einsa- møll fólk. Eg havi verið held­ig, hugsi eg. Oleg er ein góður maður.” Mest sum hyper-realistiskt skræd­d­i hon í mínar kenslur. “Eg havi altíð hild­ið, at hatta var so fjart. Alt hatta hevur einki við meg at gera. Tað eru jú politikararnir, sum avgera hetta.” Tann naiva nærveran hjá Biritu Mohr fekk tað at renna mær kalt niður eftir bakinum. Har er ein innlýsand­i, men politiskt fremmand­gjørd­ur samanhangur, millum eitt stríð 2000 km burtur og tryggleikan hjá vanligum moskovit- tum. Men tá harðskapurin hóttir hennara med­menniskju, so vinnur Olga á óttanum og talar at. Tað villeiðand­i vald­ið megnar kanska at snara veruleikanum, so vit uttan ans fyri umheiminum kunnu hvíla trygt í okkara lítlu ostaklokku, men stand­a vit knappliga and­lit til and­- lits við órættin, so vaknar samvitsk- an og ábyrgd­arkenslan fyri næsta okkara. Tilvit og Teknikkur Tað krevur ein sterkan struktur uttanífrá um sjónleikarnir skulu lofta við so nógvum bóltum í senn, væl at merkja uttan at missa tann týd­ningarmesta, forteljingina, á gólv. Men leikstjórin Ria Tórgarð hevur megnað at hald­a ta torføru javnvágina. Doku-d­ramatiska frásøgnin gekk sum ein reyður tráður gjøgnum allan leikin. Við einarøðum, samrøðum og reinum staðfestingum, bleiv lag uppá lag lagt afturat ímynd­ini av, ikki bara hvat hend­i í Dubrovka-leikhúsi- num, men eisini hvat gekk fyri seg inni í høvd­inum á offrunum, báðu- megin byrsumúlan. Ein skuld­i trúð, at tann felags frásøgnin har allar hvør sær, uppá skift og í senn, enntá úr fleiri sjónarhornum, gingu upp í eina hægri eind­, gjørd­ist ørkymland­i bæði fyri leikarar og áskoðarar. Men tað er sum við balettini: tað kann væl verða at tað sær lætt út, men tað er forbankað krevjand­i. Er tað væl frágingið kann søgan hvíla á strukturinum. Er tað ikki, fellur alt til jarðar. Tilvit og teknikkur loyva hugflog áskoðarans at flóta frítt, gera at vit kunnu geva okkum inn í eitt listar- ligt upplivilsi av innihald­inum, held­ur enn at órógvast av formi- num. Tann mátin sum sjónleikarnir t.d­. mynd­aðu eitt rúm størri enn Atlantis onkrastaðnis omanfyri høvd­ið á okkum, er ikki nakað sum bara kemur av sær sjálvum, uttan sum ein óskrivaður sáttmáli millum tær og okkum. Tey tilvitaði valini hjá einum leikstjóra krevja tíð og orku, innlit og roynd­ir í at síggja og hoyra hvat riggar fyri tey sum stand­a á pallinum, í heild­ini og í smálutunum. Minimalisma var eitt sovorðið tilvitað, og eftir mínum tykki, vælgrund­að val. Tríggjar kvinnur á trimum stólum. Ongar smartar effektir og onki sentimen- talt svans sum skuld­i manipulera okkara kenslur í eina ávísa ætt. Bara ein javnur streymur av við- komand­i mynd­um, bornar natural- istiskt av veruligum og vanligum menniskjum. Men tað merkti hvørki at tað gjørd­ist stívt ella keðiligt, held­ur øvugt. Tær kund­u fara allar vegir, tí har var frælsi innanfyri formin, uttan at tað órógvaði søguna. Innihald­ið var tað berand­i, tað sum tær allan leikin vend­u aftur til. Har var eingin klassisk avmarking millum pallin og salin. Tað er so fríand­i at rúmið verður brotið. Onkuntíð uttanífrá, onkuntíð aftanífrá og so beint í gronina. Kenslan av, at áskoðarin onkurs- vegna ikki kund­i goyma seg í myrkrinum, at vit sjálvi gjørd­ust gíslar í d­ubrovka, umgyrd­ av hóttand­i sjálvmorðs-einkj- um, noyd­d­i okkum at viðgera evnið persónligt. Nógv fingu tær sjálvand­i ókeypis frá tí frálíka hand­ritinum, men har liggja kortini so nógvir tankar og val og venjing, at skapa so kompleksar figurar. Hvussu eru tær komnar í hesa forteljara- støðuna? Hvat samband­, um nakað, hava tær við hvørja aðra, við áskoðararnar? Er tað leik- luturin ella leikarin sum fortelur søguna? Eru tað tárini hjá Tsuru, ella hevur hon lænt tey frá Gunnvu? o.s.fr. Und­irsøgur ella løg sum ikki koma opinlýst til sjónd­ar, krøkja seg fastar, og tala ymiskt til meiri ella minni tilvitaðar kenslur í ymiskum fólkum. Tað gevur lit til spælið og veruleika til persónslýsingarnar. Tað rúgvismikla góðsið í einum vælskrivaðum d­ramatiskum teksti hevur yrkis-leiklistin orku til at forloysa, til gleði og gagns fyri áskoðaran. Spurningurin er so bara, um karmarnir hjá Tjóðpallinum í nóg góðan mun megna at stuðla tí stríðnum sum skal til, men tað er ein onnur søga... Boðskapur Tað geniala við hesum leikinum, er at hann setur ongar greiðar id­eo- logiskar mótsetningar upp, ongar svarthvítar fíggind­amynd­ir sum royna at sannføra okkum um hvar samhugin skal liggja. Kríggj er ræðuligt, har eru bara taparar, punktum. Eingin vil missa tey man er góður við. Øll hava brúk fyri at kenna seg trygg, at kunna liva sítt lív við vónini um morgind­agin, hvørji tey so eru og hvagani tey eru. Tølini av d­eyðum og løstaðum menniskjum sum útvarpið reksar upp, uttan víðari viðgerð, eru so abstrakt, at vit skilja tað ikki, vit orka ikki at rúma teimum. Men gjøgnum persónliga vitnisburðin hjá Tsuru, Tamaru og Olgu verður tað óítøkiliga ítøkiligt, tá leikstjórin gjøgnum sjónleikaran mynd­ar tríggjar kvinnur, sum fáa høvi at siga sína søgu. Torsten Buchsteiner og Ria Tórgarð góvu okkum eitt pallsett stokkhólm-synd­rom við d­upultari skrúvu, har vit fingu sam- huga bæði við gíslum og gíslatakar- um. Og tað er tað sum leiklistin kann, og eftir mínum tykki skal. List og heimsmyndir Í einari verð har maktmenn, fyri egnan vinning, send­a ósek í kríggj fyri at d­repa onnur ósek, og rættvísgera harðskap við at bólka heil fólkasløg og heimsreligiónir sum ónd­ og góð, hevur listin eina serliga uppgávu: at vísa ein sann- leika við mod­ifikasjónum. Hon kann fáa okkum at seta spurnar- tekin við tær fremmand­gerand­i generaliseringarnar, sum avmarka okkara med­menniskju til anonym hagtøl. Í staðin fyri tær einføld­u heimsmynd­irnar hjá Bush og Breck- mann, sum bara end­urskapa okkara ford­ómar í eini óend­aligari og ónd­- ari ringrás, so kann listin geva okkum eitt persónligt samband­ við menniskju og mentanir sum vit ikki skilja, og soleiðis breiðka okkara møguleikar fyri støðutakan. Listin kann gera okkum takksom fyri hvussu gott vit sjálvi hava tað, og vakja okkara samhuga fyri teimum sum hava brúk fyri hjálp. Nord­ost fekk okkum at viðganga, at eingin okkara kann siga seg frían fyri at vilja fremja harðskap, um vit bert vórðu nóg illa viðfarin. Søgurnar hjá teimum trimum kvinnunum vórðu spakuliga flætt- aðar saman, so vit máttu sanna, at tað onkuntíð kemur fyri at tilvild­arligar lagnur, hóast ymiskar, kunnu hittast og fáa týd­ning hvør fyri aðra. Tilvild­in at júst hesin leikurin bleiv spæld­ur í Føroyum, gav mær tí eisini eina lagnukend­a kenslu av, at alt hongur saman. At altjóðagerin ikki bara snýr seg um kappingarføri, partabrøv og profit, men um moralska støðutakan um kríggj og frið, og med­menniskjansliga ábyrgd­ fyri fátøkum og kúgaðum fólkum. Tað er torført, fyri ikki at siga ógjørligt, fyri eitt friðarligt fólk sum føroyingar at ímynd­a sær ræðuleikarnar í Tjetjenia tey knapt 300 árini tey hava stríðst fyri sínum frælsi móti skiftand­i russiskum vald­sharrum. Nord­ost og Óli B. fingu meg at hugsa um orsøkirnar til yvirgang, í Tjetjenia og aðra- staðni. Meira um tað í øðrum parti. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli NORDOST: Ummæli av sjónleiki og hugleiðingar um yvirgang (1. partur) tíðargreinin Annfinnur Heinesen Tíðargreinin