mánadagur 2. mars 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 2. mars 2009
25
tíðindi
Tað var ein smílandi
og bjartskygdur
nevndarformaður
í Smyril Line, sum
varð við til almennu
vígsluna av nýggju
rutuni millum Havn
ina og Esbjerg
Jan Müler
úr Esbjerg
- Tað stendur nógv betri til
hjá Smyril Line nú heldur
enn fyrr. 2009 verður eitt
ár, har vit fáa vent skútuni
til at sigla stabilt og við
røttu kósini, tá vit skulu
suðureftir og norðureftir
Hetta
sigur
nevndar for-
maðurin Klaus Kjærulff við
Portalin. Við einum út -
reiðslu strukturi,
sum
er
lægri enn fyrr og við um -
skipan av teimum dugnaligu
starvsfólkunum
og
við
nøkrum
partaeigarum
í
rygg inum, sum stuðla fe -
lag num uppá ein og annan
mátan, síggi eg ljóst uppá
framtíðina.
Nýggi
nevndarfor mað-
urin, sum er fyrrverandi
stór reiðari og við nógvari
vitan og royndum á skipa-
økinum, var í góðum hýri
til móttøkuni í Esbjerg.
Sjálv ur heldur hann, at
Smyril Line gongur spenn-
andi tíðum á møti við fleiri
ferðafólkum. Nevndin, sum
hevði stuttan fund umborð
á Norrønu, meðan hon lá
við bryggju í Esbjerg, kem-
ur við eini útmelding um
støðuna í endanum av mars.
Lesið meira um vígsluna í
Sosialinum í komandi viku
og lurtið eisini eftir Vinnu-
rásini á Rás2 týsdagin.
Eisini verða livandi myndir
at síggja undir Kykmyndir
á Portalinum í komandi
viku.
Norrøna fer fram
hald andi at sigla
uppá Hanstholm
summarmánaðirnar,
men í vetrarhálvuni
verður Esbjerg staðið,
og Smyril Line fer at
leggja alla orku í at
marknaðarføra hesa
farleiðina eisini segði
Petur Holm, stjóri í
Smyril Line, tá nýggja
rutan varð alment
tikin í brúk í dag
Jan Müller
úr Esbjerg
Tað var fyritaksstjórin í
Smyril Line, Petur Holm,
sum bjóðaði vælkomin á
byggjuni í Esbjerg, har
umboð
fyri
landsstýrið,
Framtak, býráðið í Esbjerg,
manning og onnur innboðin
vóru til steðar. Petur Holm
kallaði løtuna fyri almennu
vígsluna av motorvegi Før-
oya til og frá europeiska
meginlandinum. –Hetta er
ein gleðisdagur, nú vit aftur
eru farin til røturnar – ídn-
aðar- og mentanar universi-
tetsbýin Esbjerg. Hann vísti
á, at Smyril Line í fimm ár
frá 1993 til 1998 rak rutu-
sigling millum Havnina og
Esbjerg í samstarvi við
DFDS.
Petur Holm legði dent á,
at Norrøna fer framhaldandi
at sigla uppá Hanstholm í
juni, juli og august, men
hinar mánaðirnar fer fyri-
tøkan at leggja alla orku í at
marknaðarføra rutuna til og
frá Esbjerg. Hetta fer at
geva eitt nú føroyingum og
íslendingum eitt eina stand-
andi gott høvi at røkka
flestu stóru býirnar í Dan-
mark innan fyri rímuliga
tíð. Hann nevndi, at Smyril
Line nú fer at leggja stóran
dent á at marknaðarføra
rutuna í Norðuratlantshavi
fyri at fáa fleiri útlendingar
við skipinum. Umframt
Danmark, sum er ein tann
týdningarmesti markn aður-
in, so fer Smyril Line eisini
at leggja enn meira orku í at
menna marknaðarføringina
á týska marknaðinum og í
Beneluxlondunum.
Her
liggja stórir ótroyttir møgu-
leikar. Petur Holm vísti í
røðu síni á, at fyritøkan
hugsar bæði um ferðafólk
og um farm. Í hesum sam-
bandi er Norrøna eitt sera
gott og einastandandi skip.
- Tað er einki loyndarmál,
at Smyril Line hevur siglt í
tungum sjógvi seinastu
árini. Við at velja Esbjerg
sum havn setir felagið hol á
eina nýggja og spennandi
tíð. Petur Holm rósti starvs-
fólkum og manning og bar
eina serstaka heilsu til
Smyril Blue Water, sum
stendur fyri farmaflutning-
inum, her ikki minst stjóran
Kurt Skov. Ùtflutningurin
av fiski úr Føroyum og
Ís landi er nú komin í eina
so trygga legu, at fiskur
veiddur
við
íslendsku
strend urnar mikudag og
feskur laksur slaktaður hós-
dag seinnapart í Føroyum
kann vera á fiskamarkn að-
unum í Bretlandi umvegis
Esbjerg mánamorgun og í
Europa
long
sunnudag.
Petur Holm takkaði eisini
løgtinginum og ikki minst
Johan Dahl, vinnu mála ráð-
harra, sum hava gjørt sítt
til, at tað ber til at halda
hesa vígsluna í Esbjerg.
Eisini rósti hann nýggja
nevnd arfor manninum
Klaus Kjærulff fyri sín
leiklut í at menna fyritøk-
una.
Lesið meira um vígsluna í
Sosialinum í komandi viku
og lurtið eisini eftir Vinnu-
rásini á Rás2 týsdagin.
Eisini verða livandi myndir
at síggja undir Kykmyndir
á Portalinum í komandi
viku.
hond
Rutan til Esbjerg
við til at menna
Smyril Line
Norrøna á rættari kós í 2009
Klaus Kjærulff, nevndarformaður í Smyril Line og Petur Holm, stjóra saman við soninum
Baldur
Mynd Jan Müller
Norrøna við bryggju í Esbjerg
Mynd Jan Müller