Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 42 - 2. mars 2009 tíðindi Hóast tveir av sam­ gonguflokkunum ganga aftur í sein ast­ uni veljarakanningini, sum FYND hev ur gjørt fyri Kring­ varpið, so siga trý av landsstýris­ umboðunum og teirra millum tveir floksformenn seg vilja halda fram á brúnni á ABC skútuni. Teir halda ikki, at veljarakanningin er nakað skot fyri bógvin á sam gongu­ skútuni Á brúnni umborð á Norrønu Jan Müller Nýggjasta veljarakann ing­ in, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið gevur teim um trimum samgongu­ flokkunum eina afturgongd uppá eitt mandat, úr 20 niður í 19 tingfólk. Javn­ aðar flokkurin missir eitt tingfólk og somuleiðis Fólkaflokkurin. Sambands­ flokkurin gongur tó fram við einum tingfólki aftrat. Stóri vinnarin í kanningini er umframt Sambands­ flokkin, Tjóðveldi, sum fær eitt tingfólk aftrat og er landsins størsti flokkur. Portalurin hevur hitt um ­ boð fyri teir tríggjar sam­ gonguflokkarnar á brúnni á flaggskipi føroyinga, Norrønu, sum júst í hesi løtu er miðskeiðis í Norð­ sjónum á veg móti Føroyum úr Esbjerg, har almenn vígsla var leygardagin. Løgmanseffekt Johan Dahl, vinnumála ráð­ harri (B) fegnast um góða úrslitið hjá Sambands­ flokkinum, sum hevur eina framgongd uppá góð 3% í mun til valúrslitið. –Eg leggi tó ikki nógv í velj ara­ kanningar, men tað er altíð hugaligt, tá flokkurin gong­ ur fram. Sjálvandi gevur tað eitt sindur eyka, at tú hevur løgmann, tað hava vit sæð hjá øðrum flokkum. Hvat framtíðini viðvíkur, so haldi eg, at ABC er tann besta samgongan vit kunnu fáa í løtuni, og eg fari at gera mítt til, at hon fer at halda tørn og verða verandi á brúnni. Hóast kanningin vísir, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava 17 ting­ fólk og harvið nokk til at skipa samgongu einsamall­ ir, so heldur Johan Dahl ikki, at hetta eigur at fáa verandi samgonguflokkar at gevast við samstarv in­ um. ABC verandi á brúnni At flokkarnir í samwwgonguni nú hava fingið eina minni afturgongd samanlagt, førkar ikki tann veruleika, at flokkarnir hava eina velduga undirtøku samlað. Hon eigur tí at kunna halda fram sigur Jørgen Niclassen, formaður í Fólkaflokkinum, nú veljarakanning Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið vísir, at ABC flokkarnir missa eitt mandat Á brúnni á Norrønu Jan Müller Jørgen Niclassen, uttan­ ríkisráðharri (A) og for­ mað ur í Fólkaflokkinum sig ur, at Fólkaflokkurin stendur seg vanliga ikki val í veljarakanningum. Flokk­ urin fer aftur við 1,5% úr 20,1 niður í 18,6% og missir eitt mandat. Hetta er so ein av teimum frægu velj arakanningunum fyri Fólkaflokkin, síggja vit burtur frá, at flokkurin missir eitt mandat, tí aftur­ gongdin hevur áður verið størri. –Man skal ikki taka hesa veljarakanningina av tungt. Samgongan hevur bert sitið eitt hálvt ár, og eg haldi, at allir tríggir flokk­ arnir hava roynt at fingið samstarvið á koyra meira enn at profilera flokkarnar. Tá vilja tað altíð henda for­ skjótingar. Tað er neyðugt at hava eina sterka sam­ gongu fyri at klára tær tíðir, sum standa fyri framman. Har meta vit, at hesir tríggir flokkarnir eru besta borgan fyri tí. At hesir flokkarnir nú hava fingið eina minni afturgongd, førkar ikki tann veruleika, at flokkarnir hava eina velduga undirtøku samlað. Hon eigur tí at kunna halda fram. Jørgen Niclassen sigur, at henda samgonga má halda fram, tí vit standa fyri tor­ førum tíðum. ­Eg havi gott mót um, at hesir tríggir flokkarnir megna at halda fram. Vit eru ein samgonga, og tað vit gera, tað mugu vit gera í felag, tí eiga vit eisini at verða løntir bæði í góðum og ringum, saman. Niclassen: Neyðugt við sterkari samgongu Jørgen Niclassen, landsstýrismaður í uttanríkismálum og formaður í Fólkaflokkinum, Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður í Javnaðarflokkinum ætla sær at verða verandi á brúnni í Tinganesi, hóast veljarakanning gevur samgongu skot fyri bógvin. Her eru teir stæddir á brúnni á flaggskipi føroyinga Norrønu Mynd Jan Müller