mánadagur 2. mars 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 2. mars 2009
27
tíðindi
- Eg eri ikki nøgdur
og tí vil eg hava eina
eftirmeting. Tá man
er í eini samgongu,
so er spurningurin,
hvussu nógv man
vil draga fyri sam-
gong una og fyri seg
sjálvan og flokkin, og
tað kann gott vera,
at tingmanningin
viðhvørt kundi
profiler að seg eitt
sindur sterkari enn
hon ger. Eg ætli
ikki, at tann næsta
veljara kanningin
skal vera so vánalig,
so her má vend
koma í sigur Jóannes
Eidesgaard, formaður
í Javnaðarflokkinum
um úrslitið av veljara-
kanning Fynd hevur
gjørt fyri Kringvarpið
À brúnni á Norrønu
Jan Müller
Javnaðarflokkurin er stóri
taparin í veljarakanningini,
sum Fynd hevur gjørt fyri
Kringvarpið
og
gongur
aftur úr 19,3% niður í 16,3
ella ein afturgongd uppá
3%. Hann missir eitt ting
fólk. Hvat sigur formaðurin
í flokkinum, Jóannes Eides
gaard til stóru afturgongd
ina!
Nú er ringt at finna eina
viðmerking, sum er hósk
andi. Eg taki veljarakann
ingar fyri tað, sum tær eru.
Hetta er væl eitt signal frá
veljarunum,
at
veljarin
gevur til kennar, antin hann
er nøgdur ella ónøgdur. Og
her kunnu vit staðfesta, at
veljarin fyri ein part er
ónøgdur við Javnaðar flokk
in, og tað ætli eg mær sum
formaður at taka til eftir
tektar og mugu so innan
hýsis í flokkinum tosa um,
hvat er orsøkin til, at ein
flokkur av trimum rindar
eina rokning í veljarans
eygum.
Er tað tí at landsstýris
umboðini ikki gera eitt nóg
gott arbeiði, eru tað um
boðini í tinginum, sum ikki
duga nóg væl at selja
politikkin ella er man ov
yvrigur at virka ov nógv
sum samgonga og ov lítið
sum flokkur spyr Jóannes
Eidesgaard. Og hann svarar:
Eg eri eitt sindur vónsvikin
av kanningini, tí vit høvdu
eitt kommunuval í novemb
er, har Javnaðarflokkurin
kring landið stóð seg sera
væl. Her er so stutt fráliðið,
so her má vera eitt ella
annað, sum ger, at veljarin
hevur hug at fara aðrastaðni.
Tað mugu vit finna út av.
Eg fari so at kalla flokkin
inn til fund í vikuni og meta
um støðuna, um tað er
nakað, sum vit kunnu gera
betri. Eg eri ikki nøgdur og
tí vil eg hava eina eftirmet
ing. Tá man er í eini sam
gongu, so er spurningurin,
hvussu nógv man vil draga
fyri samgonguna og fyri
seg sjálvan og flokkin, og
tað kann gott vera, at ting
manningin viðhvørt kundi
profilerað seg eitt sindur
sterkari enn hon ger. Eg
ætli ikki, at tann næsta
veljara kanningin skal vera
so vánalig, so her má vend
koma í.
Í borgarligum skugga
Jóannes Eidesgaard ivast
onga løtu í, at tað var bæði
rætt og neyðugt at kvetta
samstarvið við Tjóðveldi, tí
tað bar ikki til longur. –Vit
hava truplar tíðir í Føroyum,
og eingin veit, hvussu fram
tíðin fer at laga seg eisini á
tí fíggjarliga økinum, og tí
er tað eisini umráðandi at
hava politiskan stabilitet og
eina sterka samgongu, men
tað er klárt, at Javnaðar
flokkurin í hesi samgonguni
kann koma at standa í ein
um borgarligum skugga:
Men tað mugu vit so gera
nakað við. Eg veit ikki um
veljarin ikki er nøgdur við,
at tað ikki eru hendar nakrar
uppstramningar á nøkrum
vælferðarøkjum, sum hann
kanska vildi havt okkum at
verið meira árvaknar við,
men eg haldi ikki tað í dag
er nakað betri boð uppá
eina politiska leiðslu enn
eina ABC samgongu í Før
oyum í dag.
Jóannes Eidesgaard:
Vónsvikin og ónøgdur
Bara í 1994, 1932 og 1928 hevur
Javnaðarflokkurin flokkurin havt
verri úrslit, enn veljarakanningin,
sum útvarpið kunngjørdi á middegi
fríggjadagin, vísti. Hinvegin er
Tjóðveldi størsti vinnarin.
Síðani Javnaðarflokkurin flokkurin
fyrstu ferð kom á ting í 1928, hevur
hann bara havt verri úrsliti tríggjar
ferðir: í 1928, í 1932 og í 1994.
Kanningin hjá útvarpinum sær
soleiðis út:
Fólkaflokkurin:
Kanning feb. 2009: 18,6% og 6 tinglimir
Val jan. 2008: 20,1% og 7 tinglimir
(1,5% og 1 tingmann)
Sambandsflokkurin:
Kanning feb. 2009: 24,1% og 7 tinglimir
Val jan. 2008: 21,0% og 8 tinglimir
(+3,1% og +1 tingmann)
Javnaðarflokkurin:
Kanning feb. 2009: 16,3% og 5 tinglimir
Val jan. 2008: 19,3% og 6 tinglimir
(3,1% og 1 tingmann)
Sjálvstýrisflokkurin:
Kanning feb. 2009: 7,3% og 2 tinglimir
Val jan. 2008: 7,2% og 2 tinglimir
(+0,1%)
Tjóðveldisflokkurin:
Kanning feb. 2009: 24,7 % og 9 tinglimir
Val jan. 2008: 23,3 % og 8 tinglimir
(+1,4% og +1 tingmann)
Miðflokkurin:
Kanning feb. 2009: 8,7% og 3 tinglimir
Val jan. 2008: 8,4 % (+0,3%)
Miðnámsflokkurin:
Kanning feb. 2009: 0,3% og ongan
tinglim
Val jan. 2008: 0,7 % (0,4%)
Javnaðarflokkurin
størsti taparin