Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 42 - 2. mars 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Fríggjadagin 27. februar var móttøka á Dimmalætting í sambandi við at Lisbeth L. Petersen fylti 70 ár leyg­ ardagin 28. februar. Lisbeth er ein av høvuðs­ partaeigarunum í Dimma­ lætting, og famlijan hevur verið við til at mynda blaðið gjøgnum mong ár og er tað framvegis. Umframt vinir og kenn­ ingar vóru býráðs­ og lands­ politikarar, bæði úr Sam­ bandsflokkinum og øðrum flokkum við til móttøkuna, har fleiri røður vóru hildn­ ar. Lisbeth hevur havt eina spennandi politiska karrieru bæði sum býráðs­ og lands­ politikari og sum fólkatings­ limur. Hon sat í Tórshavnar býráð frá 1984 til 2000 og var borgarstjóri í Tórshavnar kommunu frá 1992 til 1996. Móttøka fyri Lisbeth á Dimmalætting Myndir: Jens Kristian Vang Fríggjadagin var móttøka á Dimmalætting í sambandi við at Lisbeth L. Petersen fylti 70 ár, her er hon saman við ommudóttrini Fyrrverandi blaðstjórin á Dimmalætting, Benny Samuelsen og Lisbeth Bergtóra Hanusardóttir við blómum Lisbeth og sonurin Georg, sum arbeiðir á Dimmalætting Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting, ber fram eina heilsan til Lisbeth Lisbeth og Árni Joensen, nevndarformaður í Dimmalætting Jens Marius Poulsen, Katrin Holm, Lisbeth og systirsonurin Michael Jensen Nevndarformaðurin í Dimmalætting hevur handað Lisbeth ein málning