Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 2. mars 2009 29 Dagurin Dagurin eitur Albinus. 2. mars. Simplicius, deyður ár 483. Hann var pávi frá 468. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Fyrsta mars fylti okkara kendi listamaður, Tróndur Patursson í Kirkjubø, 65 ár. Tróndur er fjølbroyttur listamaður, hann er bæði málari og myndahøggari v. m. Hann er útbúgvin í Dan­ mark og Norra innan ymisk­ ar listagreinir, umframt at hann hevur verið námsferðir í fleiri londum. Síðan Tróndur hevði sína fyrstu framsýning á ólavs­ søku 1958, hevur hann havt nærum óteljandi framsýn­ ingar bæði í Føroyum og uttanlands. Síðan síðst í 80­unum hevur hann gjørt nógv við at mála á glas. Hann hevur sín egna ovn á verkstaði sín­ um í Kirkjubø, sum verður brúktur til endamálið. Hansara vatns­ stál­ og steinskulpturar eru nógva­ staðni at síggja, umframt alt tað hann hevur gjørt úr glasi. Eisini hevur hann verið ymiskar ferðir við granskar­ anum og høvundanum Tim Severin, sum t.d. ferð Brandans úr Írlandi til Amerika (1977­78), ferð Sindbads Sjófara úr Oman til Kina (1982­83), ferð Jasons úr Hellas til Georgia við Svartahavið (1985), China Voyage úr Japan til Amerika yvir Stillahavið (1995), Spice Islands Voyage í Indunesia (1996). Tróndur Patursson er í dag í høgum metum bæði sum málari og myndhøggari. Fremst av øllum er hann víðagitin fyri sínar glas­ málningar og spegils­/glas­ verk. Hann eigur ein týð­ andi lut í menningini av før­ oyskari list. -red Tróndur Patursson 65 ár Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaða mamma, vermamma og omma Poula Mohr Fuglafjørður andaðist á Vesturstovu leygarkvøldið 28. februar, 82 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Siloa mikudagin 4. mars kl. 13. Familjunnar vegna Hans, Poul Jákup og Øssur Tey, ið vilja minnast Poulu, kunnu lata eina peningagávu til Siloa. Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at elskaði maður, pápi og abbi okkara Gestur við Høgadalsá úr Havn andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin, 67 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum mánakvøldið kl. 18.00 Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Karin, Hanus, Turið, Bjarni, Fróði og Maria Tey, ið ynskja at minnast Gest, kunnu lata ungdómsarbeiðinum hjá B36 eina gávu, konta í peningastovnunum. Í vikuni kemur navnframa Pernille Aalund til Føroya. Hon er ein av fyrilestrar­ haldarunum til stóra 8. mars tiltakið í Norðurlandahúsin­ um 7. mars. Pernille fer at røða um bók sína, sum hon kallar Wauw­effektin. Orðini verða sjálvandi serverað í røttum Pernille­stíli. Eitt gott power­talk og nógv bæði til gaman og til álv­ ara. Harafturat kemur Benja Stig Fagerland. Hon er kend fyri sínar mongu suksé’ir í verkætlanum at fáa fleiri kvinnur í leiðslur og nevnd­ ir, serstakliga í Noregi. Atgongumerki kunnu keypast á www.kvinna.fo og eisini í Telebúðunum kring landið. Pernille Aalund til Føroya Kunngjørt verður, at okkara elskaða kona, mamma, vermamma og omma Edith Dam Argir andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 28. februar, 65 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum týsdagin kl. 19.00. Jarðarferðin verður úr Argja kirkju mikudagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Meinhard Thomas, Eyðhild og Bogi Tey, ið vilja minnast Edith, kunnu lata eina gávu til Føroya Felag móti Krabbameini, konta í peningastovnunum. Jógvan Pól Johan Egholm, vanliga nevndur Jógvan Páll, ættaður úr Leynum, andaðist í Ålborg, mánadagin 23. februar, 39 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Kvívíkar kirkju týsdagin klokkan 14. Tey ið vilja minnast Jógvan Páll, kunnu lata børnunum eina peningagávu, konta í Eik banka. Sungið verður úr sálma­ bókini. Andlát og jarðarferðir