Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 42 - 2. mars 2009 Tað er eingin ivi um, at Eidesgaard leyg og baktalaði í lásagøluni. Men Jaspur Vang heldur ongan illgruna vera um lógarbrot. Eg havi illgruna um, hví hann ongan illgruna fær... Millum tey meira absurdu fyribrigdini í okkara polit­ isku skipan, er ein nevnd, kallað landsstýrismála­ nevndin. Trý fólk eru í nevndini. Andstøðan eigur eitt, og samgongan tvey. Tey bæði umboðini fyri samgonguna eru sjávsagt tey, sum ráða. Tey skulu so hava eftirlit við sínum egnu landsstýris­ fólkum. Samgongan og flokkarnir skulu hava eftirlit við sær sjálvum. Tað ber sjálvsagt ikki til. Er tað nakað, sum stýrir flestu politikarum, so er tað loyalitetur móti egnum flokki. Eitt dømi um hetta er málið um kanningina av "lásagøluni". Loyaliteturin móti Jóannesi Eidesgaard tykist hava havt størri týdning, enn ynskið um at leggja fram ein sannleika, ið kundi blivið dýrur fyri Eidesgaard og hansara flokk. Eidesgaard leyg Jaspur Vang og Andrias Petersen eru meirilutin í nevndini. Og Jaspur sigur í bløðunum um vikuskiftið, at teir, eftir at hava kannað øll viðkomandi skjøl, komu fram til, at illgruni ikki var um, at nakað ólógligt var hent. Tað er í sjálvum sær ein niðurstøða, sum rakar Jóannes Eidesgaard. Tí hann ákærdi alment ­ meðan hann var løgmaður ­ ein annan mann fyri at hava gjørt nakað, sum "minnir um Watergate". Vit tosa altso um kriminalitet. Nú siga so Andrias og Jaspur, at tað ikki var so frægt sum illgruni um nakað lógarbrot. Harvið siga teir eisini, at Eidesgaard segði ósatt. Harvið siga teir, at Eides­ gaard nýtti sína støðu sum løgmaður til at seta fram eina grova, men falska ákæru móti øðrum manni. Slíkt er í sjálvum sær sera álvarsom misnýtsla av løgmansembætinum. Loyaliteturin avgerandi Álvarsamari er tað sjálv­ sagt, um Eidesgaard í hesum sama máli sjálvur hevur brotið tær lógir og reglur, ið hann var undir­ lagdur. Men tann, ið lesur tilfar­ ið um málið á heimasíðu løgtingsins, kann illa koma til aðra niðurstøðu enn júst hetta. Eg skal ikki ramsa alt upp her, men í tilfarinum er upp í spannir av ábend­ ingum um brot á bæði stýrisskipanarlógina og fyrisitingarligar reglur. Men Jaspur og Andrias fáa, eftir at hava lisið tilfarið, ikki so frægt sum illgruna um nakað. Og eg fái ið hvussu er illgruna um, hví teir ongan illgruna fáa. Og tann illgrunin sigur, at tilfarið er lisið gjøgnum brillur, ið eru sera litaðar av politiskum loyaliteti. Milliónin Ført hevur verið fram, at ein autoriserað kanning ikki skal gerast, tí hon hevði kostað eina millión. Jaspur nevnir sama tal. Eg veit ikki hvar talið kemur frá. Men tað er garrvilt. Kanningin kann gerast fyri ein brotpart av hesum. Mann kann eisini fáa illgruna um, hví eitt so stórt tal verður slongt út... Tingið vanvirðir seg sjálvt Jaspur sigur, at eg "van­ virði Føroya Løgting", tá eg kritiseri avgerðina um ikki at gera nakað við hetta mál. Tjae. Eg haldi nú meira, at tað er Føroya Løgting, sum vanvirðir seg sjálvt. Í lásagøluni vórðu settar fram grovar ákærur um lógarbrot í landsins leiðslu. Alt bendir á, at lógarbrot eisini fóru fram. Útspillingin fór út um øll mørk. Og Føroyar vóru gjørdar so dyggiliga fyri skommum. Men Løgtingið heldur ikki, at nakað skal hava avleiðingar fyri nakran. Alt fer bara aftur við borðin­ um. Eingin fær ábygdina av nøkrum. Signalið til borgararnar er greitt: So leingi tú situr í ovastu leiðsluni, kanst tú týggja tær akkurát, sum tú vilt! Eg haldi ikki, at tað er serliga gott fyri rættar­ kensluna. Hví vil Jaspur bjarga Eidesgaard undan kanning? Sjúrður Skaale Hví skulu Føroyar lúgvast inn í danska ríkið, tá vit ikki eru og ongantíð hava verið partur av hasum ríkinum? Orðaskiftið um ES, EFTA og EBS vísir, at føroyskur politikkur byggir á skeivt grundarlag. Onk­ ursvegna skulu Føroyar fyrst limast inn í danska ríkið, og síðan skal møgu­ lig umsókn um limaskap fara fram undir løgna heitinum “Kongeriget Danmark for saavidt angaar Færøerne”. Hví allir flokkar, eisini sonevnda Tjóðveldi, velja at byggja sín politikk á danska lygn heldur enn føroyskan veruleika, er mær ein gáta? Hví skulu útlendingar, serliga danir, ið ikki kenna til stjórnar­ støðu Føroya, altíð dragast fram at skriva álit, ið bert tykjast at hava til endamáls at styrkja donsku lygnina um Føroyar sum part av Danmørk? Føroyingar hava ongantíð limað Føroyar inn í danska ríkið, mær vitandi hevur ongin annar hesa heimild! 14. september 1946 var nær við, men tíbetur fall danska stjórnar­ uppskotið, tá 47% av før­ oyingum, ið vóru á vali, góð 30%, sum høvdu væl­ rætt tá, stuðlaðu danskari heimastýrisskipan og innliming í danska ríkið. Í 1661­62 góvu danir, norðmenn, íslendingar og føroyingar felagskongi ríkjanna einavald at stýra londunum í ríkjafelags­ skapinum. Danir løgdust tíverri á norsku kongsheim­ ildirnar og stýra framvegis Føroyum við hesi eina­ valdssamtykt, eins og teir stýrdu Noregi til 1814 og Íslandi til 1918. Eg skilji ikki, at Tjóð­ veldi fer upp í sambands­ kórið, sum ætlar sær yvir um danska á eftir vatni. Tað átti at verið rættari og lættari at bygt á føroyskan veruleika, at Føroyar ikki eru partur av danska ríki­ num, men bert hava ríkja­ samband við Danmørk. Tá annað ríkið í ríkjafelags­ skapinum uttan nakað hóvasták kann fara upp í ES, so kann hitt gera tað sama ella velja EFTA, um tað er eitt ynski! Innan vit søkja um nakran limaskap í altjóða felagsskapi, eiga vit at taka av einavaldssamtyktina frá 1662 og skipa Føroyar sum eitt demokratiskt ríki, eins og danir gjørdu hinumegin ríkismark í 1848­49. Tað merkir ikki, at vit noyðast at slíta ríkjasambandið við danska ríkið, men heldur endurnýggja samveldið, so bæði ríkini verða javnsett og fáa demokratiska stjórnarskrá. Ríkjasambandið Dan­ mørk og Føroyar viðvíkj­ andi Danmørk er limur í ES, og sama ríkjasamband viðvíkjandi Føroyum kann vera limur í EFTA. Eg veit, at hetta er ikki í tráð við samveldissáttmálan (ritað­ ur í Bjørgvin 1450, vit eiga at hava felags uttanríkja­ politikk), men hann er brotin so ofta og so dyggi­ liga í nógv ár frá danskari síðu, at neyðugt er at endur­ skipa ella slíta ríkja­ sambandið. Føroyskur politikkur eigur at byggja á føroyskan veruleika heldur enn danska lygn! Tástani kunnu vit kanna vansar og fyrimunir við limaskapi í altjóða felagsskapum og velja tað, sum er best fyri Føroyar! Tað er at fegnast um, at Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaðurin í fiskivinnu, á tingfundinum 25. februar 09, segði seg vera samdan við undirritaðu um, at tað kundi verið skilagott at givið einum ídnaðarbáti royndarloyvi til at fiska hvítingsbróður við tí fyri eyga at kanna, um hesin fiskiskapur kann fremjast burðardygt. Søgan aftan fyri steðgin av hvítingsbróður er tann, at miðskeiðis í nítiárunum varð politisk avgerð tikin um at støðga veiðu av hvít­ ingsbróður. Orsøkin til, at fiskiskapurin eftir hvítings­ bróður bleiv støðgaður, varð søgd at vera ov stór hjáveiða av hýsuyngli. Tá avgerðin varð tikin um at støðga fiskiskapi eftir hvítingsbróður, vóru ídnað­ arskipini farin at royna við rist í trolinum við tí fyri eyga at minka um hjáveið­ una av øðrum fiskasløgum. Hetta bar ikki á mál tá, í staðin fingu ídnaðartrol­ ararnir upphøggingar­ stuðul, og so endaði tann søgan, hóast serkunnleikin, fiskifrøðingar á Fiskiran­ sóknarstovuni, mælti til, at fiskast kundu eini 30.000 tons av hesum fiskaslagi. Nú eru nógv ár liðin, og spurningurin er áhuga­ verdur og týdningarmikil, um tað ikki átti at verið loyvt royndarfiskiskapi við rist fyri at staðfesta, um tað ber til at fiska hvítings­ bróður skilagott og burðardygt. Talan er um eitt tilfeingi, sum ikki verður troytt, og sostatt ikki kemur føroyska samfelagnum til góða. Um royndirnar verða positivar, hevði hetta verið eitt ríkt tilfeingi at fingið upp á land í Føroyum og eitt gott búskaparligt íkast til samfelagið. Vit eru mong, ið fegnast um at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður heldur at hetta er skilagott, og vit gleða okkum at síggja, um úrslitið verður burðardygt. Ríkjasambandið Danmørk og Føroyar Føroyskt fólkaræði john ÍSheim Ja til royndarfiskiskap eftir hvítingsbróður løgtingskvinna kriStina toftegaard larSen viðmerkingar