Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 43 - 3. mars 2009 Byrsumaðurin Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ein maður stendur við einum svørtum plastikkposa á Bursatanga í Havn. Klokkan er farin av seks, men sjey er hon ikki vorðin hendan leygarmorgunin. Umborð á einum skipi við bryggju er ein annar maður. Menninir skeldast. Teir hava eisini skeldast fyrr um kvøldið. Brádliga tekur maðurin á kaini eina avsagaða byrsu úr posanum og sigur, at nú er hin ferdigur. Maðurin umborð blakar seg niður, og høglini buldra inn í móti skipinum. Eisini koma nøkur niður á mannin, ið ringir seg saman aftan fyri ein stálvegg umborð. Maðurin umborð reisir seg. Tann á kaini spyr hann, hví hann ger so býtt, og biður hann siga umskylda. Hetta vil maðurin umborð ikki. - Eg havi fleiri patrónir, sigur maðurin við byrsuni og løðir aftur, áðrenn hann aftur skjýtur. Maðurin umborð hevur longu blakað seg niður. Soleiðis gongur ein løta, og byrsumaðurin skjýtur fýra skot av teimum 25 í pakk- anum. Tá hoyrast sirenurnar. Byrsumaðurin blakar vápn- ið á sjógv og gongur ímóti politistunum, sum biðja mannin sleppa sær sín veg. Ikki fyrr enn seint á kvøldi verður byrsumaðurin tikin, tí løgreglan fataði ikki beinanvegin, hvat var hent. Tá hevur byrsumaðurin longu verið inni hjá einari kvinnu, ið er journalistur, har hann greiddi henni frá, hvussu hann royni eydnuna við skaviseðlum. Hevði hetta verið ein krimibók, so høvdu vit smílst og hugsað, at so býttir eru politistarnir ikki, og ongin skjýtur heldur hvønn annan í Føroyum, men tað var júst hetta, sum hendi í okkara annars frið- arliga samfelagi um viku- skiftið. Ein maður skeyt við byrsu eftir einum øðrum manni, og eftir hondini eru vit øll vitni í málinum. Høglini og skelkurin - Eg blívi við at hugsa um høglini. Psykan er av helviti til, tað sigur seg sjálvt. Mað- urin ætlaði jú at drepa meg, sigur Hans Olsen, ið skotið varð eftir leygarmorgunin. Í løtuni er hann staddur umborð á línubátinum Mar- git úr Saltangará, sum loysti leygarkvøldið, eftir, at mað- urin var komin umborð. - Eg ivaðist longi, um eg skuldi fara við, men eg haldi hetta var tað besta. At koma millum fittar menn, sum hava kent meg alt lívið. Tað er nokk lættast soleiðis. So kann eg byggja meg upp- aftur, sigur Hans Olsen, ið greiðir frá, at hann alla tíð- ina hugsar um høglini, sum regnaðu rundanum hann. Og hvat hevði hent, um hann ikki tók tær avgerðir- nar, hann tók umborð á Váðasteini leygarmorgunin. - Eg havi sitið inni í langa tíð. Mest fyri koyrikortið, men fyri kortum kom eg útaftur, eftir at hava sitið í langa tíð fyri grovan harð- skap ímóti eini kvinnu. Eg havi sitið mína Aftur milliardir til AIG Enn eina ferð hevur amerikanska stjórnin gjørt av at hjálpa tí illa stadda tryggingarfelagnum AIG. Hesaferð fær felagið 30 milliardir dollarar ella 177 milliardir krónur í almennari hjálp. Hetta er triðju ferð, at AIG fær innspræning úr amerikanska ríkiskassanum, síðani búskaparkreppan av álvara fór at gera um seg fyri einum hálvum ári síðani. Undan veitingini hesaferð hevur AIG fingið 150 milliardir dollarar ella slakar 900 milliardir krónur frá tí almenna fyri at forða fyri, at felagið fer á húsagang. Gordon Brown størsti syndarin Franska umhvørvistíðarritið Terra Eco hevur roknað út, hvussu nógv CO2 teir politisku leiðararnir í Evropa sleppa út í luftina á teimum mongu flogferðunum. Niðurstøðan hjá tíðarritinum er, at tann stjórnarleiðarin, sum dálkar mest, er bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown. Sambært útrokningunum hjá Terra Eco slepti Gordon Brown 8.400 tonsum av CO2 út í luftina á sínum almennui flogferðum í fjør. Næstur henni var týski kanslarin, Angela Merkel, við 7.400 tonsum, og á triðja plássi var franski forsetin, Nicolas Sarkozy, hvørs almennu flogferðir sleptu 7.100 tonsum av CO2 út í luftina. Leygardagin skeyt ein maður eftir 43 ára gamla Hansi Olsen úr Saltnesi. Sjálvur hevur Hans Olsen millum annað sitið í Horsens Tugthus í hálvtannað ár fyri grovan harð­ skap ímóti eini kvinnu. – Eg havi gjørt nógv býtt, men eg havi sitið mína tíð, og hetta er aftan fyri meg. At maðurin skuldi koma við byrsu, tað skilji eg ikki, sigur Hans Olsen, ið bert hevði fýra millimetrar av stáli og eitt sindur av luft millum seg sjálvan og byrsuskotini