Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 43 - 3. mars 2009 tíð Hetta stemplið blívur við at sita á mær, men tað er farið. Eg blívi ikki ein gong óður longur, tá fólk kalla meg konubukara, tí hetta er ein farin tíð, sigur Hans Olsen, ið fór til skips, áðrenn mað­ urin, ið royndi at skjóta hann varð handtikin. Vil ikki hevna 39 ára gamli maðurin, ið er tikin fyri at hava skotið eftir Hansi Olsen kann fáa sera harða revsing, men hetta er ikki nakað, ið Hans Olsen ynskir. ­ Tað sær út til, at hann fær nógva tíð í fongslinum, men eg vil ikki siga, hvussu leingi hann skal sita. Eg havi sjálvur sitið inni, og hann blívur nokk bara verri av at fara í fongsul soleiðis. Tað er nógv betri, um hann fær ordiliga hjálp, tí maður­ in má vera ørur í høvdinum, sigur hann, og greiðir aftur frá, hvussu nógv hann hugs­ ar um regnið av høglum, sum kom inn yvir hann, tá hann lá og ringdi seg saman aftan fyri stálveggin á Váða­ steini, har hann goymdi seg, beint eftir at byrsumað­ urin hevði sagt, at nú var hann ferdigur at liva. Vildi hava frið Áðrenn byrsumaðurin skeyt eftir manninum, ið er hevur sitið fyri at buka kvinnur, tosaðu teir báðir í telefon saman. Við Dimmalætting sigur byrsumaðurin, at teir vóru avkláraðir við, at ann­ ar skuldi liggja eftir á, men hesum tekur Hans Olsen frástøðu frá. ­ Vit tosaðu saman fleiri ferðir, meðan hann var á veg oman, men eg skilti tað alla tíðina sum, at vit skuldu tosa um tingini. Vit eru jú báðir vaksnir menn, 39 og 43 ára gamlir, so tað burdi borið til, sigur hann, og harmast, at báðir menninir í málinum skulu hava mis­ skilt hvønn annan. ­ Hevði eg vitað, at hann kom við byrsu, so hevði eg eisini havt eina byrsu, um tú skilur, hvat eg meini, sig­ ur Hans Olsen, sum fyri kortum er komin á vakt. Daman skuldina Málið byrjaði, sambært Hansi Olsen, við, at ein dama, ið hann er saman við viðhvørt, kom oman í Tórs­ høll. Full var hon, umframt, at hon hevði greitt frá at hon var sjúk tann dagin. ­ Eg spurdi hana, hví hon leyg so illa fyri mær. So fóru vit at skeldast, og hesin maðurin blandaði seg uppí. Onki slag varð sligið, men tað var eitt sindur av roki. Tá fór eg bara avstað. Men hann kom aftan á mær, greiðir Hans Olsen frá. Víðari hendir tað, at Hans Olsen fer niðan í Auto, har hann keypir sær eitt telefon­ kort. Har sær hann byrsu­ mannin lúra eftir sær. Og er sannførdur um, at hann vil honum ilt. ­ Hon sendir altíð fólk eftir mær. Seinasta árið eri eg fýra ferðir álopin, og hon roynir altíð at gera skaða á meg, hetta bleiv so fimtu ferð, greiðir Hans Olsen frá, sum leggur stór­ an dent á, at hann ikki hevur bukað hesa kvinnuna, men hann onkuntíð hevur tikið nokk so hart í hana. Hví ert tú so saman við henni? ­ Eg eri góður við hana, men vit kunnu ikki vera saman ov leingi. Tað blíva altíð konfliktir, og politiið sigur eisini, at vit ikki skulu vera saman, sigur hann rættiliga friðarliga. Brádliga leggur hann afturat, at hendan kvinnan eisini má fáa revsing, tí tað var hon, ið sendi byrsu­ mannin eftir sær. ­ Eg skilji ikki, hví eg skal revsast fyri nakað, ið eg longu havi fingið mína revs­ ing fyri, sigur Hans Olsen. Fór at goyma seg Tá Hans Olsen sá mannin uppi við Auto, gjørdi hann av at ganga millum fólkini í býnum, har hann kendi seg tryggan. ­ Eg fór eisini at keypa mær eina pylsu, áðrenn eg gjørdi av at fara umborð á Váðastein at goyma meg til skipið hjá mær skuldi avstað. Eg havi siglt við línu alt mítt lív, og eg kenni væl menninar umborð á Váðasteini, so eg roknaði við at vera tryggur. ­ Men so var eg býttur. Kvinnan ringdi til mín og góðtrúgvin, sum eg eri, so fortelji eg henni, hvar eg goymi meg. Hon lovar, at hon ikki skal siga tað við mannin, sum er eftir mær, sigur Hans Olsen. Lítla løtu seinni ringir byrsumaðurin til Hans Olsen. Teir avgera at greiða málið, men sambært Hansi Olsen, so var tað ikki ætl­ anin, at teir skuldu berjast, men heldur tosa um málið. Eftir hetta tosaðu teir fleiri ferðir saman, og endin varð, at maðurin stendur á Bursatanga við einum svørtum skrelliposa. ­ Tað sá út sum, at hann hevði eina skrubbu í posan­ um ella okkurt. Eg roknaði ikki við, at tað var ein byrsa, greiðir Hans Olsen frá. Væntaði ilt Hóast Hans Olsen ikki rokn­ aði við, at stórt rok fór at verða niðri á Bursatanga, so tók hann fyrilit fyri, at okkurt kundi henda. ­ Eg stillaði meg høgt, soleiðis, at eg kundi hava yvirblikk yvir tí, ið skuldi henda, men eg ánaði ikki, at hann fór at koma við byrsu eftir mær. Og hevði eg stillað meg onkra aðra staðni, og hevði eg ikki vitað, hvussu vápn rigga, so var eg ikki livandi í dag, greiðir ein skelkaður Hans Olsen frá. Tað, sum sambært Hansi Olsen, síðani hendi, var, at maðurin peikaði við byrsuni ímóti honum, og greiddi frá, at nú var hann ferdigur. Fyri hetta avráddu Hans Olsen, og ein umborð á Váðasteini, hvussu teir skuldu fara fram. ­ Eg blakaði meg niður, og tað má vera onkur hægri makt, sum syrgdi fyri, at eg reageraði so skjótt, greiðir hann frá. Síðan løddi maðurin byrs­ una aftur. Og aftur nú blak­ aði Hans Olsen seg niður. Fýra skot vórðu skotin, áðrenn løgreglan kom. Sein varð løgreglan. Og sambært Dimmalætting er orsøkin, at teir kenna Hans Olsen, sum sambært politinum altíð meldar, at onkur er eftir sær. Gekk sín veg Tá løgreglan kom, gekk byrsumaðurin sín veg. Á veg niðan í býin slepti hann, sambært Dimmalætting, patrónunum, og løgreglan vildi heldur ikki hava mann­ in á staðnum. Meira enn 12 tímar seinni verður byrsu­ maðurin handtikin. Hann hevur enntá verið í túninum hjá løgregluni, uttan at teir funnu hann. Bara hann fær hjálp Hóast Hans Olsen greiðir frá, at tað sálarliga hjá hon­ um ordiliga er farið í hund­ arnar aftur, so vil heldur hann ikki, at byrsumaðurin skal setast fastur ov leingi. ­ Eg havi sjálvur sitið í fongsli, og eg rokni við, at hann bara verður verri fyri av tí. Vónandi fær hann heldur hjálp. Men kanska hevur hann gjørt sær eina tænastu. Hann fungerar ikki í samfelagnum, og kanska trívist hann bert í fongslin­ um. Bara keðiligt tað skuldi ganga útyvir meg, nú eg eri byrjaður upp á eina ætlan at fáa skil upp á lívið hjá mær aftur. Eg havi fingið kjans aftur við skipið og royni veruliga at koma upp undan aftur, sigur Hans Olsen úr Saltnesi. Fyri rættin Um eina góða viku er mað­ urin, ið hevur sitið sína tíð, liðugur við fyrsta túrin við línuskipinum, eftir at ein maður skeyt eftir honum. Tað skilst, at hann er skelkaður, men hann sigur seg hava eina ætlan, hóast hann ikki heldur tað vera gott, at fólk skulu vera úti eftir honum soleiðis. Sam­ stundis situr maðurin við avsagaðu byrsuni framvegis varðhaldsfongslaður, áðr­ enn hann skal fyri rættin, har hann kann fáa heilt upp í fýra ár, fyri at royna at gera seg inn á Hans Olsen. Eisini telur við, at hann fyrr hevur roynt at skjóta eftir politisti. Hans Olsen greiðir somu­ leiðis frá, at tað kundi verið, at hann fer at krevja endur­ gjald fyri stríðið hann fekk av støðuni. Bygd hvarv undir skriðu Í minsta lagi tíggju fólk doyðu, og 35 onnur eru ikki komin afturíaftur, eftir at ein skriða leyp oman yvir eina bygd í Peru. Bygdin, sum eitu Huanchumay, er í landspartinum Carabaya einar 1.300 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin Lima. Minst fimm fólk fingu skaða. Myndugleikarnir í Peru siga, at millum 50 og 60 fólk búðu í Huanchumay, og at talan er yvirhøvur um menn, sum arbeiða í einum námi tætt við bygdina. Talsmaðurin hjá námsfelaghnum sigur við AP­tíðindastovuna, at var so stór, at øll bygdin fór undir. Skutu eftir ítróttarfólki Átta fólk lógu eftirá, tá menn fóru at skjóta eftir srilankiska ceicket­landsliðnum, sum er í Pakistan. Srilankiska landsliðið í cricket var á veg til ein ítróttarvøll í pakistanska býnum Lahore, tá menn søktu at bussi teirra. Seks løgreglumenn, sum skuldu fylgja bussinum, og tvey sivilfólk lógu eftirá. Fimm av teimum srilankisku ítróttarmonnunum og ein venjari teirra vórðu særdir. Pakistanska løgreglan, at 12 mans vóru við í álopinum á bussin, og at teir vóru vápnaðir við rakettum, hondgranatum og maskinbyrsum. Hans Olsen er sera skelkaður av hendingin, tá ein maður leygarmorgunin skeyt við høglbyrsu eftir honum Tilvildarlig modelmynd