týsdagur 3. mars 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 43 - 3. mars 2009
Leygardagin varð nýggji barnaskúlin á Sandi vígdur, millum
røðarnar vóru Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri og Jákup Reinert
Hansen, prestur. Her á síðunum prenta vit røðurnar hjá teimum
Tjóðveldisfelag aðalfund
Norðoya Tjóðveldisfelag hevur havt aðalfund 2. mars
2009. Tveir nevndarlimir stóðu fyri valið, Jógvan
Ravnsfjall og Kristian Bjarnaskorð. Teir blivu báðir
afturvaldir. Eykalimir eru Signy Hansen og Nikolina
Olsen. Nevndin skipaði seg við: Jógvan Ravnsfjall,
formaður, Fríðrik Sivertsen, næstformaður, Ninni Olsen,
skrivari, Jóan Pauli Jacobsen, peningarøkil, Kristian
Bjarnaskorð nevndarlimur. Jógvan Ravnsfjall er nýggjur
aðalstjørnarlimur.
Tvífalda búsetingina
Ísraelska íbúðarrmálaráðið arbeiðir við einari ætlan, sum
hevur til endamáls at tvífalda tær jødisku
niðursetubygdirnar á Vestara Áarbakka. Tað skrivar
franska tíðindastovan AFP. Sagt verður, at ætlanin er at
byggja 15.000 íbúðir í fyrstu atløgu og 58.000 afturat
seinni. Eygleiðarar siga, at eru tíðindini sonn, fella tey
neyvan í góða jørð í Washington, har Barrack Obama,
forseti, hevur mælt ísraelsku myndugleikunum frá at
víðka búsetingarnar á Vestara Áarbakka. Sum er búgva
meiri enn 280.000 ísraelsmenn í økinum.
Barnaskúlin á Sandi vígdur
Góðu børn!
Góðu sandingar!
Góðu gestir!
Her!
Higani sæst Traðarfossur
drekka
sína
egnu
spegilsmynd. Higani sæst
kirkjuspírið toyggja seg
upp móti morgunsólini. Og
higani sæst aldumátturin
takast við verjandi Nípuna.
Her mitt í Eginsgarði,
miðskeiðis í Sands Bygd,
hevur framtíðin fest sínar
dýrabæru røtur.
Her skuldi byggjast skúli
fyri árum síðani, og her er
bygdur skúli í dag. Og júst
sum tá Sandingar á fyrsta
sinni bygdu skúla fyri skjótt
125 árum síðani, skuldu
kenslulúðrarnir spæla øll
løgini, áðrenn skúlin, smátt
um smátt, myndaði seg í
frammanundan
stórbara
landslagnum.
Í dag spæla vit tey løttu
løgini, við vón, gleði og
undran. Men tað hava eisini
verið dagar, sum hava kravt
meira enn ov mikið av
teimum, sum hava reikað
gjøgnum djúpstu dalar, fyri
at røkka tindinum vit standa
á í dag. Tí er løtan eisini ein
løta
til
rannsókn.
Til
umhugsunar um, at alt ikki
verður givið okkum við
lívinum, men at hvør dagur
er ein møguleiki vit eiga at
nýta. Og at nýta rætt. Ikki
bert til gagns fyri okkum
sjálvi, men sanniliga eisini
fyri grannar og eftirkomarar
okkara.
Allir Sandingar eiga at
gleðast í dag, og í sálarligu
grundini, veit eg at tað eru
nógv sum gleðast saman
við okkum! Tí hettar
stórbara bygdarverkið eigur
at savna okkum framyvir.
Stórbæri og dygd býr í
bygningum,
býr
í
handverkinum, men tað býr
fyrst og fremst í teimum
møguleikum, sum vit við
nýggja
skúlanum
rudda
slóð
fyri.
Við
hesum
skúlanum flyta vit skúlans
mørk, til hugans mørk.
Megnartak
Tað er tráanin eftir vitan og
læru,
sum
hevur
flutt
okkum
frameftir
sum
samfelag og tað er júst
sama tráanin, sum flytir
okkum fram á leið, sum
menniskju. Skúling er av
størstu og týdningarmestu
heyggjunum í baksýni, og
samstundis leiðin niðan á
fjall framtíðarinnar.
Lata vit fólkaræðið úr
klæðunum, so snýr tað seg
um talu og tøl. Júst somu
grundarsteinar sum skúlin
byggir á. Tøl og talu. Og
fara vit heilt inn á bein, so
verður roknistykkið gjørt
upp og vit fáa tølini á
borðið. Fyri og ímóti. Meir
ella minni. Men skúlin lærir
okkum so mangt annað.
Pløggini sum prýða eru
óteljandi. Heimspeki, ítrótt,
og felagsskapskensla, bert
fyri at taka nøkur úr
rúgvuni.
Mentunarliga hválvið vit
í dag leita okkum skjól í,
hevur verið eitt megnartak
fyri øll okkum. sum her
búgva. Nýggi og stásiligi
skúlin, hevur verið ávegis í
meira enn sjey ár, og hettar
eru triðja skúlastýrið og
triðja kommunstýrið, sum
hava lagt árar í sjógv, fyri
at náa úrslitinum. Umframt
aðrar líknandi skúlaætlanir
áðrenn. Tað er í dag, júst
eitt
ár
síðani
at
Lis
Clementsen,
táverandi
forkvinna í trivnaðar og
mentanarnevndini,
loysti
fyrsta flagið fyri skúlanum.
Og longu nú er hann
liðugur.
Eg fari at rósa øllum
okkara
ymisku
handverkarum, fyri væla
avrik, og ikki minst fyri
evnini at finna loysnir, tær
fáu ferðir at fast hevur verið
í
botni.
Eitt
serligt
herðaklapp til Jákup og
Ange fyri at fáa tað at bera
til at fáa, so ómetaliga nógv
burturúr, fyri eina sera
kappingarføra
upphædd.
Einki minni enn eitt bragd,
sum onnur eiga at læra av.
Síggja vit burtur frá teimum
21
fermetrunum,
sum
skúlin
er
størri
enn
byggisáttmálin sigur, so
hevur kostnaðurin hildið til
fulnar. Og tað eru ikki
nógvar
skúlabyggingar,
sum megna tað í hesum
døgum.
125 ára framstig
Fyri teir alt í alt 812
fermetrarnar, er kostnaðurin
um 10,5 mió.kr. Harav eru
tær tríggjar milliónirnar
fyri
innbúgv,
útgerð,
byggibúning, kloakkering
og
uttanumøki.
Hesin
parturin er vorðin eina góða
millión dýrari enn mett, tí
vit vildu tað framúr fyri
næmingar og lærarar. Men
tað er bara okkum fyri at
lasta, sum ábyrgdina hava,
og ikki veitarunum.
Góðu Sandingar!
Vit eiga at vera takksom og
eyðmjúk hesa løtu. Tí sum
støðan
var
í
Sands
Kommunu fyri bert fáum
árum
síðani,
varð
tað
vónleyst
at
hugsa
um
kommunal
ódnartøk
av
hesum slagi. So mikið
meira gleðiligt er tað at
vera partur av liðnum, sum
gjørdi
fyrsta
nýggja
barnaskúlan á Sandi í 125
ár. Og tit eru mong, sum
eiga lut í verkinum.
Kenni tað sum skyldu at
nevna fýra fólk, sum hava
staðið mær nær í skúlahøpi:
mamma mín Ada, beiggi
mín Niels Jacob, Egil Horn
og Maja Horn. Hesi hava
framum onnur verið mær
vegvísari og laða mær
lærdómsins leiðir. Tøkkin
til teirra, er endaleys.
Takk til ótrúliga stinna
kommunustýrisliðið, sum
fyrireikaði og samtykti at
byggja skúlan. Takk til Eli
Hentze, og Jóhan Petur í
Soylu.
Takk
til
Tórur
Johannesen,
Bjarka
Henriksen,
og
Lis
Clementsen fyri ótrúligt
seiggj
og
fantastiskan
stuðul, tá harðast leikaði á.
Takk
til
tey
trý
skúlastýrini.
Takk
til
lærarnar á Sands Skúla fyri
tykkara
semjusøkjandi
ágrýtni. Takk til Kristian
Højsted, skúlaleiðara, fyri
klóka kveikjan. Takk til
Jákup Reinert Hansen. Og
takk til øllum tykkum sum
hava fyrireika og fjøltátta
okkum hátíðardagin í dag.
Takk til allar undirveitarar
fyri dygdarvøru og góðar
treytir.
Takk til mentamálaráðið
fyri gott samstarv!
Ein serlig tøkk til Kristinu
og børnini Ásu, Idu, Nils
og
Óla,
fyri
tykkara
umsorgan og viðurkenning.
Takk til bygdarfólkið, til
tykkum, sum hava borið
skúlan á mál.
Góðu børn! Skúlin verður
nú tykkara. Verið góð við
hann og nýtið hann, sum
lopfjøl til eina avbjóðandi,
leitandi og vónríka framtíð.
Júst sum Traðarfossur
drekkur sær megina. Sum
kirkjuspírið
vinnur
upp
móti sólini. Og sum Nípan
verjur móti áganginum.
Hjartans tøkk øll somul
fyri henda góða dag.
Síðani fari eg at biðja
Kristian
Højsted,
skúlaleiðara um at taka
ímóti lyklunum til skúlan.
Her hevur framtíðin fest
sínar dýrabaru røtur!
Myndir: Kristina á Reynatúgvu
Páll á Reynatúgvu,
borgarstjóri, helt røðu á
hátíðardegnum