týsdagur 3. mars 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 43 - 3. mars 2009
Hví
er
grasið
grønt,
mamma, hví er luftin blá?
Summardáin hvítur og
døgg á hvørjum strá’?
Hví er kalt, tá kavi er, og
heitt, tá sólin skín’?
Og sig mær mamma, hví
ert tú so góð við beiggja
tín?
Stórir spurningar, tað er
vist, og skamm fái tann,
sum vil kveistra teir til viks
og ikki taka teir í álvara,
segði Jákup Reinert Hansen
í vígslurøðu síni
Lær tú óvitan um vegin,
hann skal halda, so man
hann enn á gamalsaldri ikki
víkja av honum.
Orðt. 22, 6
Hvør er ein óviti? Er tað
barn ið, sum eftir okkara
vaks na tykki einki veit av
tí, ein eigur at vita? Tá ið
vit hava lært tað alt tað,
sum neyðugt er, so liggur
leið in vís og trygg gjøgnum
lív ið. Tað hevur lært at hal
da vegin líka at ellisárum,
ja, sjálvt á gamalsaldri vík
ur tað ikki av honum.
Skuldu vit ikki heldur
sagt, at ein óviti er tann,
sum framvegis ikki veit alt
tað, ein kundi hugsað sær at
vita; ein, sum enn hevur
nógv eftir at læra? Skuldu
vit ikki sagt, at lívið er ein
leið, sum vit øll skulu ganga
gjøgn um framtíðar ókenda
land? Tá verður leiðin hjá
ó vita num líka at gamalsaldri
tann vegur, sum eitur: at
undr ast og at spyrja, at
gleð ast og at takka.
Nakrar av teimum heilt
stóru spurningunum, sum
ein kann hoyra børnini
spyr ja, áðrenn tey eru ser
liga gomul, hevur ein av
teim um kendu føroysku
lærar un um,
Marius
Johanne sen, sáli, sett orð á.
Kans ka eisini børnini í
Sands skúla kenna teir:
Hví er grasið grønt, mam
ma, hví er luftin blá?
Summardáin hvítur og
døgg á hvørjum strá’?
Hví er kalt, tá kavi er, og
heitt, tá sólin skín’?
Og sig mær mamma, hví
ert tú so góð við beiggja
tín?
Stórir spurningar, tað er
vist, og skamm fái tann,
sum vil kveistra teir til viks
og ikki taka teir í álvara.
Eru hetta spurningar, sum
eru alt annað enn lættir at
svara, so ivast vit tó ikki í,
at teir eru sprotnir av barn
sins undran og nema við
nak að av tí, sum barnið
gleð ir seg um og takkar
fyri. Hetta eru spurningar,
sum krevja, at foreldrini
mugu spíla seg út, at skúlin
má nýta bæði náttúruvísindi
og hugvísindi til tess at læra
óvit an bara eitt sindur um
tann spennandi vegin, sum
ligg ur framman fyri hon
um.
Men er hetta lær dóms
leið in, nær verður so óvitin
útlærdur? Er tað, tá ið
bygda skúlin ikki veit at
svara spurningum hansara
long ur? Er tað, tá ið fram
halds deildin má geva upp;
tá ið miðnámsskúlin kemur
til kort; tá ið ósvaraðir
spurn ingar framvegis stan
da eftir, hóast gentan og
drongurin
hava
fingið
prógv um hægstu út búgv
ing? Nær skulu vit gevast
at svara øllum spurn ing un
um, og hvussu gera vit tað
á skymsamligan hátt?
Annar mentamaður kem
ur fram á loysnina, tá ið
eisini hann í einum sangi
orð ar óvitans nógvu spurn
ing ar. Tað er Finnbogi Ísak
son, sáli, sum yrkir so:
Nei, spyr ikki abba, hví
sólin er heit, og ikki hví
mán in er hálvur.
Tí líka so lítið helst abbi
tín veit um tílíkt, sum hvat
tú veitst sjálvur.
Og spyr ikki meira, um
verðin er rund, er tríkantað
ella ein flata, men bygg tær
ein bátin og sigl yvir sund,
tú skalt av tær sjálvum tað
fata.
Hví abbasa bein munnu
vera so veik, hví skeggið á
høku man sita, hví vangin
er
gráur,
hví
ryggurin
sveik
Á, livir tú, fært
tú at vita!
Summar spurningar mást tú
fata av tær sjálvum. Livir
tú, fært tú at vita.
Vit plaga at taka til, at vit
læra, so leingi sum vit liva.
Men vit hava eisini hoyrt,
at orðafellið kann vendast
við: Vit liva, so leingi sum
vit læra. So leingi, sum vit
undr ast og spyrja, so leingi
sum vit gleðast og takka.
Tann vegurin byrjar, tá ið
barn ið verður føtt, og tað er
sann ur vísdómur at halda
seg til hann og ikki víkja av
hon um, sjálvt á gamal s
aldri.
Undran og tøkk finna vit
aftur í Sálmi 8 í Gamla
Testa menti:
»Líti eg at tínum himni,
fingra verki tínum, mána og
stjørn um, sum tú hevur fest,
hvat er tá maður, at tú
minnist á hann, og manna
barn, at tær kemur tað í
hug! Tú gjørdi hann nærum
til Guð, hevur krýnt hann
við dýrd og við æru, hevur
sett hann at ráða yvir handa
verki tínum og alt undir
føt ur hans lagt, seyð og
oksar, alt tilsaman, markar
inn ar
villdjór
tillíka,
himmal sins fuglar og hav
sins fiskar, alt, ið á sævar
gøt um ferðast. Harri, vár
drott in, hvør vegligt er navn
títt um allan heimin!«
Støðug undran og tøkk,
óavmarkaðir spurningar og
óvænt að lívsgleði hoyra
hes um gamla sálmi til. Men
tey hómast eisini handan
hesi hátíðarligu orð:
»Fólkaskúlin skal í sátt
og samvinnu við foreldrini
hjálpa til at geva næm ing
un um eina kristna og siða
lags liga uppaling. Hann
skal við støði í heimligari
ment an menna kunnleika
næm ing anna um føroyska
ment an og hjálpa teimum
at fata aðrar mentanir og
sam spæl manna við nát
túruna. Hann skal búgva
næm ing ar nar til innlivan,
sam av gerð,
samábyrgd,
rætt indi og skyldur í einum
fólka ræðis ligum samfelag.
Undirvísing og gerandislív
skúlans eiga at vera grundað
á andsfrælsi, tollyndi, javn
virði og fólkaræði.«
Minnist til, tit foreldur,
næm ingar og lærarar: Tað
er bara ein bókstavur á
muni millum tey bæði orð
ini: at læra og at læa.
Áðrenn vit víga skúlan,
mugu vit biðja Guð senda
sín heilaga anda og signa
henda bygning og tað verk,
sum her skal fremjast. Lat
um okkum øll biðja:
Birt tú halga ljósið títt
bæði í skúla og í kirkju,
so tað lýsir reint og frítt
yvir mansins øllum yrki.
Góði Guð og halgi Andi
lýsi signing yvir landið!
Amen.
Harper væntar ikki frið
Kanadiski forsætisráðharrin, Stephen Harper, væntar ikki,
at tað fer att eydnast Vesturheiminum at berja tann
vápnaða uppreisturin í Afghanistan niður. Í samrøðu við
CNN sigur Harper, at soleiðis sum hann tulkar afghonsku
søguna, hevur landið altíð verið herjað av uppreistri.
Hann ásannar, at NATO hevur gjørt ávís framstig í
Afghanistan, men at talan er um smá framstig. Kanada
hevur 2.500 hermenn í Afghanistan, men stjórnin hevur
sagt, at hon fer at taka teir heim í 2011.
Mugabe tjóðartekur
Forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, boðaði á sínum 85
ára degi í síðstu viku frá, at hann og stjórnin fara at halda
fram við at tjóðartaka bóndagarðar hjá hvítum bøndrum
og lata ognarloysingum teir at reka. Síðani Mugabe kom
til valdið í Zimbabwe, hevur hann tjóðartikið fleiri túsund
garðar hjá hvítum bøndrum, men úrslitið er, at Zimba
bwe, sum eina ferð var kornkamarið í Afrika, er vorðið
blóðfátækt og megnar ikki at breyðføða fólkið. Nýggja
samgongustjórnin hjá Morgan Tsvangirai hevur biðið
altjóða samfelagið um hjálp til at endurbyggja landið.
Stórir eru barna spurningar
Børnini vóru sera spent til hendan stóra dagin
Jákup Reinert Hansen, prestur, helt vígslurøðuna
Ung sum gomul savnaðust í nýggja, snotiliga skúlanum, til stórfingnu løtuna