týsdagur 3. mars 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 43 - 3. mars 2009
Ingibjörg Sólrún
Gísladóttur stillar
uppaftur sum floksfor
maður hjá íslendsku
Samfylkingini, men
Jóhanna Sigurðar
dóttur er forsætisráð
harraevni og skal
leiða valstríð floksins.
Men ein gamal kenn
ingur kann spilla
teimum spælið
ÍSLAND
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Eftir tøgn í nakrar vikur
boðaði Ingibjörg Sólrún
Gísladóttur á tíðindafundi
leygardagin frá, at hon
hevði gjørt av at stilla upp
til íslendska altingsvalið í
apríl, og at hon eisini fer at
stilla upp til formansvalið í
Samfylkingini, sum stendur
fyri durum.
Ingibjörg Sólrún Gísla
dóttur var uttanlands og
leiktaði sær læknahjálp í
vetur, og í seinastuni hevur
hon havt sjúkrafarloyvi frá
Altinginum.
Fyri
átta
døgum síðani segði hon, at
hon fór at taka avgerð um
sína politisku framtíð um
nakrar dagar, og hon kom
so leygardagin.
Á tíðindafundinum sat
forsætisráðharrin og floks
felagin, Jóahnna Sigurðar
dóttur,
undir
liðini
á
Ingibjörg Sólrún, og tað var
ikki av tilvild. Tær báðar
hava avrátt, at hóast Ingi
björg Sólrún er og ætlar sær
at halda fram sum floks
formaður, so er og verður
Jóhanna Sigurðardóttur for
sætisráðharraevni hjá Sam
fylkingini. Og tað verður
eisini hon, sum skal standa
á odda fyri valstríðnum hjá
flokkinum upp undir tað
komandi altingsvalið.
Eg haldi, at saman hava
vit báðar ta roynd og ta
styrki, sum skal til undir
verandi umstøðum, segði
Ingibjörg Sólrún Gísladóttur
á tíðindafundinum. Jóhanna
Sigurðardóttur legði afturat,
at saman við hinum floks
feløgunum fóru tær báðar
at megna at gera tað, sum
er neyðugt fyri, at Sam
fylkingin
framhaldandi
verður í stjórn.
Hevði umhugsað
framtíðina
Í Íslandi stilla flokkarnir
upp í nummarrøð og ikki í
bókstavarøð, sum er tað
vanliga í Føroyum. Báðar
oddakvinnurnar í Samfylk
ingini stilla upp í Reykja
víkarvaldøminum, og tað er
avgjørt, at Jóhanna Sigurð
ardóttur stillar upp sum 1.
valevni og Ingibjörg Sólrún
Gísladóttur sum 2. valevni.
Men á tíðindafundinum
viðgekk Ingibjörg Sólrún,
at hon hevði umhugsað sína
politisku framtíð, nú hon
hevði drigist við álvarsliga
sjúku í fimm mánaðir.
Eg hugsaði av álvara
um at taka meg burtur úr
politikki. Men eg kom til ta
niðurstøðu, at tað hevði
verið tað sama sum at slaka
fyri sjúku míni, og tí gjørdi
eg av at taka bardagan upp,
segði
Ingibjörg
Sólrún
Gísladóttur,
sum
eisini
vissaði tíðindafólkini um,
at hon verður frísk.
Jóhanna
Sigurðardóttir
segði, at tað var ikki nøkur
sjálvfylgja, at hon skuldi
átaka sær at leiða flokkin
upp undir valið, men at
eingin kann bera seg undan
at taka ábyrgd, soleiðis sum
samfelagsstøðan er.
Jón Baldvin bjóðar av
Undan
tíðindafundinum
hevði Ingibjörg Sólrúnu
Gísladóttur
fingið
eina
ávaring. Fyrrverandi javn
aðarformaðurin Jón Baldvin
Hannibalsson gjørdi í næst
síðstu viku greitt, at eftir
hansara tykki átti Ingibjörg
Sólrún at leggja frá sær sum
floksformaður og at lata
Jóhonnu Sigurðardóttir taka
við. Gjørdi hon ikki tað, var
hann til reiðar at stilla upp
til formann á komandi
landsfundinum. Og tað ger
hann.
Eg havi onga meininga
kanning at halda meg til,
men vit eiga at seta okkum
sjálvum somu krøv, sum vit
seta øðrum, segði Jón
Baldvin Hannibalsson við
fjølmiðlarnar sunnudagin.
Hann segði seg vera fegnan
um, at Jóhanna Sigurðar
dóttur verður forsætisráð
harraevni hjá Samfylkingini.
Eg stuðli Jóhonnu, eins
og øll tjóðin ger, segði tann
70 ára gamli og royndi
politikarin, sum nú ætlar
sær aftur á ovastu rók.
Tvær kvinnur á odda fyri Samfylkingini
Endurskoða fíggjareftirlitið
Írska stjórnin fer at umskipa leiðsluna í tjóðbankanum, samstundis
sum reglurnar um fíggjareftirlitið skulu endurskoðast. Tað segði Brian
Cowen, forsætisráðharri, á landsfundi hjá flokkinum Fianna Fail um
vikuskiftið. Sum forsætisráðharri er tað uppgávan hjá Brian Cowen at
stýra Írlandi ígjøgnum fíggjarkreppuna, og sum tað fyrsta stigið hevur
hann gjørt av, at tjóðbankin og fíggjareftirlitið skulu hava felags
leiðslu eftir kanadiskari fyrimynd. Írsku bankaleiðslurnar hava verið
fyri hvøssum atfinningum, tí mong halda, at teir fáa alt ov góða løn.
Serbaleiðari fríkendur
Fyrrverandi serbiski forsetin Milan Milutinovic varð í gjár
fríkendur í altjóða krígsbrotsmannadómstólinum í Haag.
Milutinovic, sum tók við sum forseti eftir Slobodan Milosevic í
1997, varð ákærdur fyri krígsbrotsverk ímóti albanska fólkinum í
Kosovo seinast í nítiárunum. Men hann bleiv fríkendur, tí sambært
dómarunum gjørdi hann ikki annað enn tað, sum hann fekk boð
um at gera. Fimm aðrir serbar, sum komu fyri rættin í Haag í gjár,
vórðu dømdir sekir og fingu millum 15 og 22 ára fongsul.
Øll 22 innan dagrøkt
ina hjá Eystur
kommunu eru søgd
úr starvi. – Tað er
sjálvandi ikki ein
stuttlig avgerð at
taka, men vit vóna,
at so nógvar av
dagrøktarmamm
unum sum gjørligt
søkja aftur, sigur
Jóhan Christiansen,
borgarstjóri
UppSAgNir
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í gjár var fundur, har øll
innan dagrøktina í Eystur
kommunu fingu at vita, at
tey hava mist starvið. Talan
er um 18 dagrøktarmammur
og tveir leiðarar. Orsøkin til
uppsagnirnar eru, sambært
borgarstjóranum, bygnað
arbroytingar, ið skulu gerast
innan
ansingarøkið
í
kommununi.
Vit fáa ein nýggjan
barnagarð í Leirvík, har 32
vøggustovupláss
vera.
Hetta hevur við sær, at vit
umskipa
ansingarøkið,
greiðir Jóhan Christiansen
frá. Hann leggur afturat, at
hann ikki kann garantera at
kvinnurnar fáa starv hjá
kommununi aftur, tí ongin
av kvinnunum er náms
frøðingur.
Tað eru nógvar ymiskar
lógir og reglur, ið gera, at
vit ikki kunnu lova teimum
starv aftur, staðfestir borg
arstjórin í Eysturkommuni.
Greið tilgongd
Borgarstjórin greiðir somu
leiðis frá, at tey hava roynt,
at hava eina sera greiða
tilgongd í málinum.
Vit hava syrgt fyri, at alt
kundi ganga so greitt fyri
seg, sum gjørligt. Vit vilja
fegin
syrgja
fyri,
at
kvinnurnar, sum hava mist
størv síni ikki kenna seg
snýttar,
fortelur
Jóhan
Christiansen.
Tá bygnaðarbroytingar
nar í Eysturkommunu eru
lidnar, roknar borgarstjórin
við, at tað vera næstan eins
nógv í starvi innan barna
ansingina í kommununi
sum frammanundan.
Tað veldst sjálvandi,
hvussu mann skipar økið,
men eg eri vísur í, at vit við
nýggja barnagarðinum fáa
eina góða tænastu, sigur
Jóhan
Christiansen.
Tá
verða umleið átta dag
røktarmammur í mun til 20
í dag.
Í
barnagørðum
skulu
minst tveir triðingar vera
námsfrøðingar, og tað er
ongin av dagrøktarmamm
unum í Eysturkommun,
sambært borgarstjóranum.
Eysturkommuna sagt 22 úr starvi
Jóhonnu Sigurðardóttur
Ingibjörg Sólrún Gísladóttur
Jón Baldvin Hannibalsson
um Jóhonnu Sigurðardóttur
Fødd í Reykjavík tann 4. oktober í 1942.
Handilsútbúgving 1960.
Nevndarlimur í Verkamannafélagi Reykjavíkur 1976-1983
Næstformaður Javnaðarfloksins 1984-1993
Í formansskapi Altingsins 1979, 1983-1984 og 2003-2007
Almannamálaráðharri 1987-1988, 1988-1991, 1991-1994 og
2007-2009.
Forsætisráðharri 2009-
FAKTA
um Jón Baldvin Hannibalsson
Føddur á Ísafirði 21. februar í 1939.
Útbúgvin hagfrøðingur í Skotlandi, Svøríki og USA
Formaður í Javnaðarflokkinum 1984-
Altingsmaður 1975-1982
Fíggjarmálaráðharri 1987-1988
Uttanríkisráðharri 1988-1995
Sendiharri í Finnlandi 2002-2005
FAKTA
um Ingibjörg Sólrún Gísladóttur
Fødd í Reykjavík tann 31. desember í 1954.
Cand. mag. í sagnfræði við Háskóla Íslands.
Býráðslimur í Reykjavík 1982-1988 og 1994-2006.
Nevndarlimur í Seðlabanka Íslands 2003-2205.
Altingslimur fyri Kvinnulistan 1991-1994
Altingslimur fyri Samfylkingina 2005-
Næstformaður í Samfylkingini 2003-2005.
Formaður í Samfylkingini 2005-
Uttanríkisráðharri 24. mai 2007 til 1. februar 2009.
FAKTA