Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 43 - 3. mars 2009 Samgongan hevur fingið akkurát so nógv á skaftið, sum ætlanin var og nú eru eisini stórmál borin niðan í tingið, sum bíðað hevur verið eftir í fleiri ár, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður Lógarsmíð Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er nú greitt, at sam­ gongan fekk akkurát so nógv á skaftið í hesum tingárinum, sum ætlanin annars hevur verið. Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Tað er greitt, nú evstamark er farið fyri at boða løgtingsskrivstovuni frá uppskotum, sum skulu leggjast fyri Løgtingið í hesi tingsetuni. Og harafturat er tað greitt, at tað hevur eisini eydnast at avgreiða stórmál, sum bíðað hevur verið eftir í fleiri ár, men sum nú verða løgd fyri løgtingið. Stórmál Tilsamans hevur samgongan ætlað at leggja 61 uppskot fyri Løgtingið í hesi tingsetuni. Nú tíðarfreistin fyri at bera málini í Løgtingið, er farin, er greitt, at seinastu dagarnar hevur samgongan borið 40 uppskot niðan í Løgtingið. ­ Harafturat hevur sam­ gongan fyrr í ár lagt 13 upp­ skot fyri løgtingið, so til­ samans eru 53 mál borin niðan í tingið síðani á nýggj­ árinum, sigur løgmaður. ­ Øll ráðini hava arbeitt av fullari megi fyri at fáa málini liðug til tíðina, men tað eydnaðist ikki at fáa øll málini avgreidd, sum vit ætlaðu, sigur hann. Men hann sigur, at hóast samgongan ikki fekk so nógv mál í tingið, sum ætlað, eru tað afturfyri nøkur stórmál, sum verða løgd fram. ­ Tað heilt stóra málið, vit hava borið niðan í Løgtingið hesuferð, er nógv umrøddi bústaðarpakkin, sum vit hava bíðað eftir í fleiri ár nú. Eftir tí, sum hevur verið frammi um bústaðarpakkan, er ætlanin, at hereftir skulu tey, sum fáa sær lutaíbúð, fáa somu rættindi til mvg endurgjald og rentufrádrátt, sum tey, ið byggja vanlig sethús. Harumframt eru eisini fleiri aðrir batar nevndir, eitt nú skal tað verða lættari at bjálva sethús og at byggja íbúðir til fólk við serligum tørvi. Annars er eisini uppskot lagt fyri Løgtingið um at gera fleiri broytingar í revsi­ lógini, so at grovur harð­ skapur og onnur lógarbrot, verða harðari revsað, enn tey verða nú. Hinvegin sigur Kaj Leo Johannesen, at spurningurin um, hvussu útbyggingarnar á samferðsluøkinum skulu endaliga raðfestast, verður tikin upp seinni. Sostatt væntar løgmaður eisini, at samgongan fer at leggja nøkur mál afturat fyri Løgtingið, afturat hesum áleið 40, sum longu eru borin niðan. Men skulu mál leggjast fram eftir seinasta framløgu­ dag, krevst, at 17 tinglimir skriva undir, at tey verða løgd fram. Og Kaj Leo Johannesen sigur, at samgongan ætlar at leggja átta uppskot afturat fyri løgtingið í hesi ting­ setuni, sum endar á Ólavsøku. ­ Sostatt røkkur sam­ gongan akkurát málsetning­ inum um at leggja 61 mál fyri Løgtingið í hesi ting­ setu, leggur hann afturat. Í fleiri mánaðir hava tinglimir fýlst á, at teir bara sita og trilla tumlar, men nú verður øðrvísi Lógarsmíð Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fleiri ferðir fyrr í ár hava løgtingslimir fýlst á, at teir hava ov lítið at gera. Serliga hava teir hvassliga átalað samgonguna fyri at hava avrikað ov lítið, tí veruleikin er, at síðani nýggj samgonga varð skipað, eru tað ógvuliga fá mál, sum landsstýrið hevur borið niðan í Løgtingið. Tað einasta, sum løg­ tingslimir hava havt at gjørt, eru at viðgera uppskot frá andstøðuna. Men so hava løgtingslimir eisini sett landsstýrisfólkunum fleiri fyrispurningar. Og tað er at kalla hetta, sum løgtingslimir hava havt at gjørt hesar seinastu fimm mánaðirnar og summir av teimum hava enntá borið upp á mál, at løgtingið hevur ongantíð havt so lítið at gjørt. Og tað var samgongan, sum fekk skyldina, tí hon fekk so lítið á skaftið. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, royndi at sláa kalt vatn í blóðið, tí hann hevur ført fram, at hetta var ikki tíð at samgongan liggur á teirri latu síðuni. Tvørtur ímóti boðaði hann frá, at samgongan arbeiddi við umleið 61 lógarupp­ skotum, sum skuldu leggjast fyri Løgtingið fyri seinastu framløgudag. Seinastu framløgudagur er 6. mars, sum er nú fríggjadagin. Men áðrenn uppskotini verða løgd fyri Løgtingið, skal løgtingsskrivstovan hava tey í minst seks dagar til at ganga ígjøgnum fyri at vita um tey lúka øll krøv. Sostatt var freistin hjá ráðum og stýrum at bera løgtingsskrivstovuni upp­ skot fríggjadagin 27. februar. Men fyribils er tað dult sum mansmorð, hvørji hesi uppskotini eru!!! Løgtingsskrivstovan vil ikki upplýsa, hvussu nógv uppskot tey hava fingið at leggja fyri Løgtingið. Haðani verður sagt , at onki verður almannakunn­ gjørt fyrrenn fríggjadagin 6. mars. Á løgmansskrivstovuni siga tey, at tað eru umleið 40 uppskot, sum samgongan hevur borið niðan í Løgtingið síðstu dagarnar og sum so verða løgd fram nú fríggjadagin. Heldur ikki løgmanskriv­ stovan vil almannakunngera listan við lógarmálum, sum er lagdur fram, tí eisini har er fráboðanin, at hann verður ikki almannakunn­ gjørdur fyrrenn fríggja­ dagin. Umframt hesi 40 upp­ skotini, sum nú eru borin niðan í tingið, hevur sam­ gongan lagt 13 onnur upp­ skot fyri Løgtingið síðani 1. januar. Men Kaj Leo Johannesen sigur, at afturat hesum er ætlanin at leggja átta onnur uppskot fram, sum koma seinni. ­ Tilsamans er sostatt akkurát talan um 61 uppskot, sum vit høvdu sett okkum fyri, sigur løgmaður. Umframt uppskotunum frá samgonguni, er eisini væntandi, at eisini and­ støðan fer at leggja eina rúgva av uppskotunum fyri tingið. Eitt nú hava vit fingið upplýst, at Tjóðveldi einsamalt hevur borið 19 lógaruppskot niðan í Løgtingið, sum ætlanin er at leggja fram, men uttan iva fara bæði Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eis­ ini at leggja síni uppskot fram. Annars stílar Løgtingið eftir at sleppa í summarfrí 7. mai og tá skulu so øll málini verða avgreidd. Samgongan leggur stórmál fyri løgtingi Nú sleppur Løgtingið til arebiðis. Samgongan hevur lagt 40 nýggj mák fyri Løgtingið og summi av teimum eru stórmál. Harafturat hevur Tjóðveldið lagt 19 mál fram, umframt tey hjá Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum Nú sleppur tingið til arbeiðis »Við tøkk fyri vinalag og hjálpsemi í strævnum tíðum...« Á hesi móttøku varð ein minnistalva latin sendistovuni at lata Føroya fólki. Sendistovan helt, at hóskandi høvi at lata Føroya fólki minnistalv­ una var, nú løgmaður var staddur í Íslandi. Á minnistalvuni er skrivað­ ur hesin tekstur: »Við tøkk fyri vinalag og hjálpsemi í strævnum tíðum, hvørt tær eru av náttúru­ ella mannaávum.« Á fløguni er sangurin “Minni Færeyinga”, Ásgeir Andri Guðmundsson hevur skrivað tekstin, lagið er eftir Halldór Gunnar Pálsson. Sangurin er tøkur at taka niður á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Teksturin verður bæði á íslendskum og føroyskum máli. Løgmaður hevur tikið ímóti minnistalvu frá íslendingum Tá løgmaður var á Globaliseringsforum í Íslandi, fekk hann hand­ að ein minnislut og eina fløgu, sum føroyska sendistovan í Íslandi hevði fingið at lata Føroya fólki. Herfyri var móttøka í Sendistovuni í Reykjavík fyri rokk­mannskórinum Fjallabræður. Kórið framførdi ein sang, ið teir høvdu yrkt til føroysku tjóðina sum takk fyri allan stuðul, føroyingar hava veitt íslendingum gjøgnum árini. Hugsað varð serliga um stuðulin, Føroyar veittu, tá ið eldgosið var í Vestmannaoyggjunum, skalvalopini í Súðavík og Flateyri og føroyska lánið til íslendsku tjóðina.