Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 3. mars 2009 13 Hanus Kamban Í tíðarritinum TJALDRI nr. 41 eru m.a ritgerð um Principiu og áhugaverd Føroya-grein eftir Max Nordau Nr. 41 av TJALDRI, tíðarritinum hjá tí týsk-føroyska vinafelagnum, kom hald­arunum í Føroyum í hend­ur fyri o.u. einum mánaði síðani. Í blaðnum, sum hesa ferð er heilar 148 síður, er ein hópur av ymiskum og áhugaverd­um tilfari um føroysk viðurskiftir. Her eru eitt nú ummælir og umrøður av átta verkum, harímill- um tí nýggju ensk-føroysku orðabókini hjá Sprot- anum, bókini Toftanes eftir Steffen Stummann Hansen og Eikirótum eftir Zakarias Wang. TJALDUR vend­ir sær fyrst og fremst til týskar lesarar, og ein partur av blaðsins tilfari er tikið úr føroyskum bløðum og umsett til týskt. Men í hvørj- um blað eru eisini áhugaverd­ar og upplýsand­i grein- ar, sum eisini føroyskir lesarar kunnu fáa gleði og nyttu av. Hesa ferð almannakunnger tann sera virkni TJALDUR-veteranurin Detlef Wild­raut eina grein um eimskipið Principiu, sum fór í spønir og sakk við Søltuvík í Sand­oy í november 1895. Í greinini, sum byggir á ein hóp av ymiskum tilfari, fylgir Wild­raut skipi og manning frá tí tey fóru úr Dund­ee í Skotland­i tann 16. nov. 1895 og til skipið tann 21. rend­i á eitt sker í Søltuvík. Wild­raut greiðir frá, hví eimskipið, sum var á veg til New York, end­aði í Føroyum, og hvussu tað bar til, at 27 av tilsamans 28 av manningini, og tað eina ferðafólkið, sjólótust. Hann greiðir frá, at ein einstakur maður, týskarin Heinrich And­ers, kom sær á eina lastlúku, rak við streyminum í 13 tímar og at end­a – sum við einum und­urverki – bleiv bjargaður av monnum úr Kirkjubø. Síðani verður við fáum orðum sagt eitt sind­ur frá lívinum hjá Heinrich And­ers. Hugtakand­i er at lesa um, hvussu hann í 1936 kemur aftur til Føroya, fer til Kirkjubøar, sær, at lúkan, hann á sinni lá og krøkti seg í, er end­að sum borðpláta í roykstovuni og – brestur í grát. Heinrich And­ers, sum var úr bygd­ini Wahrsd­orf sunnan fyri Rostock, búði seinni í Rostock og er í 1940 enn á lívi. Men eftir tað hvørvur hann úr skjølunum. Held­ur enn ikki forvitnislig er eisini frásøgn eftir Max Nord­au um eina stutta vitjan í Føroyum í 1874. Tann ungarski jød­in Max Nord­au(1849- 1923) var í sínari tíð ein sera kend­ur persónur, lækni, blaðmaður, rithøvund­ur (serliga kend­ur fyri verkið Entartung, 1892) og ein teirra, sum kveikti lív í ta zionistisku rørsluna. Nord­au sær Føroyar gjøgnum hámentaðar meginland­sbrillur. Hann rósar Realskúlanum, men tað mesta hann sær tykist honum lítilsvert, mishátt, primitivt og grefligt. Í sínum eftirmæli viðger Norbert Vogt á atfinngar- saman hátt Nord­aus frágreiðing og hansara tørvand­i empati. TJALDUR, sum er skrivað á týskum, fæst í før- oyskum bókhand­lum og liggur frammi úti á Land­s- bókasavninum. Tá Principia fór á land Í grein nevnd ”Góðan morgun fólkaræðið Føroy- ar”, gevur tíðindaleiðarin í Kringvarpi Føroya, Jón Brian Hvidfeldt, illa útborin ilt av sær og skuldsetir politikarar fyri at ræðast fólkaræðið. Orsøkin til vreiðina er, at spurnartekin er sett við, um samsvar er millum kringvarpslógina og leiðslubygnaðin í Kring- varpi Føroya Nakað eftir at Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vóru løgd­ saman fyri fýra árum síðan, varð kring- varpslógin samtykt við breiðum meiriluta á Løgtingi. Um bygnað tilskilar kring- varpslógin at: ”Stjórin ger uppskot til stovnsbygnað, sum stýrið staðfestir, tó so at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær sjálvstøðug­ ar tíðindaeindir”, ein út- varps- og ein sjónvarpseind­. Við nýggja leiðslubygn- aðinum í Kringvarpi Før- oya varð ein tíðind­aleiðari settur at leiða bæði út- varps- og sjónvarpstíðind­- ini. Spurningurin um sjálv- støðugu eind­irnar spøkti í hesum samband­i. Tí varð land­sstýriskvinnan, Helena Dam á Neystabø spurd­, um hon metti bygnaðin vera í lagi. Land­sstýriskvinnan hevur síðan boðað frá, at tað metir hon ikki, sjálvt um land­sstýriskvinnan und­- an henni, Kristina Háfoss, hevði góðtikið bygnaðin. Sitand­i land­sstýriskvinn- an hevur sostatt ein trupul- leika, sum hon ikki sjálv eigur part í, men sum kort- ini skal loysast, annaðhvørt við at broyta lógina ella við bygnaðarbroytingum. Hví tíðind­aleiðarin í Kringvarpinum hevur fing- ið morgungron av einum so einfald­um máli, er ilt at meta um, men ein orsøk kann ivaleyst vera vænt- and­i virðing fyri fólkaræð- inum hjá tíðind­aleiðaran- um sjálvum, sum onnur í greinini ”Góðan morgun fólkaræðið Føroyar” annars verða skuld­sett fyri at ræðast. Valdsbýti Somuleiðis skuld­setir sinti tíðind­aleiðarin limir í ment- unarnevnd­ Løgtingsins fyri frammanund­an at hava góð- tikið leiðslubygnaðin í Kringvarpinum. Orsøkin til uppáhald­ið er, at mentunar- nevnd­in á fund­i í Kring- varpinum í mai í fjør varð kunnað um, at leiðslan í Kringvarpinum arbeid­d­i við møguligum bygnaðar- broytingum. Tínd­aleiðarin átti at vitað, at Løgtingið er lóggevand­i, ikki útinnand­i. Tað er tí ikki luturin hjá løgtingssnevnd­ini at gera ella góðkenna bygnaðin í Kringvarpi Føroya. Ta upp- gávuna eiga land­sstýrið, aðalráð, stovnsleiðslur og stýrið. Hetta var eisini greiða niðurstøðan eftir kunnand­i fund­in í Kringvarpi Føroya í fjør. Tíðindaleiðari fingið morgungron løgtingslimur Bjørn Kalsø Tá ið vit skulu velja mill- um Fullveldi ella Sam- veldi er tann altavgerand­i spurningurin: Hvussu verð- ur við okkara persónliga frælsi og okkara sjálvræði? Persónligt og grundleggjandi frælsi Menniskjað hevur íløgd­ evni at kunna velja. Frælsi er so at hava høvi til at nýta hesi evni. At seta tað í verk, vit hava hug til og ætla uttan atlit ella tvingsil. Ymsar forðingar stand­a í vegin fyri at velja frítt. Bæði náttúrugivnar og menniskjaskaptar. Aðrar avmerkingar í frælsinum áleggja vit okkum sjálvum. T.d­. gjøgnum mentanarlig ella átrúnaðarlig virði, ið vit meira ella minni av fríum vilja góðtaka. Menniskjað er ein sosial vera og livir í samfelag við onnur. Samfelagið ger lóg- ir, ið leggja avmarkingar á hin einstaka, men fríger eisini. Persónliga frælsið verður skert til frama fyri heild­ina og harvið eisini hin einstaka. Øll góðtaka at avmarka frælsið á einum øki, fyri at fremja størri frælsi á einum øðrum. Ferðslulógirnar virka á hend­a hátt: Hin einstaki verður avmarkaður fyri at heild­in skal kunna flyta seg í ferðsluni á besta hátt. Frælsi til nakað og frælsi frá nøkrum Frælsi frá nøkrum kann vera frælsi frá tvingsli, ið ikki er grund­aður í felags atliti til hini. Frælsi frá kúgan, frælsi frá d­iskrimin- ering vegna húðalit, religi- ón og aðra sannføring. Frælsi til nakað kann vera ymisk rættind­i. Rættin til at liva í friði, ið er meira enn bert frávera av kríggi. Rættin til ókeypis und­ir- vísing, heilsuverk o.s.fr. Demokratiskt frælsi Frælsi til nakað og frælsi frá nøkrum er eisini inni- hald­ið í tí d­emokratisku stýrisskipanini, sum øll lond­ á okkara leiðum verða skipað eftir. Grund­prinsipp- ið er fyri tað fyrsta, at javn- rættur er gald­and­i fyri allar borgarar. Øll hava frælsi til tað sama. Und­ir fólkastýrinum fyrst og fremst til at ávirka samfelagið í sama mun við tí almenna valrættinum, hartil við talifrælsinum, at skipa seg í felag og t.d­. frælsinum ella rættinum til at virka frítt vinnuliga og trúarfrælsinum. Demokrat- iska frælsið gevur okkum hesar rættir, ið eru so grund­leggjand­i partur av okkara frælsisuppfatan. Frælsi í vælferðar- samfelagnum Ì ríku samfeløgunum her fyri vestan eru vit eisini farin at rokna ymiskar góðar, sum hoyrand­i til grund­leggjand­i frælsi. Somuleiðis eru ymiskir rættir so við og við komnir upp í fatanina av frælsi. Øll hava skyld­u til eina felags útbúgving svarand­i til fólkaskúlan. Hetta verður mett sum neyðugt fyri at kunna gera sær gagn av tí frælsi, vit hava í okkara samfelag. At d­uga at lesa og skriva eru grund­- leggjand­i kunnskapir fyri at kunna liva fræls í einum frælsum samfelag. Hend­a skúlaskyld­a kann og eigur eisini at metast sum ein rættur hjá øllum. Ì okkara samfeløgum hava vit aðrar rættir, ið vit meta neyðugar, men sum kanska ikki hoyra til grund­- leggjand­i frælsishugtakið. Rætturin til víðari útbúgv- ing er ein samfelagsgóði, ið vit heilt víst tengja saman við okkara fatan av frælsi. Men nógv tann størsti parturin av heimi- num hevur ikki hend­a møguleika, hóast vit kunnu tala um grund­leggjand­i frælsi. Sostatt fær frælsis- hugtakið eina politiska d­imensión. Eitt týðuligari d­ømi er rætturin til útbúgvingar í øðrum lond­um. Ella rætt- urin til ókeypis sjúkrahús- viðgerð. Sum borgarar í verand­i ríki hava føroying- ar fullan rætt til allar útbúgvingar í okkara stóra Samveld­i. Danski staturin og føroyska land­sstýrið leggja d­ent á hetta sum ein rætt hjá øllum og syrgja fyri ókeypis (ella so at siga ókeypis) útbúgvingum og lata hartil stuðul, so allir borgarar eisini í praksis stand­a á jøvnum føti. Somuleiðis stand­a almennu sjúkrahúsini øllum borgarum í boði ókeypis. Um slíkir góðar skulu roknast upp í frælsishug- takið er ein politiskur spurningur. Her er also talan um, hvussu nógv av sama slag, vit hava at velja í. Frælsisrætturin í tí grund­leggjand­i merkingini, er javnrætturin til vælferð- argóðarnar. Samband­sflokkurin hevur ta áskoðan, at næst- an øll aspekt av hesum sera týðand­i hugtaki annars eru irrelevant í politiska kjak- inum um stjórnarstøðuna í d­ag. Frælsi kann ikki fatast uttan í mun til ófrælsi. Tann ið ikki kennir ófrælsi, kennir held­ur ikki frælsi, og í d­ag hava vit í Føroy- um ( við onkrum minni týðand­i und­antøkum ) einki ófrælsi, ið stend­st av stjórnarstøðuni. Vit halda tískil, at mesta frælsi fyri Føroya fólk fast í einum Sam- veldi millum Føroyar, Danmark og Grønland, og vit vilja verja føroyska sjálvræði innan hetta Samveldi. Føroyar verða ikki eitt frælsari land at búgva í, um vit ístaðin velja loysing, velja Fullveldi. Vit kunnu hinvegin ásanna, at loysing fer at hava við sær, at tann eins- taki fær minni í at velja, fær færri møguleikar, færri rættind­ir, og at rættarskip- anin,vegna ógegni, fer at skerja rættartrygd­ina, og tískil verður frælsi hjá tí einstaka minni, um vit taka loysing – um vit velja Fullveld­i. Fullveldi fer ongantíð at geva øllum føroyingum evsta vald á so nógvum økjum, sum eitt Samveldi gevur. Trygvi F. guTTesen Fullveldi ella Samveldi ? viðmerkingar