Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 43 - 3. mars 2009 ✞ Hjertelig tak ✞ for den overvældende deltagelse ved vores dejlige mor Brynhild Kirks begravelse, den 14. februar 2009. Tak for de meget smukke kranse og blomster. En speciel tak til Sognepræst Niels Jørgen Kobbersmed for de meget varmende og personlige ord i kirken. Tak til Kgl. Operasanger Pernille Bruun for den smukke udførelse af ”Ave Maria”. En særlig tak for den gode, omsorgsfulde pleje og varme støtte fra Hospice Sydvestjyllands personale og frivillige hjælpere. Til sidst, men ikke mindst en stor tak til personalet på Højvang Plejehjem, der har støttet mor de sidste år, så hun kunne blive i sit hjem. Som din dag er, skal din styrke blive På familiens vegne Leif, Niels, Kent, Sunneva, Gertrud og Jens Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara høgt elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Paula Jespersen Trongisvági doyði og varð jarðað. Takk til heimahjálparar og heimasjúkrasystrar. Takk til G4 á Landssjúkrahúsinum. Takk fyri góð og troystarrík orð í heiminum, í Salem og á grøvini. Takk fyri vakran sang og tónleik í salinum. Takk til tykkum í Salem, sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri vitjan, til tykkum, sum ringdu, og tykkum, sum á annan hátt vístu samkenslu. Takk til ommubørnini, sum vóru so góð við hana. Takk fyri peningagávur til Salem, fyri blómur og kransar og til tykkum øll, sum fylgdu mammu okkara til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Martin, Jan, Rutt og Noomi Sum dagar tínir eru, so skal styrpki tín vera. 5. Mósebók 33,25 Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og stórt hjálpsemi, tá okkara lítla elskaða dóttir og systir Katrin Elisabet Rasmussen Skála so brádliga var tikin frá okkum, einans 1 ára gomul. Tøkk til Pætur fyri sera vøkur orð í kapellinum. Somuleiðis tøkk til Hanus og Boga fyri troystarrík orð til jarðarferðina. Tøkk til øll, ið hjálptu so væl við ervinum. Takk til gravaran. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Nerija. Takk, tit ið komu inn á gólvið, ringdu og sendu heilsanir, og hjálptu í stóru sorg okkara. Tøkk til tykkum sum gjørdu húsið so hugnaligt og fjálgt. Og tøkk til tykkum sum fjálgaðu um heima, eftir at vit komu aftur av kapellinum. Takk til Lindu og Margit fyri vakran sang í kapellinum. Takk til Terja, Miriam, Kristinu og Lisu fyri vakran sang til jarðarferðina. Tøkk til starvsfólkini á sjúrkrahúsinum fyri hjálp og stuðul í okkara stóru sorg. Ein serlig heilsan til starvsfólkini á barnadeildini. Takk til øll tykkum ið so trúðliga hava minst okkum í tykkara bønum, tað gevur styrki í hesi sváru tíð. Takk til Fríðbjørg Jensen fyri hjálp við sangum til jarðarferðina. Takk til tann stóra skara, sum fylgdi henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Tað stóð eitt træ í mínum lívsins garði, við trimum føgrum reyðum rósum á, nú stendur træið mítt við tveimum rósum, tann eina er ei meira trænum á. Ein dag tá Gud sær rósu vildi velja, at planta heima í sín rósugarð, ta fagrastu, ið var, hann vildi finna, hann hana fann í garðinum hjá mær. Nú stendur træið mitt við tveimum rósum, tann eina blómar í Guds Faðirs garð, har er hon vard mót lívsins ódnarstormum, ei nakað hóttir rósu mína har. Rigmor, Jens Mortan, Petur Sigurð og Sonni Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og stórt hjálpsemi, tá okkara elskaða kona, mamma, vermamma og omma Katrin í Króki Strendur so brádliga var tikin frá okkum Tøkk til Jógvan Fríðriksson fyri sera vøkur orð í kapellinum. Somuleiðis tøkk til Henning Bøgesvang fyri troystarrík orð, áðrenn og í samband við jarðarferðina. Tøkk til øll, ið hjálptu so væl til við ervinum. Takk til sangarar, gravara og kirkjutanarar annars. Takk fyri blómur og kransar. Takk, tit ið komu inn á gólvið, ringdu og hjálptu í stóru sorg okkara. Tøkk til øll, ið hjálptu til at passa tey smáu; tað lætti so væl um. Og tøkk til tykkum sum gjørdi húsið so fjálgt at koma aftur til, eftir at vit komu aftur av kapellinum. Takk til starvsfelagar í Hoyvíkar skúla, Fíggjarmálastýrinum og hjá Føroya Landfúta. Takk, at tit góvu henni so góðar arbeiðsumstøður, so hon treivst so væl, nú hon aftur fór út á arbeiðsmarkanaðin. Takk til tann stóra skara, sum fylgdi henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold Prísurin fyri kærleika er sorg. Sov søtt, mín kæra, sov og hvíl teg nú! Vit vildu, tú hjá okkum skuldi búð; Men tryggari hjá Jesusi ert tú - farvæl, farvæl, farvæl. Farvæl, farvæl, men ikki ævigt, nei! Ein stuttan dag, eitt lítið tíðarskeið, so hittast vit, har skilnaður er ei, Og intil tá – farvæl! Fyri tey avvarðandi Petur, Rigmor, Maria, Kristina, Sólfríð og Jóhanna. Svigersynir og ommubørn Til tykkum, sum so nógv góvu, men sum vit tó ikki sóu, vit við hesum fáu orðum takka vilja; so nógv hjálp - ilt er at skilja; at so nógv fólk tøk hava tikið, tykkum vit takka almikið. Tøkk Vit takka so hjartaliga øllum, sum á ymsan hátt hjálptu okkum og sýndu samkenslu, tá góði pápi og abbi okkara Olivar Reinert úr Syðradali fór til jarðar. Takk til tykkum øll, sum fylgdu honum á hansara síðstu ferð.