týsdagur 3. mars 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 3. mars 2009
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Poula Mohr í Fugla
firði fer til gravar úr
Siloa mikudagin 4. mars
kl. 13.
Svanhild Seyer Ander
sen, ættað úr Tórshavn,
fer til gravar hósdagin
kl. 13 úr Oppesundsby
Kirkju.
Kistan við Elly Atlantu
Joensen fer úr kapell
inum á Suðuroyar Sjúkra
húsi týskvøldið kl. 18.
Jarðarferðin verður miku
dagin kl. 13 frá Frels
unarherinum í Vági.
Lítla Lív Mohr Eyðun
ardóttir,
Tórshavn,
Dóttir Eyðun Christian
sen og Gunnvá Mohr,
andaðist á Ríkissjúkra
húsinum
fríggjadagin
27. februar. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Edith Dam á Argjum
andaðist á Landssjúkra
húsinum
leygardagin,
65 ára gomul. Bønarhald
verður í kapellinum á
Landssjúkrshúsinum
týskvøldið kl. 19. Jarð
arferðin verður úr Argja
kirkju mikudagin kl.
13.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra kona, dóttir og systir okkara
Kristina Weihe
vanliga nevnd Nina
andaðist á Vejle sjúkrahúsi, sunnudagin 1. mars,
68 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Vegna tey avvarðandi
Helgi, Anna og systkini
Móttøka
Í sambandi við runda føðingardagin og at eg skjótt gevist
sum kommunulækni, verður brunch í bygdarhúsinum í Mið
vági 28. mars frá kl. 11.00 til 15.00. Tey, sum vilja gleða
meg við at koma, vinarliga sigið frá á tlf. 332150 / 282250
ella 333318, 273793 millum kl. 18–20 innan 18. mars.
Elisabeth Thorsteinsson
Dagurin
3. mars. Húngunn, deyð ár 1003. Føroysk eftirgerð av
týska navninum Kunigunde og varð skrivað Kunigunn,
tá ið álmanakkin kom á føroyskum. Hon varð gift
týska keisaranum Heindrikki II og læt byggja bæði
kleystur og kirkjur. Navnið merkir mæt stríðskvinna.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Tøkk
Eg vil við hesum takka tykkum, sum
mintust meg á ymiskan hátt á 85 ára
degnum.
Við heilsan
Símun P. Poulsen
Í minningarorðunum í viku
skiftisblaðnum var eitt
navn komið skeivt fyri.
Talan er um minningar
orðini um Paulu Jespersen.
Vit komu at skriva Poula
ístaðin fyri Paula.
Tað var ommudótturin
Paula í Íslandi, sum skrivaði
minningarorðini, og ikki
Poula, sum vit skrivaðu.
Vit biðja orsaka mis
takið.
-red
Rætting
Hósdagin 26. februar and
aðist Gestur við Høgadalsá
í Havn, 67 ára gamal.
Gestur var havnarmaður.
Foreldrini vóru Hanna, f.
Poulsen, ættað av Kirkju,
og Hanus við Høgadalsá
úr Kaldbak. Gestur var
næstelstur av fýra systkj
um, hini eru: Hervør Dur
huus, Guðrun Dalsgarð og
Úlvur við Høgadalsá.
Gestur fór fyrstu ferð til
skips sum 14 ára gamal
við trolaranum Fiskanes
og var ofta til skips í
summarfrítíðini,
eisini
meðan hann gekk í stud
entaskúla.
Hann
sigldi
seinni við øðrum skipum
sum t.d. Boðanesi, Ólavi
Hvíta og Grími Kamban.
Í 1967 giftist Gestur við
Karin, f. Ludvig Herdalur,
ættað úr Vági, og í 1968
fóru tey til Danmarkar, har
Gestur gekk á telegraf
istskúla í Keypmannahavn
og tók prógv í 1970.
Hann sigldi eitt skifti
sum telegarfistur við trol
aranum Leivur Øssursson
og seinni við Kap Farvel.
Tá so Smyril (Morten
Mols) bleiv keyptur í 1975,
fekk hann starv sum tele
grafistur har.
Í 1979 fekk hann starv
hjá Postverkinum, sum
bleiv hansara lívsstarv.
Fyrstu árini á posthúsinum
í miðbýnum í Havn og
seinni á høvuðsposthúsin
um á Óðinshædd. Har
arbeiddi hann til 2006, tey
flestu árini í brævsorter
ingini.
Gestur var havnarmaður
við stórum H og B36ari
burturav.
Karin og Gestur bú
settust við Velbastaðvegin
og fingu børnini Hanus og
Turið umframt ommu og
abbabørn.
-red
Gestur við Høgadalsá deyður
Í Sosialinum 3. mars 1979
er hendan myndin av einum
samanstoyti í J. Paturs
sonargøtu í hálku.
Ein oljubilur hjá oljufelag
num Esso, sum var á veg
oman brekkuna í J. Patursson
argøtu í hálku, bremsaði og
fór runt á vegnum við teim
um avleiðingum at hann tók
tríggjar aðrar bilar við sær.
Nakað av olju lak úr olju
tanganum á Esso bilinum,
men tað eydnaðist skjótt at
steðga lekanum.
Á myndini er ein VW
Transporter hjá Esso, ein
Audi 80 hýruvognur og ein
Mazda 929 stationcar.
Fyri 30 árum síðan:
Oljubilur í samastoyti