týsdagur 3. mars 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 43 - 3. mars 2009
Tað, sum eg fari at siga,
er í grundini ikki annað
enn sunnur fornuftur ..
Eg fari at hugleiða yvir
Tórshavnar kommunu sum
eina samlaða skipan innan
eldra- og brekøkið, tvs.
fyri fólk við øllum sjúkum
og brekum í øllum aldrum,
við fokusi á eldraøkið.
Fyribyrgja førleikamiss
og fremja heilsu
Fyrst eitt sindur um ergo-
terapi, tí at tað er út frá
míni royndum og vitan
sum ergoterapeutur, eg
havi gjørt mær tankarnar,
sum eg havi um økið. Ergo-
terapeutar plaga siga "ikki
bara leggja ár til lívið,
men eisini leggja lív til
árini" og "lív, sum verður
bjargað, skal livast".
Hetta kann sigast at vera
kjarnan í ergoterapi. Sum
ergoterapeutur samstarvar
tú við borgaran, sum
orsakað av breki ella sjúku
hevur trupult við at liva tað
lívið, sum hann ynskir og
hevur tørv á. Tí mást tú
kunna skapa fysiskar og
sosialar rammur fyri
einstaka borgaran og í
samfelagnum sum heild,
sum loyva hesum. At
fremja heilsu og fyri
byrgja førleikamiss hjá
gomlum er eitt øki, sum
eigur at fylla nógv í arbeið-
inum hjá ergoterapeutum.
Tí er tað so óalmyndiliga
tvørligt fyri ikki at siga
ógjørligt sum ergoterapeut-
ur at arbeiða innan hetta
økið í Føroyum, tá tú støð-
ugt rennur teg ímóti forð-
ingum, orsakað av, at økið
er spjatt yvir so nógvar
skipanir og er so óskipað
viðvíkjandi organisering
og heimildum.
Kári á Rógvu Olsen
skrivaði í 2005 í einari
kronikk "... men sum er,
eru vit í Føroyum so besett
av reglugerðum, manna-
gongdum, játtanarskipan-
um og freistum, at nærum
einki slíkt fæst í lag".
Hetta skrivaði hann um
útbúgving, men tá eg las
tað, helt eg, at tað líka so
væl kundi sigast um
almannaøkið, so eg havi
goymt tað ...
Felags visión
Ein viðkomandi útsøgn í
støðuni sum vit nú eru í, er
"visión uttan handling er
dagdroymarí og handling
uttan visión er marra". Vit
eru her í kvøld, tí at støðan
í løtuni mest líkist marru
og uppskot um panikk-
loysnir byrja at stinga seg
upp, t.d. at keypa íbúðar-
blokkar til røktarheim. Um
tað bleiv gjørt, bleiv marr-
an ikki minni, eri eg bang-
in fyri. Samstundis hoyri
eg, at nógv hava góðar
visiónir.
Kommunur í Føroyum
og Nærverkið skipaðu í
2006 fyri ráðstevnu um
eldraøkið við luttakarum
frá útjaðaraøkjum í okkara
grannalondum. Har segði
ein av útlendsku luttakar-
unum, at tey høvdu roynt
at seta seg inn í, hvussu
eldraøkið var skipað í Før-
oyum, men tey høvdu givið
upp, tí tað var tað reina
kaos. Jú, viðkomandi segði
kaos, pínligt, hugsaði eg,
tað má fáa onkran at
reagera ... a, ja
Okkum nýtist ikki at
finna uppá nakað nýtt, fyri
at fáa betri skil á økið. Vit
kunnu bara gera, gjørt
verður aðrastaðni, har alt
er undir einari skipan. Tvs.
samla eldra- og brekøkið í
Tórshavnar kommunu í
eina skipan, so yvirskip-
aðar visiónir kunnu orðast
fyri alt økið og handla
kann út frá teimum. Um
tað verður ein almenn ella
kommunal loysn skuldi
ikki verið avgerðandi. Nei,
hetta er ikki so einfalt at
fara í holt við, men við
vilja og nýhugsan, ber til
við verðandi ressoursum at
gera ábøtur á støðuna hjá
gomlum, sjúkum og brek-
aðum borgarum, sum hava
tørv á almennum tænastum
orsakað av teirra breki ella
sjúku.
Øll á røktarheim?
Nógvar kanningar vísa, at
flest gomul fólk ynskja at
búgva hjá sær sjálvum sum
longst og vit vita, at røkt-
arheimspláss kosta meira,
enn tað kostar at veita fólki
hjálp í egnum heimi. Nú er
frammi, at vit mangla eg
veit ikki hvussu nógv røkt-
arheimspláss í Føroyum.
Hvat vil tað siga og hvørj-
um grundarlagi er tað sagt
út frá? Hermann Oskarson
vísti í kjaksending í ÚF
herfyri á, at hagtøl vísa, at
vit í Føroyum hava líka so
nógv ella fleiri røktar-
heimspláss í mun til íbúgv-
aratalið enn onnur norður-
lond. Vit hava tó ongar
eldraíbúðir, sum eru knýtt
beinleiðis at eldramiðstøð-
um. Skulu vit ikki støðga á
eina løtu við at útbyggja
røktarheimsøkið og royna
tann leistin samstundis
sum vit leggja dent á
røktarheimsfyribyrging?
Jú, eg ivist í, um øll, sum
eru røktarkrevjandi skulu á
røktarheim. Í mínum
arbeiði havi eg sæð, at tú
kanst vera røktarkrevjandi
og búgva í egnum heimi,
sjálvt um tað mangan
kundi verið betri, sum
skipanin sær út nú. Ein
treyt er, at tilboðini verða
løgd tilrættis, so at tey
hóska til tørvin hjá tí ein-
staka og familjuni - eg sigi
tilboðini og ikki bara "røkt-
in", tí tú hevur eisini eitt
lív at liva, hóðast tú ert
óhjálpin á onkrum økjum.
Tí skal í hvørjum einstøk-
um føri hædd takast fyri,
hvat tær bagir, hvør tú ert
sum persónur, fysiskum
kørmum, sosialum relatión-
um, møgulleika fyri at vera
virkin eftir førimuni, at tú
kennir teg tryggan, tørvi á
sjúkrarøkt, hjálpartólum,
venjingum og annars inni-
haldi í dagligdegnum, so tú
kanst fáa eitt so virðiligt
lív sum gjørligt. Mong
flyta á røktarheim, tí tey
ikki kenna seg trygg í egn-
um heimi. Og so eru tað
tey, sum ikki eru so illa
fyri fysiskt, men sum av
ymiskum orsøkum, tað
kann vera sálarligum ella
sosialum ikki kunnu búgva
í egnum heimi ella fyri seg
sjálvan. Sjálvandi skulu tað
vera pláss á heimum til
teirra. Tað handlar í hvørj-
um einstakum føri um ein
individuellan tørv og eina
individuella loysn.
Fólk blíva ikki røktar-
krevjandi frá einum degi til
annan - kanska í heilt
serstøkum førum, men tað
vanliga er, at tað er ein
líðandi process frá tí, at tú
byrjar at fáa trupult við at
klára teg, til tú møguliga
blívur púra óhjálpin. Í
seinasta enda hevur mátin,
sum tú fært hjálpina uppá,
eisini ávirkan á, hvussu
røktarkrevjandi tú blívur.
So hetta er ikki so svart og
hvítt - summi kunnu ikki
búgva í egnum heimi,
sjálvt um tey klára seg væl
uppá nógvar mátar, meðni
onnur kunnu búgva heima,
sjálvt um tey skulu hava
hjálp til alt ....
Ikki løgið, at fokusið í
dag er at sleppa á røktar-
heim, tí tað er har, tú fært
lívið aftur og verður trygg.
Tað er so gott á røktarheim-
um, Eden alternativ, dent á
lívssøgu og alt møguligt.
Men hví bíða við at leggja
dent á lívsgóðsku, trygg-
leika og ein innihaldsríkan
og virknan dagligdag, til
fólk koma á røktarheim?
Tað er nokk ikki ókent fyri
gomul fólk og teirra av-
varðandi, at tey gomlu í
fleiri ár hava haft ein
gerðandisdag heima hjá
tær sjálvum, har einasta
tænastan hevur verið røkt.
Annars ein gerðandisdag í
egnum heimi, har tú hevur
kent teg ótrygga, mist før-
leikar, sjálvsvirði, identitet
og rollir, og alt verður gjørt
fyri teg og tú mást laga teg
eftir, hvat onnur bestemma
fyri teg. Men tá tú so endi-
liga sleppur inn um perlu-
portrið - á røktarheimið -
skalt tú í sving aftur og
stimbrast til at vera virkin
og fáa ein innihaldsríkan
gerðandisdag. Er tað ikki
eitt sindur bakvent?
Dagtilboð og umlætting
Dagtilboð eru heilsfremj-
andi og røktarheimsfyribyr
gjandi. Tí skulu dagtilboð,
sum fremja lívsgóðsku og
gleði og heilsu vera til allar
gamlar borgarar í Tórs-
havnar kommuni. Tey
skulu ikki niðurleggjast og
skerjast, sum nú liggur í
luftini, men í staðin út-
byggjast og samskipast, so
at okkurt er til allar eldri
borgarar. Her kann vera
bæði samvera, ymisk
skeið, dansur á alljósum
degi, fimleikur, venjingar,
ja, tað eru eingi mørk. Og
sjálvandi eisini neyðug
samdøgurs umlættingar-
pláss, akuttpláss og upp-
venjingarpláss av ymiskum
slagi.
Trygdartelefonir
Trygdartelefonir eru eitt
dømi um eina almenna
tænastu, sum kundi verið
gagnnýtt betri. Øll, sum
arbeiða innanfyri økið og
uttan iva mong avvarðandi
og brúkarir vita av roynd-
um, at trygdartelefonin,
sum vit brúka hana, ikki
altíð borgar fyri tryggleika
fyri borgaran og tey av-
varðandi. Møgulleikarnar
við trygdartelefonunum
mugu gagnnýtast, vit mugu
gera, sum tey longu hava
gjørt í fleiri ár í okkara
grannalondum. Har eru
trygdartelefonirnar koblað-
ar til heimarøktina, so
heimarøktin alt døgnið
hevur møgulleika at fylgja
við, hvussu viðkomandi
hevur tað, lurta, um friður
er, eitt lítið prát, ella avtala
vitjan eftir tørvi ... tvs. eitt
hent amboð at betra um
tryggleikan.
Avvarðandi
Og so tey avvarðandi. Er
tað rætt, at skipanin dúvar
uppá, at mann fær ábyrgd-
ina fyri foreldrunum, tá tey
blíva gomul og óhjálpin.
Tað er óvirðiligt fyri báðar
partar. Summi avvarðandi
hava orku og umstøður og
ynskja at taka sær av teirra
óhjálpnu foreldrum. Tey
skulu sjálvandi fáa neyð-
uga stuðulin til at gera tað.
Men nógv dømi eru um, at
avvarðandi verða heilt
koyrt í senk. Eitt er at for-
eldrini hava tørv á hjálp,
og fyri tey flestu er tað ein
sjálvfylgja at hjálpa for-
eldrunum eftir førimuni.
Men at verða møtt av
einari skipan, sum áleggur
tær uppgávur og skyldur,
sum tú ikki eigur at skula
hava, tað er steinur omaná
byrðu. Og hvat við teim-
um, sum ikki hava børn,
sum kunnu taka yvir, tey
eru ikki so fá í tali.
Kompetent starvsfólk og
skipan
Jú, eldra- og brekøkið er
eitt komplekst øki, har
hædd skal takast fyri
nógvum viðurskiftum. Tað
krevst skipað tvørfakligt
samstarv, nógvar fakligar
vinklar, vælútbúgvið
starvsfólk, frá ovastu
leiðslu til heimahjálp og
fleksiblar loysnir og ramm-
ur. Tá hetta nú er so kom-
plekst, mugu skipanirnar,
sum veita tænasturnar, vera
so einfaldar og fleksiblar
sum gjørligt.
Frameftir
Og hvat er nú at gera. Jú,
vit mugu síggja burtur frá
støðuni, sum hon er nú. Vit
eru her í kvøld, tí at verð-
andi skipan hevur spælt
fallitt. Vit sleppa ikki und-
an at rudda upp og byrja av
nýggjum. Alt økið, komm-
unalt ella alment er goldið
av skattgjaldarans pengum
og allir borgararnir í Tórs-
havn, sum hava tørv á
tænastunum, sum allar
skipanirnar veita, hava
sama rætt til tænasturnar.
Talan er um tænastur til
borgararnar, sum almanna-
verkið ella kommunan
hevur átikið sær at umsita
fyri borgaran fyri borgar-
ans pengar. Tað eru ikki
Tórshavnar kommuna ella
Almannastovan, ella Hjálp-
artólamiðstøðin, ella Røkt-
arheimini, ella Hvíldar-
heimið ella Nærverkið ella
aðrar skipanir innan prim-
era økið, sum eiga tænast-
urnar og veita hvør øðrum
tænastur. Orsaka at eg sigi
tað, men soleiðis tykist
hugburðurin mangan vera.
Vit kunnu ikki framhald-
andi bjóða borgaranum, at
vit keglast um, hvør eigur
ella ikki eigur at veita hesa
ella hasa tænastuna. Fyri
borgaran er tað líka mikið,
um tað er kommunalt ella
alment, bara rætta tænastan
er har til røttu tíð og á
rætta staði.
Vit vita, hvussu nógv
fólk starvast innanfyri
eldra- og brekøkið í
almennu og kommunalu
skipanunum í Tórshavn.
Koyr øll tey starvsfólkini í
eina skipan, undir ein hatt.
Hvat so við røktarheimun-
um, ellisheimunum, sam-
býlunum? Tað er tað sama,
skattgjaldarin/borgarin
hevur goldið fyri tey eisini,
undir sama hatt við teim-
um. Og hvat við hjálpar-
tólunum, jú aftur tað sama,
skattgjaldarin hevur goldið
fyri tey eisini, undir sama
hatt við teimum eisini. Tað
sama við øllum hinum
almennu veitingunum, sum
ansingarløn til avvarðandi,
koyring, dagtilhald v.m.
Yvirlit yvir tænasturnar,
sum í løtuni eru spjaddar
ímillum ymiskar komm
unalar og almennar
skipanir:
• búpláss
• hjálpartól og bústaðar-
broytingar
• persónligan stuðul
• trygdartelefonir
• heimahjálp
• sjúkrarøkt
• dagstovnar og dagtilhald
umlætting, Hvíldarheim
• heimavitjanartænasta
• ansingarløn til avvarðandi
• koyring
• ymiskar almennar veiting-
ar orsakað av breki, sjúku,
sosialum umstøðum v.m.
inkontinens (blæður))
Hetta vóru so verðandi
tænastur, sum enn eru
deildar ímillum ymiskar
skipanir. Tá alt fer undir
ein hatt, verður gjørligt t.
d. at:
• kobla trygdartelefonir til
heimarøktarskipanina
• hava samdøgursrøkt
menna og samla servitan
innan ymisk øki, demens,
kroniskar sjúkur, neuro-
logi, arbeiðsumhvørvi og
ergonomi, sárrøkt, trýstsár
• menna samstarvið við
heilsuhúsverkið
• Eldraráðið og brúkara-
feløg/sjúklingafeløg fáa
eina skipan at ráðgeva og
samstarva við, sum varðar
av øllum økinum
• menna starvsfólkaøkið
• menna dokumentatión og
samskifti í samband við
einkulta borgaran og
skipanirnar, felags
journalskipan, THS
Til seinast: Tað er ein
sannroynd, at samanhangur
er millum nøgdar brúkarar,
vælvirkandi socialar
tænastur og nøgd og
kompetent starvsfólk.
Og sum eg byrjaði við at
siga, er hetta ikki annað
enn sunnur fornuftur!
Takk fyri
Tórshavn sum ein samlað skipan
innan eldra og brekøkið
Turið
Jacobsen
viðmerkingar