Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Demich P/F Tórshavn Postboks 378 - Stiðjagøta 2 FO-110 Tórshavn Telefon +298 309 310 demich@demich.fo Demich P/F Vágur Á Marknoyri FO-900 Vágur Telefon +298 37 35 35 demich@demich.fo Demich P/F Runavík Heiðavegur 80 FO-610 Saltangará Telefon +298 445500 demich@demich.fo Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv. Umhvørvisvinarlig orka við hitapumpu frá Demich Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum ...títt vinnublað Umfatandi nýum­ væling av hotelbygn­ ingunum, nýggj sushi­ og vínbarr og tíggju ár á rað við yvirskoti eru trygga grundarlagið undir P/F Hotel Føroyum, nú hotellið bjóðar framtíðini av HOTELVIRKSEMI Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Føroya størsta hotel- og matstovufelag, P/F Hotel Føroyar, hevði aðalfund 27. februar 2009. Felagið kann eftir aðalfundin líta aftur á tíggju ár á rað við yvirskoti. Ársúrslitið í 2008 eftir skatt er kr. 2,6 mió., eginognin er kr. 10 mió, og samtakið telur í dag 90 ársverk. Hetta er eitt ársúrslit, sum nevndin fyri P/F Hotel Føroyar er heilt væl nøgd við. – Úrslitið í 2008 er nøkt- andi, og vit kunnu sum høv uðspartaeigari í P/F Hotel Føroyum verða væl nøgd við árið, sigur nevnd- arformaðurin, Gunnar í Liða, ið eisini er stjóri fyri TF Holding, sum eigur 41% av P/F Hotel Føroyum. Hinir eigararnir eru fýra leið andi starvsfólk, sum eiga samanlagt 49%, og Atlantic Airways, sum eigur tey seinastu 10%. P/F Hotel Føroyar eigur og rekur í dag tvey hotel, eitt vallaraheim og fleiri mat stovur, teirra millum Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn, vallaraheimið Kerjalon, hvonn brasserie, Borðkrók í Norður landa- húsinum og Kafé Vágsbotn. Um tveir mánaðir letur nýggjasta matstovan hjá felagnum, ein sushi- og vínbarr, upp á Áarvegnum í Havn. Heili 60% av samlaðu inntøkunum hjá P/F Hotel Føroyum stava nú frá mat- stovuvirkseminum, og er hetta virksemi sostatt vorð- ið týdningamesta inn tøku- grundarlag felagsins. Bygningarnir Hotel Før- oyar, Hotel Tórshavn og Kerja lon eru allir nýum- vældir seinastu árini, og við hesi íløgu er P/F Hotel Før- oyar nú so væl fyrireikað til framtíðina, sum tað kann verða. Tí verður nú í spenn- ingi bíðað eftir ætlaðu leing ingini av flogvøllinum, sum fer at bøta enn meira um karmarnar kring før- oyska ferðavinnu. – Ein leingjan av flog- vøll inum verður til gagns fyri samfelagið og kemur at hava positiva ávirkan á før- oysku ferðavinnuna og harvið virksemi hjá Hotel Før oyum, sigur Johannes Jensen, stjóri fyri Hotel Før oyar, sum í hesum sam- bandi vísir á, at talið av gist ingum, serliga teim út - lendsku, er minkað síðan 2005, og at útlitini fyri 2009 heldur ivasom. Felagið er tó fíggjarliga væl fyri, og við sínum fjøl - broytta virksemi, nýum- vældu bygningum og øðr- um nýggjum hentleikum, er tað klárt til at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum fara at koma. Hotel Føroyar bjóðar framtíðini av Nevnd og stjórn í Hotel Føroyum: Gunnar í Liða, nevndarformaður, Niels Mortensen, nevndarlimur, Allan Linneberg Agerholm, nevndarlimur og Johannes Jensen, stjóri