Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnan Nr. 43 - 3. mars 2009 Tá Johannes Jensen og trý onnur leið­ andi starvsfólk á Hotel Føroyum fyri trimum árum síðani saman við Trygg­ ingarfelagnum Føroy­ ar og Atlantic Airways stovnaðu eitt nýtt felag, sum skuldi reka hotellið, var brúk fyri einum tungvektara. Tað metti Johannes Jensen í hvussu so er, og tí bað hann Allan L. Agerholm, fyrrverandi hotel­ stjóra Hilton og núver andi á Crowne Placa, taka sætið í nevndini sína vegna Hotel Føroyar Leif Láadal Allan L. Agerholm hevur nógv um oyrini fyri tíðina, so tað var gott at flogfarið bara var hálvan annan tíma seinkað hendan dagin. Hann er í Føroyum sum nevndarlimur í sambandi við aðalfundin hjá Hotel Før oyar samtakinum. Heim staður hansara er Keypmannahavn, og tað hevur hann verið seinastu árini, tó at hann eisini hevur arbeitt á ovastu hotel-rók í London og aðrastaðni. Í Keypmannahavn er hann stjóri fyri risastóru Copenhagen Towers verk- ætlanini. Tað vil siga, hann skal taka sær av hjartanum í fyritøkuni, Hotel Crowne Placa, umframt at hann skal hava leiðsluna fyri øllum tí tænastuvirksemi, sum fylgir við teimum túsundtals fer- metrunum av skriv stovu- hølum, ið skulu leigast út til feløg og virkir, tá skjøtul verður settur á í november í ár. So har er nokk at gera. Men nakrar túrar til Føroya skal hann árliga, og tað eru túrar, sum hann altíð gleðir seg til. Ikki nakar nevndar­ greðingur Tá virksemið á Hotel Før- oyum varð umskipað fyri trimum árum síðani, skuldu eigararnir seta saman nýggja nevnd. Johannes Jen sen, stjóri á Hotel Før- oyum samtakinum, valdi at seta ein uttanfyristandandi í nevndina sína vegna, og valið fall á Allan L. Ager- holm, sum tá var stjóri á Hotel Hilton við Kastrup flogvøllin í Keypmanna- havn. - Eg kendi ikki Johannes frammanundan, men tá hann ringdi og spurdi, um eg kundi taka sæti, og vit síðani høvdu fundast eitt sindur, dugdi eg at síggja, at her var talan um eina sera spennandi uppgávu, fortelur Allan L. Agerholm, sum kortini ikki situr í nógvum nevndum. - Eg eri bara limur í nøkr- um fáum nevndum, tí eg havi eitt spennandi full- tíðar starv at taka mær av dagliga, og harafturat vil eg gjarna vera til staðar, har eg eri nevndarlimur, fortelur danski nevndarlimurin í Hotel Føroyum. Leikluturin hjá Allan L. Agerholm í nevndini hjá Hotel Føroyum er fyri so vítt greiður. Hann er, um mann so kann siga, altjóða parturin. Maðurin, sum við einum beini í Keyp manna- havn og einum úti í stóru verð, kann tryggja, at Hotel Føroyar eisini hevur fing- urin á alheims pulsinum. Men nevndarsessurin gev ur eisini Allan L. Ager- holm nakað. - Føroyar eru tað, sum vit á marknaðarmáli rópa ein imperfektur hotelmarkn- aður í mun til ein perfektan. Tað vil siga, at tað ikki er optimal kapping á økinum. Her eru ikki so nógvir út - bjóðarar, sum í øðrum lond- um og býum, men avbjóð- ingarnar eru kortini nógvar og stórar, og tí sleppi eg her at arbeiða eitt sindur øðrvísi enn eg geri í Danmark, og tað er sunt, sigur Allan L. Agerholm og skoytir uppí: - Í Føroyum er diamen- tralur munur á háárstíð og lágárstíð, tá tað snýr seg um at selja seingjarpláss, og tí verða vit í Hotel Før- oy um samtakinum noydd at hava fleiri bein at standa á, og har er Johannes Jensen fantastiskur. Hann hevur eina ørgrynnu av hugskotum til, hvussu vit fáa lagt annað virksemið afturat vanliga hotel-rakstrinum. Halda honum aftur Tað er í veruleikanum so - leiðis, at nevndin í summum førum má halda aftur, tí dynamiski hotelstjórin hevur so nógv hugskot, at nevndin ikki heldur tað vera ráðiligt at seta alt í gongd, sigur Allan L. Ager- holm. - Tað er mín uppgáva sam an við hinum nevndar- limunum at meta um hug- skotini, og síðani geva grønt ella reytt ljós. Tey flestu hugskotini eru góð, og tá ein tíð er farin, vísa tey eisini sínar dygdir og týdning fyri virksemið. Men tað er komið fyri, at vit hava biðið stjóran bíða, og tað haldi eg at Johannes hevur forstáilsi fyri, tí um hann ikki hevði viljað havt eitt sindur av mótspæli, hevði hann nokk ikki biðið meg sitið í nevndini sína vegna, sigur Allan L. Ager- holm. Danskur nevndarlimur tryggjar Stjørnuhotell Her um okkara leiðir, er tað felagsskapurin Horesta, sum tryggjar, at tær stjørnur, sum hotel hava, svara til tey krøv, sum verða sett til hvørja stjørnu. Hotel Føroyar er eitt 4-stjørna hotel, men hevur 5 stjørnur, tá tað ræður um ráðstevnu-hotel. Allan L. Agerholm sigur, at standardiseringin við hotel-stjørnum tíverri ikki er heimsumfatandi enn. Tískil uppliva vit, at stjørnurnar í Norðurlondum eru “bíligari”, so at skilja, at eitt 5-stjørnað hotel í Keypmannahavn, ivaleyst ikki hevði kunna fingið 5 stjørnur í París ella New York. Tað gongur tó rætta vegin, tí hotelleiðslur og eigarar vilja ikki hava trupulleikar av ónøgdum útlendskum gestum, og tí síggja vit eitt rák, har góð norðurlendsk hotel heldur vilja hava eina stjørnu færri, og so verða á tryggari grundarlagi. Til dømis verður Crown Placa (sum letur upp í Cph í nov), har Allan L. Agerholm er stjóri, 4 stjørnur, sjálvt um tað eftir danskari meting, hevði kunnað havt fimm. »Hvørki gullkranar ella B&O sjón­ vørp kunnu koma ístaðin fyri góð starvsfólk«. Allan L. Agerholm, hotelstjóri Minna útlendsk skip á reinføri á sjónum Umhvørvisstovan hevur gjørt ein faldara, sum skal kunna útlendsk skip um, at havið skal ikki brúkast sum køstur. Burtursæð frá teimum føroysku skipunum eru nógv útlendsk skip við Føroyar, og tí hevur Umhvørvisstovan hildið tað vera neyðugt eisini er at minna hesi skipini á, at burturkast, olja o.a. ikki skal koyrast á sjógv, og at havið ikki skal nýtast sum køstur. Tí hevur Umhvørvisstovan nú gjørt ein faldara um hetta á enskum og russiskum. Í faldaranum er stutt kunning um tað skaðiliga við, at burturkast, olja og annað verður koyrt í havið. Eisini er yvirlit yvir galdandi lóggávu á økinum, viðkomandi telefonnummur, teldupostbústaðir og annað við í faldaranum. Faldarin er nýliga sendur til umboð fyri útlendsk skip, sum koma til Føroya, umframt havnarskrivstovur og onnur. Hetta er annar faldarin um burturkast frá skipum. Tann nfyrri, sum eitur "Koyr ikki á Vestfallið" kom í 2006. Eisini varð sjónvarpslýsing gjørd við sama heiti. Lýsingin verður enn av og á send í kvf undir táttinum Gevið gætur. Faldarin, bæði tann á føroyskum og hesir á enskum og russiskum eru gjørdir við stuðli frá Innlendismálaráðnum av játtanini til umhvørvisverndartiltøk.