Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnan Nr. 43 - 3. mars 2009 Allan L. Agerholm hevur sitið í nevndini í Hotel Før­ oyum samtakinum í trý ár, og hesi trý árini eru kanska júst tey, har tað er hent mest við virkseminum hjá fyri­ tøkuni. ­ Áðrenn eg tók av nevnd­ arsessinum hittist eg við Johannes, og fekk spurt, hvat slag av fyritøku talan var um, og hvørjar ætlan ir­ nar vóru. Eg fann skjótt útav, at talan altso ikki var um eitt ella annað lítið provins­hotel, men eitt miðalstórt hotel við stórum ambitiónum, og tað dámdi mær, sigur Allan L. Ager­ holm. Seinastu trý árini er Hotel Tórshavn komið afturat, eins og Hvonn er vorðin best umtókta café í landin­ um. Eisini er annað virk­ semið lagt afturat ella út ­ bygt, soleiðis at tað eftir­ hondini arbeiða útímóti 100 fólk í føstum starvi í fyri­ tøkuni. ­ Tað er hent nógv hesi árini eg havið sitið í nevnd­ ini, men tað er fyrst og fremst stjóranum fyri at takka, sigur Allan L. Ager­ holm, sum ikki hevði kunna hugsað sær at verið nevnd­ arlimur í eini fyritøku, sum ikki menti seg. Og tað er ikki trupulleikin við Hotel Føroyum samtakinum, sig­ ur hann. – Her hendir nakað alla tíðina, og tí fái eg sum sagt eisini nakað fakliga burturúr sjálvur, sigur hann. Fólkið fremst At reka hotelvirksemið í Keyp mannahavn. London ella Havn er fyri so vítt ikki so ólíkt, sigur Allan L. Ager holm. ­ Tað snýr seg um service, og skalt tú lata eina góða tænastu, mást tú hava góð fólk rundanum teg, so tað snýr seg fyrst og fremst um at hava góð starvsfólk, sum so kunnu lata kundunum hesa góðu servisu, sigur hann. Og tað ljóðar so lætt. Men sum við so nógvum øðrum, so er tað, sum kanska á yvirflatuni sær lætt út, ikki altíð so lætt, tá samanum kemur. Og so leiðis er eisini við hotel­ virksemið. ­ Okkara uppgáva sum hotelleiðsla, er at syrgja fyri at hava so góð og dugnalig starvsfólk, sum gjørligt, og harafturat syrgja fyri, at tey tíma at verða verandi í tínari fyritøku. Megnar tú ikki tað, so hevur tú ikki eitt gott hotel, sigur Allan L. Agerholm. ­ Hvørki gullkranar ella B&O sjónvørp kunnu koma ístaðin fyri góð starvsfólk, leggur hann síðani afturat. Við Ørestad á Amager við Keypmannahavn byggja tey sum ongan tíð fyrr. Mill­ um annað letur fyrsta byggistig av Copen­ hagen Towers við m.a. stórum hotelli upp í november í ár. Og tað er Allan L. Agerholm, nevndarlimur í Hotel Føroyum, sum er stjóri fyri nýggja stásiliga Crowne Plaza hotellinum VinnuumhVørVi Leif Láadal Tá øll byggistigini eru liðug um nøkur ár, verður Copen­ hagen Towers størsta privata byggiætlan í Danmark nakrantíð, máld upp á fer­ metrar. Síðst í 2009 byrjar virksemið hjá eigaranum Sjælsø bólkinum í Ørestad, og tað fyrsta sum hendir, er at hotellið Crowne Plaza letur upp, eins og fyrstu skrivstovuhølini verða klár at taka í nýtslu. Næstu árini verður so bygt enn størri, so tað sum frá líður til sam­ ans verða 130.000 fermetrar av hotelli, skrivstovuhølum, felagshølum, matstovum, ráðstevnu­hølum, fitness­ hølum o.ø. Allan L. Agerholm, sum hevur arbeitt nógv ár sum hotelstjóri, skal leiða Crowne Plaza, og CPHM (Cop enhagen Hotel Manage ment), sum er felagið hann arbeiðir fyri, skal eisini taka sær av at serviserað í sambandi við útleigan av skrivstovum í Copenhagen Towers. Føroyingar Allan L. Agerholm var í fleiri ár stjóri á Hilton við flogvøllin í Kastrup, og har hitti hann nógvar føroying­ ar. ­ Vit funnu skjótt útav, at føroyingar vóru ein týðandi kundabólkur hjá okkum, og tí var eisini farið væl um teir, minnist Allan L. Agerholm. Nú hann er blivin stjóri fyri einum øðrum hotelli, ikki so langt frá flogvøll in­ um í Kastrup, er tí sjálvsagt, at hann fer at liggja framvið fyri at fáa føroyskar kund­ ar. ­ Vit fara at seta okkum í samband við føroysk flutn­ ingsfeløg og ferðaskriv­ stovur fyri at bjóða teimum at brúka hotellið, tá tað letur upp í heyst, og vit kunnu bjóða eitt fyrstafloks hotel, sum liggur stutt frá øllum, sigur hann. Og hetta við fjarstøðu, er júst tað, sum Copenhagen Towers leggur stóran dent á. Ørestad er landafrøðiliga soleiðis statt, at tað er skjótt at koma til og frá Kastrup flogvøllinum, eins og tað er skjótt at fara inn til miðbýin í Keypmannahavn ella suðurum, og so longur inn í landið. Eisini eru sambandið til Svøríkis lætt – bæði við toki og bili. Hotellið Crowne Plaza verður hjart­ að í Copenhagen Towers. Við 366 kømurum er talan um eitt av størstu hotellum í Danmark, og harafturat fer tað at hava allar nútímans hentleikar, sum fólk spyrja eftir í dag – m.a. fitness­ sentur. Allan L. Agerholm sigur, at miðað verður eftir at hava eitt hotel, sum er so Co² neutralt, sum gjørligt. Hetta verður m.a. gjørt við at hava eina luftkøli­skipan, sum kølir við grundvatni og eina hitaskipan, sum hitar við sólkyknu­skerm­ um. Nógv annað í hotell in­ um er eisini bygt við tí fyri eyga, at halda Co²­útlátið so langt niðri sum gjørligt. ­ Vit síggja í dag, at summ ar fyritøkur krevja Co²­roknskap frá sínum starvsfólkum í sambandi við ferðing, og í tí sambandi kunnu vit bjóða eitt hotel, sum ikki fer at kosta teimum nógv á hesi konto, sigur hann. r aðalmálini Fakta Stjórin á Crowne Plaza, Allan L. Agerholm, hevur arbeitt í hotelvinnu í 29 ár, harav tey 21 á leiðslustigi. Meðan hann var stjóri á Hilton við Kastrup flogvøllin, vaks hotellið til tað næststørsta í Dan­ mark, tá mann metir út frá seldum seingjar pláss­ um. Hilton hevur tó bara 5.størsta seingjarkapasitet í Danmark. Um eitt hálvt ár letur nýggja hotellið Crowne Plaza upp í Ørestad, og har skal Allan L. Ager­ holm, sum er nevndar­ limur í Hotel Føroyum, hava ovastu leiðsluna. Crowne Plaza er partur av størstu privatu byggi verk­ ætlan í Danmark nakran­ tíð: Copenhagen Towers. Tað eru arkitektarnir Foster + Partner (UK) og Dissing+Weitling (DK), ið hava teknað Copenhagen Towers. Myndin vísir, hvussu 1.byggistig sær út, tá tað er fult útbygt Hotellið í Copen­ hagen Towers Tá Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, skuldi gera av, hvussu hansara ognarpartur í Hotel Føroyar samtakinum skuldi umboðast í nevndini hjá felagnum, valdi at hann at biðja táverandi stjóran á Hotel Hilton í Keypmannahavn, Allan L. Agerholm, taka sætið Mynd: Leif Láadal Trý krøv Ynskini hjá hotel­ gestum broytast, og í løtuni eru tey trý ovastu hesi, sambært Allan L. Agerholm, hotelstjóra: 1 – Stórt hotelkamar 2 – Baðikar 3 – Stóran flatskíggja Handilsskúlin bjóðar ungum lívligt kunningarkvøld At velja sær miðnámsskúla er eitt av lívsins stóru valum ­ men tað ber væl til at hugna sær, meðan ein hugsar seg um! Tí bjóðar Føroya Handilsskúli á Kambsdali til kunningarkvøld við lívi í. Við góðum tónleiki, hugleiðingum um lívsval, og sjálvandi práti við næmingar og lærarar á skúlanum. Hóskvøldið er ætlað øllum, sum ætla sær á miðnámsskúla í summar. Hóskvøldið 5. mars eru øll, sum ætla sær eina miðnámsútbúgving, sera vælkomin á gátt á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Tá verður høvi at forvitnast um útbúgvingarnar, skúlin bjóðar, og at práta við núverandi næmingar og lærarar um, hvussu tað er at ganga í skúla her. Handilsskúlin ásannar, at tann miðnámsskúlin, ein velur, er ein stórur partur av lívsins viðføri. Tí eru tvey fólk boðin at hugleiða um lívsval, ungdóm og útbúgving. Hesi eru Solby Eliasen, journalistur og fyrrverandi handilsskúlanæmingur, og Theodor Olsen, prestur. Á skránni er sjálvandi eisini góður tónleikur. Hans Jacob Kollslíð og Kári Sverrisson fara at spæla nøkur løg og kvøldið endar við, at Boys in a Band fara á pallin. Dyrnar lata upp klokkan 18 og tónleikur og hugleiðingar verða á skránni millum 19 og 21.