Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 43 - 3. mars 2009 Eftir at hava brúkt onkunstaðni mill­ um 1 og 2 milliardir krónur til at leita eftir olju og gassi í føroysku undir­ grundini og til før­ leikamenning í Før­ oyum í góð 10 ár hevur eitt av heimsins størstu oljufeløgum, BP ella British Petroleum gjørt av at gevast við øllum sínum virksemi í Føroyum Oljufeløg Jan Müller jan@sosialurin.fo Hjarnar Djuhuus, føroyski umboðsmaðurin hjá BP øll hesi árini sigur við Sosialin, at sáttmálin uppá hølini Yviri við Strond er sagdur upp at ganga út í heyst. Orsøkin til at BP gevst er tann, at felagið hevur virk­ semi um allan heim og lut­ tøkan í leitingar virksem in­ um er grundað á útlitini inn an leitiøkini. Hetta merk ir tó ikki, at BP ikki trýr møguleiki er fyri at finna kolvetni í føroysku undirgrundini. Avgerðin at fara úr økinum byggir rætt og slætt uppá eina eina heild armeting. Hóast hesin oljurisin ikki ætlar at vera við í føroysku oljuleitingini longur so úti­ lokar BP stjórin ikki, at BP sjálvandi kann taka sínu støðu upp til nýggja um ­ hugs an, um so er, at ENI hevur hepni við sær at finna olju í rakstrarverdugum nøgd um í Anne Marie brunn inum, sum skal borast í summar. Hjarnar Djurhuus sigur, at eitt fund í summar er sjálvandi positivt fyri økið, men hvussu positivt veldst m.a. um støddina á fundinum. Byrjaði í 1998 BP byrjaði sítt virksemi í Føroyum saman við Shell í 1998. Eigaralutfallið var tá 50% til hvør felag, og Shell var fyristøðufelag. Í de ­ semb er sama ár valdi Shell at gevast í Føroyum, og BP helt tí áfram einsamalt. Í 2001 ynksti Shell aftur samstarv við BP, ið tá hevði fingið tillutað leitiøki 004, men nú bleiv eigaralutfallið 66,7% til BP og 33,3% til Shell. Uppá fyrispurning, hvussu nógvur peningur er nýttur hesi árini í Føroyum sigur stjórin, at tað er ikki vanligt at upplýsa hetta, men at nógvur peningur er nýttur síðani byrjað varð í 1998 er givið. Nógvur pen­ ingur er brúktur til seis­ miskar kann ingar, til boring av Svín oy og William brunn un um, til stuðul til føroysk virki og stovnar og til skriv stovuhald bæði í Tórshavn og í Aberdeen. Sosialurin hevur kortini roknað seg fram til, at BP man hava brúkt millum eina og tvær milliardir krónur uppá Føroyaøkið hesi árini. – Var tað eitt mistak at tit raðfestu Føroyar sum leiti­ øki og meta tit pengarnar tit hava brúkt her sum mistar og kanska eisini, at teir vóru betri brúktir aðra­ staðni? – Nei. Tá talan er um olju leiting mást tú góðtaka meira og minni hepni. – Er tað ikki eitt sindur óheppið, tá BP hevur brúkt so nógvar pengar til leiting her, um okkurt annað felag fær bingo, og BP tá longu hevur tikið seg úr økinum? – Nei, soleiðis eru nú eina ferð viðurskiftini í sam­ bandi við olju­ og gass­ leitingø – Var tað turri William­ brunnurin, sum fekk BP at taka avgerðina at rýma úr Føroyum? – Nei, avgerðin at rýma úr Føroyum er ikki grundað á eina boring, men á eina heildarmeting Føroyskir myndugleikar dugnaligir – Hvat kann BP siga um samskiftið við føroyskar oljumyndugleikar? British Pe Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum, saman við Hera Ziska á Jarðfeingi USA bjóðar Russlandi Iransáttmála Tað sigst, at Barack Obama hevur sent Dimitri Medvedev eitt skriv, við eini samstarvsavtalu fyri at oyða Iransku raketætlanunum. Amerikanski miðlar greiða frá, at Obama hevur lovað, at reketverjusjøldurin hjá sambandsríkinum ikki verður veruleiki, um russar vilja hjálpa til at verja heimin fyri Iran. Tað sigst somuleiðis, at Medvedev ikki hevur svarað brævinum frá Obama. Russar vilja ikki leggja ov nógv trýst á Iran, tí teir meta, at javnbjóðis samráðingar eru besti hátturin at samskifta við iranar.