týsdagur 3. mars 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 43 - 3. mars 2009
– BP hevur alla tíðina
havt eitt sera gott samskifti
við føroysku oljumyndug
leikarnar, sum BP heldur
eru sera dugnaligir til teirra
arbeiði.
– Hvørji viðurskifti áttu
at verið øðrvisi og broytt í
sambandi við oljuleiting,
um BP skuldi hildið fram
við leitingini í Føroyum?
– BP hevur ongar tilráð
ingar til myndugleikarnar
viðvíkjandi olju og gass
leiting í Føroyum.
– Nú er BP rættiliga
virkið vestan fyri Hetland.
Er økið vestan fyri Hetland
eitt framtíðar menningarøki
fyri olju og gass. Trúgva tit
at tað goymir seg nógv olja
og gass í undirgrundini
her?
– Nýggj fund á Atlants
mótinum siga frá, at tað enn
er olja og gass at finna í
økinum, men tann núver
andi fíggjarstøðan, og eisini
tær truplu umhvørvisum
støðurnar, eru avbjóðandi
fyri virksemið í hesum
økin um.
P/F Atlantic Petrol
eum boðar í dag frá,
at ognarparturin hjá
felagnum á 8,27% í
enska loyvi nr. P.317,
íroknað Blackbird
fundið, verður
óbroyttur
Oljuvinna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Wilhelm Petersen, stjóri í
Atlantic Petroleum sigur í
eini viðmerking:
“Hetta er gleðiligt fyri
Atlantic Petroleum og sam
starvsfeløgini av tí, at tað
leggur virðir afturat Black
bird fundinum, og ognar
deilingin í loyvinum verður
óbroytt.”
Í 2003 keypti Atlantic
Petroleum enska loyvi P317
í teigi 20/2a frá Premier
Oil. Premier Oil varðveitti
rættin at koma inn aftur í
loyvið við 5,515% um nak
að annað fund varð gjørt
uttan fyri Ettrick fundið,
aftur fyri at gjalda leitingar
kostnaðin. Premier Oil hev
ur ikki valt at brúka aftur
keypsrættin, og tí er ogn
arparturin
hjá
Atlantic
Petrol eum
í
loyvinum
óbroytt ur.
Á summri 2008 varð
boðað frá, at boringin av
brunni 20/2a8 Blackbird
var eitt fund. Blackbird er
lovandi, og hjá Atlantic
Petroleum rokna tey við, at
tað fer at økja um virðið av
Ettrick leiðini. Í brunninum
varð rakt við 111 føtur av
kolvetni í fleiri løgum og
royndarframleitt varð úr
brunninum við eini miðal
dagsframleiðslu á 3,800
tunnur. Fundið liggur einar
6 kilometrar sunnanfyri
Ettrick leiðina, og arbeitt
verður í løtuni við at kanna
útbyggingar møguleikarnar.
Samstarvsfeløg í loyvin
um eru Nexen (fyristøðu
felag) 79,73%, Bow Valley
12 % og Atlantic Petroleum
8,27% sigur Atlantic Petrol
eum í nýggjastu fráboðan
síni.
Atlantic Petroleum varðveitir
ognarpartin á 8,27% í Blackbird
Blackbird liggur nær Ettricleiðini
etroleum gevst í Føroyum
Umboð fyri BP á
fundi við føroyskar
oljumyndugleikar
Nýggjur margmiðlaskattur
Danska stjórnin hevur saman við Dansk Folkeparti gjørt av, at frí telefon, internet og heimatelda
nú skal skattast. Talan er um part av nýggja skattareforminum, sum tingast hevur verið um
seinastu tíðina. Undan hesum hevur skipanin verið tann, at fólk lutvíst hava verið skattað av
fríari telefon, meðan breiðband og heimatelda, sum arbeiðsgevarin hevur goldið, ikki hava verið
skattað. Sambært nýggja uppskotinum verður lønmóttakarin skattaður av 5.000 krónum um árið
líkamikið, hvørjar av hesum trimum ágóðunum arbeiðsgevarin rindar fyri. Sambært
upplýsingunum eru í dag á leið 280.000 danir, sum fáa breiðbandið við hús goldið av
arbeiðsgevaranum. Roknað verður við, at samlaða skattainntøkan av nýggja átakinum verður
millum 500 og 750 milliónir. Hóast harða mótstøðu hevur stjórnin hildið fast við hendan partin
av nýggja skattalógaruppskotinum. Millum annað tí tað er munandi lættari at umsita eina skipan,
har skattingin er tann sama hjá øllum.