Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 43 - 3. mars 2009 Grótgóðskan í Skop­ un er ein hin frægasta í landinum, og tí endaði grótvirkið hjá Magnus Petersen har suðuri. Og hóast fyrstu árini hava verið tung hevur gingið alsamt frægari, og eigarin heldur, at tað eigur at vera pláss fyri einum grótvirki í Føroyum GRÓTÍDNAÐUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Magnus Petersen var ein av framstandandi sakførar un­ um í Føroyum í 90­árunum, men hóast hetta valdi hann at leggja útbúgving og sak­ førarayrki á hillina og í staðin fara undir at fram­ leiða ymsar lutir úr gróti. – Ja, tað eru helst fleiri orsøkir til tess. Eg hevði virkað sum sakførari í eini 25 ár, og eg hevði tørv á at royna nakað nýtt. Og tað skuldi helst verða okkurt øðrvísi enn tað, sum eg gjørdi framman undan, sig­ ur Magnus Petersen. Hann hevði longu framman undan áhuga fyri grót ídnað, og tá grótvirkið yviri við Strond gavst, lá hann framvið og keypti maskinurnar, ið har vóru. – Vit høvdu ein bygning uppi á Sandvíkarhjalla, og settu maskinurnar upp har og virkaðu so har í eini tvey­trý ár. Eg tók ikki lut í sjálvum arbeiðinum, men átti í virkinum, so eg visti eitt sindur um tað og helt tað vera áhugavert, sigur Magnus Petersen. Hann sá ávísar møguleikar í hesum vinnuvegnum og helt, at tað átti at verið livi­ líkindi fyri einum grótvirki í Føroyum, í staðin fyri at innflyta alt úr útlondunum, og so tað, at kunna nýta før­ oyskt tilfar. Tað var tann vitanin, hann hevði framm­ an undan, og hann hevði áhuga at halda fram. – So skal sjálvandi sigast, at eg kendi á mær, at eg var koyrdur eitt sindur troyttur í fakinum, sum eg hevði áðrenn – onkur kann kanska eisini gita hví. Men tað var í veruleikanum høv uðs or­ søkin til skiftið, sigur Magn us Petersen. Hetta eru fýra­fimm ár síðani, og tá vórðu stig tikin til at byggja eitt nýtt grót­ virki. Valdu Skopun – Vit vendu okkum til Skop unar, og orsøkin var tann, at grótið í Skopun – og serliga ein lind norðan­ vert bygdina í einum haga­ parti, sum eitur Høvdahagi – varð víst okkum á av Jó annes Rasmussen, jarð­ frøðingi, á sinni, sum ver­ andi tað frægasta til ídn­ aðar endamál, eftir at grót­ virkið í Havn – tað sum í síðari tíð kallaðist Føroya Mekaniski Grótídnaður, og helt til úti við Strond – hevði framman undan havt grótbrot úti á Boðanesi, sigur Magnus Petersen. Men har kom Friðingar­ myndugleikin upp í, eftir at grannar høvdu kært. – Onkur vildi vera við, at tey høvdu sæð eitt kombikk har, tá tey vóru smá, og tí skuldi tað friðast, sigur Magnus Petersen heldur speiskliga. So var einki grundarlag fyri grótvirkinum meir, mn tann lindin, sum er á Boða­ nesi, finst aftur á Skans an­ um, tó har høvdu teir neyv­ an fingið loyvi at brotið grót. Hon sæst aftur onkun­ staðni í Havn og fer niður aftur á Argjahøvda. – Vit vendu okkum tí til mannin við frægastu vitan á økinum, Jóannes Ras mus­ sen, jarðfrøðing, og hann fann hesa lindina í Skopun, og tað er orsøkin til, at grótvirkið flutti suður higar, sigur Magnus Petersen. Hann heldur tó, at tað er ikki so umráðadi, hvar sjálvur bygningurin liggur, men tá nú grótið liggur í Skopun, er tað náttúrligt, at virkið eisini liggur her. – Vit gjørdu so eina avtalu við Skopunar Kommunu, og kommunan var sera laga lig. Teir høvdu eitt ídnað ar øki, har einki var bygt á framman undan, uttan blandistøðin hjá J & K Petersen, og her fingu vit eitt gott, byggibúgvið øki, sum vit so bygdu á og fluttu tær nýtiligu maskinurnar úr gamla grótvirkinum í Havn her suður, og keyptu annars nýggjar maskinur eftir tørvi. Soleiðis byrjaði tað her suðuri, sigur Magnus Petersen. Tað tók sína tíð at byggja, men tað er eitt modernað og framkomið virki í dag, heldur eigarin. Gravsteinar og borðplátur Grótvirkið í Skopun hevur sítt egna grótbrot, so fram­ leiðslan hjá virkinum byrjar har og endar í lidnu fram­ leiðsluni. – Vit standa fyri fram­ leiðsluni frá A til Z. Vit spreingja grótið úr fjallinum í stórum soylum, sum verða boraðar sundur og fluttar heim á virkið í so stórum blokkum, sum tilber, eini 20 tons. Onkur hevur ligið upp móri 24 tonsum og vit kundu hugsað okkum enn størri, men tað ber ikki til at flyta teir størri, sigur Magn­ us Petersen. Tá grótið er komið inn á virkið, verður tað sagað sund ur, og heilt úr fjallinum til endaliga úrslitið er tað føroysk framleiðsla burtur­ av. Men umframt føroyska grótið verður eisini nakað innflutt uttanlands av grót­ sløgum, sum ikki finnast í Føroyum, serliga granitt. Pláss má vera fyri einum grótvirki í Føroyum Tað fyrsta, sum gjørt verður við grótið, tá tað kemur inn á grótvirkið, er at saga tað sundur í hesari maskinuni Magnus Petersen slepti fyri einum fimm árum síðani yrkinum sum sakførari og gjørdist í staðin stjóri á sínum egna grótvirki Her nøkur dømi um, hvat Grótvirkið í Skopun kann framleiða Smá bryggjaríir falla Kreppan setur ferð á útskiljingina millum tey mongu donsku mikro­bryggjaríini. Fleiri ár við víðkan og íverksetan er nú loyst av av stríðnum fyri at yvirliva, og gravøl er langt frá óvanligt millum smærri bryggjaríini. Bara í síðstu viku máttu Jensens Bryghusn í Horsens og Baggaardsbryggeriet í Holstebro snara lykilin um. Í gjár var tørnið so komið til Brøckhouse í Hillerød, sum eftir nøkrum mánaðum í gjaldssteðgi mátti skrúva ølkranarnar fyri og viðganga, at vetslan er endað. Júst húsagangurin hjá Brøckhouse setir menningina innan danska ølbryggjan í perspektiv, tí bryggjaríið var eitt av teimum størru og betri kendu í Danmark, samstundis sum tað eisini var eitt av teimum fyrstu sonevndu mikrobryggjaríunum, sum eftir 2000 fingu danir at tysta serliga eftir serliga bryggjaðum øli. Nú fær fíggjarkreppan og harav fylgjandi mangli upp á gjaldføri smáu bryggjaríini at fara av knóranum, skrivar boersen.dk