týsdagur 3. mars 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 43 - 3. mars 2009
– Vit hava altíð eini 10-12
sløg av granitti liggjandi,
so fólk sjálvi kunnu velja
tað slagið, tey vilja hava til
eitt nú borðplátur, sigur
Magnus Petersen.
Júst borðplátur saman
við gravsteinum eru mest
framleiddu grótlutirnir á
virkinum. Og hóast tað er
eitt føroyskt grótvirki, so er
tað kortini eitt virki, sum
framleiðir øll sløg av gróti.
Men hóast gravsteinar og
borðplátur eru størsti part-
urin av framleiðsluni, so
gera teir nógvar aðrar grót-
lutir á Grótvirkinum í Skop-
un.
– Vit hava maskinur, sum
kunnu gera tað mesta. Sum
til dømis at klæða bygningar
við gróti, ið er ógvuliga
van ligt at gera uttanlands,
har teir vilja hava arkitoniskt
væl frágingnar bygningar.
Tað kunnu vit eisini gera úr
føroyskum gróti við ym -
iskum yvirflatum, sigur
Magn us Petersen.
Tað kann so verða við-
gjørt á ymsan hátt, antin
verða latið rátt, bert sagað,
ella tað kann verða yvirflatu
viðgjørt á ymsan hátt, til
dømis polerað ella høgt.
– So vit kunnu gera tað,
sum aðrir kunnu gera, og
ofta meira enn tað, sigur
Magnus Petersen.
Doypifont í Hoyvík
Júst hetta við at klæða út -
veggirnar á einum bygningi
var nakað, sum Grótvirkið í
Skopun var spent upp á í
sambandi
við
Hoyvíkar
Kirkju.
– Vit bjóðaðu upp á at
klæða Hoyvíkar Kirkju, og
teir vóru sinnaðir at taka av
tí tilboðnum, sum vit lótu.
Tilboðið
umfataði
bert
lever ing av tilfarinum og
ikki uppseting, og tað, sum
hendi, var, at tað gjørdist ov
dýrt í uppseting, og tí
gjørdist tann handilin ikki
til nakað, sigur Magnus
Peter sen.
Tað vildi annars verið ein
typisk uppgáva fyri eitt
størri grótvirki, sum helst
skal hava onkrar størri upp-
gávur.
– Vit framleiða annars
um framt
borðplátur
og
grav steinar eisini gólv í
van ligum flísum og í brotf-
lísum, sum er sera væl um -
tókt. Vit framleiða skreyt-
lutir, ja, alskyns lutir úr
bæði førloyskum og út -
lendsk um
gróti,
sigur
Magn us Petersen.
Men hóast teir ikki fingu
klædningin
á
Hoyvíkar
Kirkju at levera, vórðu teir
kortini ikki heilt við sviðu-
soð í sambandi við ta bygg-
ing ina.
– Vit vóru sjálvandi sera
áhugaðir í at fáa eina slíka
bílegging, so vit bjóðaðu
teim um, at um vit fingu
hesa bíleggingina, so skuldu
vit lata gera teimum doypi-
fontin – sum Albert Isfeldt
hevði
teknað,
ógvuliga
hegn isliga
við
einari
áttakantaðari súlu sum fóti
– sum gávu, sigur Magnus
Petersen.
Tað endaði so við, at
doypi fonturn varð gjørdur á
Grótvirkinum í Skopun úr
massivum føroyskum gróti
– tað mesta við maskinum,
men finishið við hond – og
seldur kirkjuni fyri ein
ógvuliga sámiligan penga.
Tøvurin verður
verandi
Fyrrverandi sakførarin sig-
ur, at tað hevur verið ein
tung byrjan at bróta burtur
úr nýggjum suðuri í Skop-
un.
– Tað tekur sína tíð at
upp byggja slíkt, so vit
høvdu roknað við, at tey
fyrstu árini ikki fóru at geva
avlop. Tað hevur gingið
betri og betri, men ikki nóg
væl fyri eitt virki sum hetta,
tí at vit kundu havt nógv
fleiri fólk í arbeiði enn tey
trý tændrini, sum ganga
her, sigur Magnus Peter-
sen.
So hevði virkið havt iva-
leyst at gjørt, kundu teir
ver ið
tíggju
mans
til
ar beiðis. Men tað er kanska
ikki rætta tíðin at víðka um
virksemið, nú ein altjóða
kreppa herjar.
– Vit vita ikki reiðiliga
enn, hvat kreppan merkir
fyri okkum. Tað er spurn-
ing urin um, hvussu kon-
junk turkend okkara vøra er.
Ein partur ávirkast ikki av
hesum, meðan ein annar
partur ger, so vit vita ikki,
hvør avleiðingin verður fyri
okkum, men verður minni
bygt, so fer tað allarhelst
eisini at merkjast hjá okk-
um. Hvussu hart ber ikki til
at siga, men vit vóna tað
besta, sigur Magnus Peter-
sen.
Men hóast fíggjarkreppu
roknar stjórin framhaldandi
við, at tað verður brúk fyri
einum grótvirki í Føroyum.
– Vit rokna við, at tað
framhaldandi fer at bera til.
Tú kanst eisini tala eina
kreppu í gongd, og hon
hevur eftir mínum tykki
ikki rakt Føroyar so hart,
sum hon hevur rakt onnur
lond. Hvussu tað verður
seinni við fiskaprísum og
øðrum ber sjálvandi ikki til
at siga, heldur Magnus
Peter sen.
Hann heldur tað verða
vónleyst at gera seg til
spámann fyri framtíðina.
– Vit mugu bara halda
fram at arbeiða og vóna, at
tað framvegis verður onkur
so skilagóður at keypa før-
oyska framleiðslu. Eru vit
kapingarførir – og tað halda
vit okkum vera – so skuldi
framvegis verið pláss fyri
einum grótvirki í Føroyum,
sigu
Magnus
Petersen,
stjóri á Grótvirkinum í
Skopun.
Gravsteinar er ein av heilt stóru framleiðslunum hjá Grótvirkinum í Skopun og samstundis ein
framleiðsla, sum ikki er so ógvuliga tengd at konjunktursveiggjunum 9
Bárður Olsen er útlærdur gróthøggari. Her arbeiðir hann við eina av poleringsmaskinunum á
virkinum
DB lækkar framvegis
Tað gongur seint, men støðugt niður á bakka við partabrævakursunum hjá Danske Bank.
Í dag fór kursurin niður um 34 krónur fyri fyrstu ferð í 12 ár. – Tað er støðan sum heild
á fíggjarmarknaðinum ið ger, at partabrøvini hjá Danske Bank liggja har, tey liggja,
sigur analytikarin Stig Nymann frá Gudme Raaschou Bank við danska blaðið Børsen.
Hann heldur, at tað einasta, sum kann hjálpa kursunum hjá Danske Bank er stabilitetur í
fíggjarsektorinum. Fæst hann, hevur bankin eisini eitt stórt kurspotetniali. – Koma vit
hartil, at tað ikki longur verður neyðugt við ógvusligu niðurskrivingunum og tørvinum á
nýggjum kapitali hjá fíggjarfyritøkunum, serliga í USA, so vænti eg, Danske Bank fer
at merkja hetta positivt, sigur Stig Nymann. Hann roknar við, at leiðslan í Danske Bank
við Peter Straarup á odda má hoyra nøkur beisk orð frá íleggjarunum, tá bankin
mikudag seinnapart heldur vanliga ársaðalfundin.