Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnan Nr. 43 - 3. mars 2009 Á aliráðstevnuni fríggjadagin legði føroyskur granskari fram áhugaverda kanning av feskleik­ anum og dygdini í føroyskum laksi. ­ Vit í Føroyum hava sera góðar umstøður til at framleiða, virka og selja bestu vøruna til okkara keyparar. Fundamentið er í lagi. Vit hava góð kryvjivirkir, og vit hava dugnalig fólk, sum standa aftanfyri – og eru í fram­ leiðsluni – á hesum virkjum, sigur Durita Nielsen, granskari AlivinnA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á aliráðstevnuni á Hotel Føroyum fríggjadagin, sum Føroya Havbúnaðarfelag og Vinnuhúsið skipaðu fyri, legði Durita Nielsen, granskari hjá Luna, fram eina áhugaverda kanning um góðskuna í føroyskum alilaksi. Tað er Føroya Havbún­ aðarfelag, sum hevði biðið Duritu gera hesa kanning, ið eitt nú skuldi vísa føroysku støðuna við tí, sum á fremmandum máli verður rópt “gaping”. Vit tosa um “gaping” í laksaflaki, tá fløkini skrædna og holur koma ymsastaðni í flakið. Durita, sum tað mesta av einum ári hevur starvast hjá alifelagnum Luna í Gøtu og Sørvági sum granskari, er útbúgvin matvørufrøðingur, og hevur tikið phd í góðsku í fiski í síni heild. Áður hevur hon arbeitt í Danmark og USA, og hon hevur øll árini síðan hon varð liðug við sína útbúgving í 1999 arbeitt við góðsku í fiski. Hon hevur skrivstovu í Gøtu, men arbeiðir eisini á kryvjivirkinum hjá Luna í Sørvági. Gaping er kent Durita fekk tveir mánaðir at gera umbidnu kanningina í, og tað fyrsta hon gjørdi, var at seta seg í samband við tey fimm laksakryvjivirkini, vit hava í Føroyum. Hon varð væl móttikin á øllum virkjunum, sum vístu sín áhuga í hesum arbeiði, og eitt av hesum virkjum vitjaði hon tvær ferðir. Tað er nevniliga soleiðis, at okkurt virki kryvir laks frá meira enn einum veitara. ­ Vit hava so ógvuliga lítið av upplýsingum í Føroyum, sum eru savnaðir í eina heild. Hvørt virki liggur inn við sínum roynd­ um, og tað er ikki altíð, at hugt verður eftir tí sama – á ymisku virkjunum. Skulu vit kjakast um dygdina á føroyskum laksi, mugu vit fyrst vita, hvat vit kjakast um. Neyðugt er soleiðis, at vit tosa sama mál. Í hesum føri kannaði granskarin laksafløkini, eftir at tey høvdu verið ígjøgnum alla framleiðsl­ una, men áðrenn tey fóru til pakkingar. Durita, ið sum so ikki hugdi at sjálvari fram­ leiðslugongdini, sigur, at tað, sum henda kanning skuldi vísa, var góðskuna í føroyskum laksi, soleiðis sum hon er. Ein stórur partur av framløguni hjá granskaran­ um snúði seg um fyribrigdi, sum á fremmandum máli verður rópt “gaping”. Hetta er, tá laksafløkini skrædna í støðum – og líka sum hol koma í fløkini. ­ Hetta er als ikki nakað serstakt føroyskt fyribrigdi. Gaping er líka so væl kent í laksaframleiðslu aðrastaðni sum í Føroyum. Feskleikin í laksi Granskarin sigur, at mun­ urin á gaping í laksafløkum millum ymisku kryvjivirkini var ikki serliga stórur. ­ Tað vóru eingi virki, sum høvdu serliga nógva gaping, men tað var heldur einki virki, sum ikki hevði gaping í sínum fløkum. Durita sigur, at hennara kanningar vístu, at før­ oyskur laksur er góður, og at gaping ikki er eitt baro­ metur fyri, hvussu fesk­ leikin í laksaflakinum er. ­ Tað hevur verið hildið, at strongd undir eitt nú sláturi er ein høvuðsorsøkin til gaping í flaki, men eg haldi ikki, at so er. Granskarin vísir á, at eingin endalig frágreiðing er um, hví gaping kemur í fløk, men hon heldur, at vøksturin hevur sín týdning. ­ Tað er mín ábending, at vit síggja mest til gaping, tá laksurin veksur skjótast. Hví so er, dugi eg ikki at siga við vissu. Táknulitur Tá Durita kannaði viður­ skiftini við gaping, hugdi hon eisini at feskleikanum í laksaflaki. ­ Keyparar hava hongt seg í táknulitin – at reyði liturin í táknunum kanska er eitt barometur um fesk­ leika. Men mínar kanningar vístu týðuliga, at sjálvur táknuliturin als einki hevur við feskleikan at gera. Durita sigur, at kanningin eisini vísir, at føroyskir laksaframleiðarar blóðga fiskin væl. ­ Tá fiskurin verður væl blóðgaður, gerst táknuliturin bleikari. Nógvir keyparar av heilum laksi hyggja fyrst at táknunum og dáma best, at táknurnar eru reyðar. Tað er tí uppgávan hjá okkara seljarum at sannføra keyparar um, at táknuliturin als einki hevur við fesk­ leikan at gera. Hon sigur, at tað heldur er so, at reyðar táknur merkja, at fiskurin ikki er so væl útbløddur, sum okkara fiskur er. ­ Niðurstøðan er, at sjálvt um táknurnar á feskum laksi eru bleikar, eru fløkini púr­ asta í lagi. Vit hava nú tøl, sum siga hetta, og tí kunnu seljarar eisini brúka hetta yvirfyri sínum keyparum. Vit mugu læra Durita Nielsen sigur, at føroyski laksurin er sera góður. ­ Vit føroyingar hava kanska lyndi til at hanga okkum í tey ting, sum vit halda ikki eru nóg góð Fundamentið undir føroysku alivinnuni er framúrskarandi Durita Nielsen, sum hevur kannað fyribrigdi “gaping”, hevur tað mesta av einum ári verið í starvi hjá Luna, har Atli Gregersen (fremstur á myndini) er stjóri Mynd: Jens Kr. Vang 849 føroyingar skrásettir á piratkorti um dagin Fólkini handan PirateBay hava nú ment eitt nýtt forrit, ið skrásetur brúkarar við samband til netverkið hjá teimum, og setur teir á heimskortið. 849 føroyingar vóru skrásettir. Hóast fólkini handan Pirate Bay, ið bjóðar Peer­to­Peer netverkan, har tú ólógliga kanst skaffa tær næstan eitthvørt, tær ynskir av forritum, filmum, tónleiki, spølum og øðrum, eru í rættarstríði, kunnu tey hóast alt enn menna nýggj tiltøk. Seinast hevur man almannakunngjørt eitt heimskort yvir piratar kring allan heimin. Kortið er bygt á brúkarar við sambandi til Pirate Bay fyri hvønn minuttin. Statistikkurin tekur ikki atlit til fólkatal, og tí vilja smærri lond ikki koma serliga langt upp á hesum statistikkinum. Svøríki hevði 26.740 brúkarar um minuttin, Noreg 12.842, Finland 8.164, Danmark 2.777, Ísland 1.595, Føroyar 73 og Grønland 3 brúkarar við sambandi um minuttin. Tá tikið verður yvir eitt 24 tíma skeið vóru tann 9. februar 2009 skrásettir 849 brúkarar um døgnið úr Føroyum.