týsdagur 3. mars 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
vinnan
Nr. 43 - 3. mars 2009
heldur enn í størri mun at
vísa á okkara dygdir og
góðu vøru. Vit duga kanska
ikki líka væl at “reypa”,
sum eitt nú norðmenn duga,
leggur hon aftrat.
Nú hava vit so prógvini
um, at føroyskur laksur er
sera góður, vit hava ikki
meira gaping enn aðrir, og
bleiki táknuliturin sigur
einki
um
feskleikan
í
fiskinum.
- Alt kann gerast betri,
men vit í Føroyum hava
sera góðar umstøður til at
framleiða, virka og selja
bestu vøruna til okkara
keyparar. Fundamentið er í
lagi. Vit hava góð kryvji-
virkir, og vit hava dugnalig
fólk, sum standa aftanfyri
– og eru í framleiðsluni – á
hesum virkjum.
Durita sigur, at enn er
ikki greitt, um kanningarnar
hjá henni verða tiknar
uppaftur til heystar, soleiðis
at tær kunnu gerast tvær
ymiskar tíðir av árinum.
- Vit síggja sjáldan góð-
skutrupulleikar um veturin.
Tað er mest um summarið
og fyrst á heystinum, tá
laksurin veksur skjótt, at
størri vandi kann vera við
góðskuni, leggur granskarin
aftrat.
Durita Nielsen heldur, at
útlitini í føroysku alivinnuni
er góð, og hon heldur
avgjørt, at okkara alivinna
gongur eini spennandi tíð á
møti.
Aliráðstevnan hevur stóran áhuga millum alarar og fólk við tilknýti
til alivinnuna. Hópur av fólki lýddu á áhugaverdu framløgurnar á
Hotel Føroyum fríggjadagin, tá eitt nú Durita Nielsen, granskari,
legði fram úrslit av eini kanning um góðskuna í føroyskum laksi
Mynd: Jens Kr. Vang
Myndirnar vísa, hvussu laksafløk við
nógvari “gaping” og minni “gaping”
síggja út. – Gaping er ikki nakað
serføroyskt fyribrigdi, sigur granskarin,
Durita Nielsen
Fyrrverandi ríkmaður aftur fyri rættin
Maðurin, ið fyrr var ríkasti maður í Russlandi, Mikhail Khodorkovsky er aftur nú drigin fyri rættin í
samband við skattasvik og hvítvask av peningi. Fyrrverandi eigarin av oljufelagnum Yukos, er lagdur
undir at hava snýtt fyri 24 milliardir dollarar, og verður hann dømdur, so kann hann fáa upp til 15 ár
afturat. Hann situr longu í fongsli fyri svik. Hetta var í 2005, tá hann varð dømdur at sita í átta ár.
Miðlar ivast, um talan er um eina veruliga rættargongd, ella um tað bara er ætlanin at døma hann.